optión og fara upp til 22%. Graham Stewart upplýsir, at arbeiðið við at leggja til rættis hesa partabrævahækkan hevur verið spennandi men ikki uttan trupulleikar, av tí at føroysk og ensk fíggjar- og lóg [...] partapeningi. Síðsta hond varð løgd á fyrireikingarnar, og alt var klárt; men fíggjarmarknaðurin var sum lammaður eftir hendingarnar tann 11. september, so eftir ráðum frá serfrøðingum á økinum varð avgjørt at [...] Oljufelag og partapeningur Tað er ikki bert úti í tí stóru verð, at hendingarnar í New York tann 11. september hava havt sína ávirkan. Í sambandi við verkætlaninar, sum Føroya Kolvetni hevur saman við
Men viðhvørt eru onkrir av spælarunum saman eftir venjing og onkuntíð er hon eisini uppi hjá teimum, hon býr hjá og og fær ein kaffimunn. ? Annars hyggi eg eftir filmi, eg havi upp í rúgvur av videofilmum [...] at blíðskapur og álit ímillum menniskju eru ókend fyribrigdi hjá Maju. Tí hon er úr Bosnia; og so er helst ikki neyðugt at siga meiri. Í nógv ár hava vit dag og dagliga hoyrt um kreppur og kríggj, bumb [...] vanligt, at tey sleppa sær burtur og royna at finna sær arbeiði og eydnuna í onkrum av londunum rundanum har, Eysturríki, Sveits, Týsklandi og øðrum, sigur Maja. KRÍGGJ OG KREPPA. Tá ið vit nevna fyri henni
verður hátíðarhildið, og allar ætlanir verða gjørdar eftir, hvussu pápin í familjuni skal arbeiða. Í Nepal búgva 23 milliónir fólk og tær mest framtraðkandi religiónirnar eru hinduisma og buddisma. ? Eg havi [...] hevði eg jú verið uttanlands so leingi, men segði eg skuldi hugsa um tað. Eftir at hava hugsað um tað henni stóð í boði og eftir at hava tosað um hetta við familjuna, gjørdi Nina av at siga ja takk. Ikki [...] gongur Nina Brockie á øðrum ári á Læraraskúlanum í Havn. Linjulærugreinarnar hon tekur eru í ár enskt og ítróttur. Men hví fer Nina so til Nepals? ? Í summar var eg á skeið í Íslandi á læraraháskúlanum
hava fýra ymisk mál at velja ímillum. Okkara ávikavisu móðurmál, føroyskt og estlendskt, síðani enskt, sum er málið, vit bæði samskiftast á og at enda annaðhvørt finskt ella svenskt, flennur tann vakra, estlendska [...] presti og bíbliuundirvísing. Leygardagin var so tann stóri dagurin, og hjúnini siga seg vera sera væl nøgd við vígsluna. - Vit fingu heilt tað rætta huglagið fram inni í tí fjálgu kirkjuni, og samanlagt [...] ikki eitt eyga turt, tá ið Eva og Jón vendu sær ímóti hvørjum øðrum framman fyri altarið og søgdu hvør øðrum nøkur rørandi orð. Síðani komu ringarnir uppá fingrarnar og prestur legði tey vælkendu orðini
hendilsskipum og smugglarar. Úrslitið varð, at flestu havnarfólk - og helst aðrir føroyingar við - skiltu og talaðu hampiligt enskt fleiri ár aftan á, at handilin læt aftur. Og fleiri ensk og onnur orð komu [...] »fuss« og »fussa« úr enskum »fuss«; »lubbi« og »lubbutur« frá »lubber«; »stumbla« og »stumbul« úr enskum »stumble«; »trupul« og »trupulleiki«, seinna við eftirfestinum »-leiki«, úr enskum »trouble«, og so [...] 1940 til 1945, flestir teirra í Vágunum og í Havn, men eisini á Tvøroyri, á Skálafjørðinum og aðrastaðni í landinum. Yvirhøvur vóru sera góð viðurskifti millum føroyingar og bretarnar, samskiftið og samstarvið
