Jóhan Mortensen tænir útlendingum


 

Hans J. Hermansen




Í Fregnum fyri ólavssøku skrivar ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum, mentunarmonnum og býráðsaspirantur, nevniliga Johan Mortensen, eina undarliga grein móti stórhvalaveiðu. Hann hevur av einari ella aðrari merkiligari orsøk fingið marruna av hesum máli, sum liggur í dvala í løtuni. Niðurstøðan er stutt, at gera vit, so sum onnur krevja, so skulu vit óivað liva leingi og eydnurík í okkara egna landi.

Hann, ið kennir bara eitt lítið sindur til tað, sum er hent í spurninginum um okkara grindadráp, veit, at tað hevur ikki skatt okkara umdømi uttanlands, tvørturímóti. Fiskaútflutningurin fekk tað betri, tá ið »mentaðir« umhvørvisbólkar sum EIA, WDCS og Sea Shepherd fóru undir eina miðvísa lygiherferð móti grindadrápinum. Tað átti tú at vitað. Hví skuldi stórhvalaveiða skatt okkum meiri?

Um tú heldur røttu uppskriftina vera, at vit skulu dansa eftir tí tónleiki, sum bretar ella onnur mentað fólk aðrastaðni leggja á, verður stevið í framtíðar dansi óivað annað enn tað, ið føroyingar sjálvir høvdu ætlað sær at trott. Vit koma stutt, um vit skulu lata við halanum, hvørja ferð ein útlendingur letur munnin upp, men hetta er ikki nýtt føroyskt fyribrigdi. Soleiðis hava vit livað til denna dag, og eftir øllum at døma ætlar tú, at soleiðis skal tað vera. Bert lúsin útlendsk er_

Tað, sum tú í nevnda brævi tykist umboða, líkist nógv tí, sum vanliga verður skýrt sum synd, og sum alment hevur verið fornoktað, men sum kortini hevur hevur megnað at yvirliva frá fyrsta degi, nevniliga prostitutión. Hví skulu bretar ræðast tøl frá vísindaligum kanningum, uttan so at teir hava eitt fjalt endamál við tí, men skjóta seg inn undir umhvørvi og náttúruvernd? Er oljuvinna umhvørvisvernd? Hvør eigur rættin til oljuna, vit ella okkara eftirkomarar?

Tú nevnir burðardygga og kommersiella veiðu. Hví er kommersiell hvalaveiða verri enn kommersiellur fiskiskapur, kommersielt neyta-, svína-, seyða-, snigla- ella høsnarungahald? Kravið til alla veiðu eigur at vera, at stovnurin er ikki hóttur, at fongurin fer til matna, at drápshátturin er mannsømiligur, og at djórini hava tað gott. Tað, ið tú óivað hugsar um, er veiða við íðnaði fyri eyga, og tað er nakað heilt annað.

Størri mannamuni skalt tú leita leingi eftir, um tú heldur, at inuittar og onnur skulu sleppa at drepa hval, tí tey hava gjørt tað í øldir. Spyr teir bara, tað havi eg gjørt. Skulu teir sleppa at drepa hval, tí teir síggja øðrvísi út? Eru teir minni mentaðir enn vit?

Nei, Johan, kom niður á jørðina, og vev ikki alt upp í ein vavgreyt. Lat vera við at spilla íslendingar, norðmenn, japanesarar og onnur út og soleiðis verja ensk áhugamál. Um mutur hevur verið brúkt nakrastaðni, er tað innan fyri IWC. Hesin stovnur, sum hvalaveiðutjóðir stovnaðu fyri meiri enn fimmti árum síðan fyri at verja hvalastovnin, er í dag við mutri yvirtikin av pasta- og ostaframleiðandi londum, ið bara vilja steðga hvalaveiðu, tí hvalurin er so fittur, so klókur, og tí tað er synd at drepa hann.

At enda fái eg lítið samband millum tína politisku áskoðan ? um hon er ikki broytt síðan seinasta býráðsval ? og ta undirbrotligheit, tú sýnir við tínum hugburði. Við hasum verða vit trælir í egnum landi ? altíð!

Og by the way, er SAS tann rætti at nevna, tá ið tað snýr seg um rættlæti?

Alt annað ósakligt um persónar og lond duga fólk óivað sjálv at meta um.

Sorry, Johan, tú setti kikaran fyri blinda eygað, siktaði skeivt, skeytst og rakti ikki ? vóru tað harraboð úr Bretlandi? Ella royndi tú bara at tekkjast teimum?