Jacobsen og Jónsveini Knudsen settu sín sermerkta dám á kvøldið. Kensluborið sang Tobbi á íslendskum máli, um týskan trolara, ið illveðursnátt rendi á flúr við Íslands strond, fór til botns og 5 menn funnu [...] Højgaard Saltangará 87 ár. Her á leiðini verður hann bert nevndur Petur hjá Palla. Sum flestu Højgaard´arar hevur hann verið raskur og nærlagdur og baldist stóran part av lívi sínum á havinum, har hann í sjálvdrátti [...] arbeiddi hann eitt longri tíðarskeið á Vónavirkinum í Fuglafirði; trol og bøting hava havt hansara stóra áhuga, og hann gjørdi eitt stórt granskingararbeiði við einum segli á trolinum, sum skuldi bøta um fiskiskapin
røttum skuldi vera á bygdarstevnuni seinasta vikuskiftið, men tá viðraði so illa, at hann varð avlýstur. Men hesa ferð varð róðurin so avgreiddur í øllum góðum Tilsamans róðu 40 bátar á Strondum og teir [...] teir hava kanska fingið eina ábending um, hvussu væl teir eru fyri, nú FM róðarnir byrja á Norðoyastevnu Fimmmannafør, gentur (barnaróður) 1 Ørnin 3.17, 24 2 Tekla 3.18, 05 3 Dúgvan 3. 30, 10 4 Ørnin 3.17
ið setur sín dám á prátið á gongini á H.F-skeiðnum í Klaksvík hesar dagarnar. Seinastu munnligu próvtøkurnar hjá 2. p skulu fáast frá hondini, og hendan fyrrapartin, vit støkka inn á gólvið, eru tey uppi [...] eitt ?Yes!?. Ein genta hevur skorðað sær eitt 9 tal, og hinar á gongini leypa um hálsin á henni og ynskja tillukku, men seta seg skjótt aftur á bonkin at bíta negl ella blaða skundisliga í eini bók. Høvdið [...] seta bara ein seðil á hurðina á køliskapínum: ?Gerið so væl. Fáið tykkum sjálvi?, og so mugu menninir bara orðna restina, flenna tær báðar. Stór kabala Sigrun Skálagarð, leiðari á H.F-skeiðnum í Klaksvík
Róðrarfelag. Frí tíðliga á morgni og til seint á kvøldi er ferðsla til og frá. Áhugin fyri at nýta rógvimaskinurnar eru stórur, og bátarnir hjá felagnum eru ofta at síggja á Vánni. Tey seinastu árini [...] Sundabáturin hevur seinastu dagarnar verið á verkstað. Hann verður lakeraður. Góða samstarvið millum feløgini ber við sær, at teir á Sundabátinum venja umborð á Páll Fanga. Onnur manningin venur klokkan [...] klaksvíkingar hava góðar vónir um, nú hann vann róðurin á Strondum síðsta leygardag. Hvørja ferð, tá ið tað verður tosað um kappróður í Klaksvík og á Norðoyastevnu, so verður spurt eftir Klaksvíkingi. 10
Ongantíð róð á sjónum áður Tá ið Stephan Mølvig verður spurdur, hvussu hann undir fáu venjingunum, sum hann hevur verið við í, og í kappróðrinum á Strondum leygardagin upplivdi kappróður á sjónum, so svarar [...] hann soleiðis: ? Eg havi ongantíð áður róð á sjónum. Allar kappingar eru á vøtnum, og tá ið eitt sindur av illveðri er, so plaga vit at venja innandura og á maskinum. Soleiðis er tað yvirhøvur ikki her [...] av manningini á ?guld fireren?, sum livdi upp til donsku vónina og vann gullkrónur í Olympisku Leikunum í Athen. Nú er hann í Klaksvík. Í summar situr hann í rúminum bakborðsmegin umborð á Nevinum Reyða
uttanlandskappingar, yvirlit yvir stevnur, róðrarøkir, bátar og formenn umframt mangt annað. Kappróður 2005 fæst umborð á strandfaraskipum og í handlum kring landið.
nýtir stóran part av frítíðini um sumrarnar til kappróður. Tað kann ikki sigast annað, enn at hann er bitin av kappróðrinum. Nú situr hann á lærinum í bakborð á Nevinum. Hetta er fjórða árið, at hann er við [...] ið 10-mannafarið stendur í neystinum, er Nevið Reyða flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Á bygdarstevnuni á Strondum vann Nevið Reyða sannførandi. Tá vóru teir tvær bátslongdir undan Kvívíkingi. Tí var [...] hetta smakkaði klaksvíkingum væl sást, tá ið vinnarabáturin kom aftur á dráttin, sum er nýggjur. Áður hava teir flotað og drigið bátarnar á Norðborg. Nú er drátturin fluttur inn í gomlu Klaksvíkina, niðanfyri
vælkomnum á Eystanstevnu, sum verður hetta vikuskiftið. - Hetta er ein av teimum týðandi summarstevnunum, har kappróður og aðrar ítróttargreinir hava stóran týdning fyri ítróttarfeløgini. Hann vísir á, at nógv [...] nógv er hent á flestu økjum seinastu árini, og stórur spenningur er um gongdina í ymisku ítróttargreinunum, sum kappast verður í, nú vit hava sett skjøtil á summarið. Gaman og álvari - Í ár eru 44 ár liðin [...] hesi árini, men týdningurin av at halda summarstevnur er eins stórur nú sum áður. Borgarstjórin vísir á, at hetta er vikuskiftið, tá ið flestu ítróttarfólk í Føroyum møtast til dystar í tjóðarítrótt okkara
ár verður eingin FM-kappróður á Eystanstevnu, tí ár er tað kappróðurin á Varmakeldu, sum telir við á stigatalvuni. FM-róður er nevniliga annaðhvørt ár á Eystanstevnu og annaðhvørt ár á Varmakeldu. Men hóast [...] kapp á Skálafjørðinum í ár. Kappróðurin á Eystanstevnu byrjar sunnudagin klokkan 15, og Kappróðrarfelagið hjá NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð, bæði viðvíkjandi tilmelding av bátum og vitjandi á havnalagnum [...] dreingjum, 6-mannafarið Sølmund við kvinnum og monnum og 10-mannafarið Eysturoying, sum endaði á øðrum plássi á ársins fyrstu summarstevnu, Norðoyastevnu. - Manningarnar hava longu vant í fleiri mánaðir.