Vestmanna og Xiaobin Zhang úr milliónabýnum Nantong í Kina. Og seinastu fimm árini hava tey búð í Føroyum saman við børnunum Yiny, Jamin, Jiya og Suli. Heima verður tosað japanskt og føroyskt hvørt um annað [...] fátækur. Her er ógvuliga friðarligt og trygt, og einum nýtist ikki at verða bangin fyri nøkrum. Fátæksligt Xiaobin Zhang er vaksin upp hjá fastur síni og ommuni og abbanum í faðirætt. Mamman arbeiddi langt [...] við, og tí sendi hann meg til Japan. Har kom eg at búgva hjá einum systkinabarni. Fekk eitt nýtt lív við nýggjum vinum, gekk í skúla og arbeiddi. Og tað var á málskúla í Japan, at Linda Guttesen og Xiaobin
Eftir boðum frá lærara og próvdómara fer Jógvan við aðrari hondini í spurnarkassan "Nágreinilig vitan hjá fólki" og tekur ein tilvildarligan lepa: Heimastýrislógin og føroyskur búskapur og vælferð? Hann [...] búskapin, og so er tað vælferðin. ? Í 60-unum vórðu danskar lógir á vælferðarøkinum, t.v.s. almanna- og heilsuøkinum, settar í gildi í Føroyum, eins og risastórt lands- og statssjúkrahús og seinni Klaksvíkar [...] Higartil hava upplýsingar, frágreiðingar og grundgevingar um loysingarfilosofiina verið doktrinerar og dogmatiskar og í versta føri merktar av villleiðing og ósannleika. Í 30-unum í farnu øld vóru ringar
ein sorgardagur og eg sat og hugdi eftir sjónvarpi tað mesta av degnum, forfard og bergtikin av teimum ræðuligu og ótrúligu myndunum, ið sendar vóru. Eg misti sambandið við veruleikan, og tað, sum fór fram [...] læt eg hana upp og sá ta yndisligu, hvítu ullina, men so setti eg eskjuna frá mær og fór aftur at hyggja eftir sjónvarpi. ? Seinni seinnapartin tann dagin fór eg aftur eftir eskjuni og var gleðiliga ovfarin [...] hagreiðing, spinning og binding. ? Seinni í summar var eg so í Havn, og har hitti eg fólk, sum kendu Marilyn van Keppel rættiliga væl og tey fortaldu mær, at hon hevði skrivað heim til Føroya og spurt, um tey
herviligari og munandi meira brutalur í dag! So hvat dugir og gagnar okkum fullveldi, um vit stutt eftir fara at tosa enskt, hálvíslendskt ella - klombrut fundamentalist-føroyskt? Men hesir menn hugsaðu og sóu [...] stuttlig og rættiliga socialrealistisk. Her er forstáilsi og samhugur við smáfólki, brekaðum og breyðleysum. Nexø skrivar um tey, sum eru løgin ella egin og um tann ?skeiva? eksistensin við kærleika og innlivilsi [...] javnaðarhøvdingin í tjúkkum og tunnum, bæði í hørdum andstreymi og seinni sigursløtum. Fáir vóru so trúgvir at møta á javnaðarfundum sum teir, - og tað var, táið tað enn kostaði nakað og kravdi stórt persónligt
ur, og at djórini hava tað gott. Tað, ið tú óivað hugsar um, er veiða við íðnaði fyri eyga, og tað er nakað heilt annað. Størri mannamuni skalt tú leita leingi eftir, um tú heldur, at inuittar og onnur [...] vit? Nei, Johan, kom niður á jørðina, og vev ikki alt upp í ein vavgreyt. Lat vera við at spilla íslendingar, norðmenn, japanesarar og onnur út og soleiðis verja ensk áhugamál. Um mutur hevur verið brúkt [...] hvørja ferð ein útlendingur letur munnin upp, men hetta er ikki nýtt føroyskt fyribrigdi. Soleiðis hava vit livað til denna dag, og eftir øllum at døma ætlar tú, at soleiðis skal tað vera. Bert lúsin útlendsk