Jól á fílabaki

Sama dag, sum hon fyllir 26 ár, skal hon flúgva yvir til Nepal, har hon skal arbeiða í nærum tveir mánaðar. Í dag 25 ára gamla Nina Brockie úr Havn, flýgur týsdagin 18. desember saman við aðrari føroyskari gentu til Nepal, har hon skal vera í starvsvenjing í nærum tveir mánaðar

 

Starvsvenjing


Dagliga gongur Nina Brockie á øðrum ári á Læraraskúlanum í Havn. Linjulærugreinarnar hon tekur eru í ár enskt og ítróttur. Men hví fer Nina so til Nepals?

? Í summar var eg á skeið í Íslandi á læraraháskúlanum í Reykjavík í tveir mánaðar, sum partur av læraraskúlaútbúgvingini, greiðir Nina frá.

? Vit høvdu so eitt skeið á eini deild uttanfyri Reykjavík, og tá setti skúlastjórin á Læraraskúlanum í Føroyum, Pauli Nielsen, seg so í samband við meg. Hann tilbeyð mær at sleppa til Nepals í starvsvenjing. Faktiskt, so gleddi eg meg nógv at sleppa heimaftur, tí nú hevði eg jú verið uttanlands so leingi, men segði eg skuldi hugsa um tað.

Eftir at hava hugsað um tað henni stóð í boði og eftir at hava tosað um hetta við familjuna, gjørdi Nina av at siga ja takk.


Ikki sum aðrar starvsvenjingar


Nina skal búgva hjá Tommy Petersen, sum er útstationeraður trúðboðari í Nepal. Tey búgva í einum býi við umleið 100.000 íbúgvum, sum liggur langt vekk frá Katmandu, høvuðsstaðnum í Nepal.

Skúlin, ið Nina skal undirvísa á, er ein skúli fyri børn hjá trúðboðarum í Nepal. Hetta er ein altjóða skúli og málið, ið undirvíst verður á er enskt.

? Í skúlanum í Nepal, sum eg skal undirvísa á, vera í fyrstuni bert tveir næmingar í fyrstuni. Annar av teimum er 9 ára gamla Gyða, dóttir Tommy Petersen. Hin næmingurin er ein drongurin frá Hollandi. Eftir jól koma tó fleiri næmingar á skúlan.

Nina skal millum annað undirvísa Gyðu í føroyskum, tí familjan Petersen flytir nevniliga til Føroyar í august mánað a næsta ár, og tá skal Gyðu byrja í 4. flokki í Adventistaskúlanum.

? Tað, at eg sleppi at undirvísa henni einsamøll, er ein stór avbjóðing í sær sjálvum. Vanliga, so fara eini tvey ella trý á sama stað í starsvenjing, so møguleikin fyri at royna seg einsamallan er ikki so stórur.


Føroyska mentanin í kuffertið


Sjálv heldur Nina, at tað fer ikki at bera so væl til at seta seg inn í ta nepalsku mentanina. Hon skal jú búgva hjá eini familju har tosað verður danskt. Men hvussu hevur Nina so fyrireikað seg til at undirvísa níggju ára gomlu Gyðu í føroyskum?

? Eg fari heilt vist at leggja størsta dentin á føroyska mentan. Tilfarið sum eg havi savnað mær saman at taka við, er um føroyska mentan. Hvat gongur fyri seg í Føroyum, hvat er stuttligt hjá børnum at gera í Havn, tí tað er jú í Havn Gyða skal búgva. Hvussu liva føroyingar og kann náttúran brúkast til nakað. Eg ætli mær at geva henni ein smakk av Føroyum, sum so vónandi verður henni til gagns tá hon flytir hertil.

Nina hevur eisini tosað nógv við vegleiðaran á læraraskúlanum, og við Gunnvør Joensen, sum er ráðgevi á Landsmiðstøðini. Hetta fyri at vita, hvussu hon skal tillaga undirvísingina. Ikki er altíð so lætt at tillaga undirvísing til ein persón, sum tú ikki kennir. Gyða tosar tó hampuliga væl føroyskt. Hon hevur búð fyrstu barnaár síni í Føroyum, men foreldrini tosa danskt við hana.


Jól í eini park


Nina Brockie skal flúgva úr Føroyum sjálvan ársdagin hjá sær. Hetta verður helst ein sindur øðrvísi føðingardagur enn teir 25 undanfarnu hon longu hevur havt.

? Asia hevur ongantíð sum heild verið nakað, sum eg havi brent fyri, sigur Nina.

? Men nú tá eg havi lisið nógv og kannað tað nærri, so vísir tað seg at vera ógvuliga spennandi. Vit skulu flúgva til eitt stað, sum eitur Nepal Gunj. Har verður so tikið ímóti okkum og frá Nepal Gunj fara vit til Bardia National Park. Higartil havi eg fingið at vita, at eg sleppi at halda jól á fílabaki, sum jú ljóðar ógvuliga áhugavert.

Veðrið í Nepal hesa ársins tíð er sum eitt ógvuliga heitt føroyskt summar. Um dagin eru umleið 20 til 25 hitastig, meðan hitin um kvøldið liggur um 6 ? 9 hitastig. Nina sigur, at hon hevur blandaðar kenslur við at halda jól uttanlands í ár. Men hon ivast ikki í, at tað verður ógvuliga spennandi.

Nýttárið verður hildið í høvuðsstaðnum, Katmandu. Enn er ikki vist, hvussu hetta verður hátíðarhildið, og allar ætlanir verða gjørdar eftir, hvussu pápin í familjuni skal arbeiða.

Í Nepal búgva 23 milliónir fólk og tær mest framtraðkandi religiónirnar eru hinduisma og buddisma.

? Eg havi onki pakkað enn! Eg havi fingið eina rúgvu av vaccinatiónum. Tað er ógvuliga ringt at seta seg rættiliga inn í tingini áðrenn tú fer avstað, so eg veit helst meira at fortelja tá eg komi aftur, sigur Nina Brockie at enda.

Nina verður aftur í Keypmannahavn tann 15. februar næsta ár. Sosialurin ynskir henni góða ferð og góða eydnu við undirvísingini yvir í Asiu.