Eystanstevna
Í ár verður eingin FM-kappróður á Eystanstevnu, tí ár er tað kappróðurin á Varmakeldu, sum telir við á stigatalvuni. FM-róður er nevniliga annaðhvørt ár á Eystanstevnu og annaðhvørt ár á Varmakeldu.
Men hóast róðurin ikki telir við í FM-høpi hesaferð, verður kortini róð kapp á Skálafjørðinum í ár.
Kappróðurin á Eystanstevnu byrjar sunnudagin klokkan 15, og Kappróðrarfelagið hjá NSÍ vónar, at undirtøkan verður góð, bæði viðvíkjandi tilmelding av bátum og vitjandi á havnalagnum, meðan róð verður.
- Róð verður fult mál; 1.000, 1.500 og 2.000 metrar. Hetta letur seg gera, tí umstøðurnar á Skálafjørðinum eru serstakliga góðar, sigur kappróðrarfelagið.
Fimm bátar
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur í ár fimm manningar við í FM-róðrinum; 5-mannafarið Tjaldrið við gentum og dreingjum, 6-mannafarið Sølmund við kvinnum og monnum og 10-mannafarið Eysturoying, sum endaði á øðrum plássi á ársins fyrstu summarstevnu, Norðoyastevnu.
- Manningarnar hava longu vant í fleiri mánaðir. Byrjað varð at venja innandura, og síðan varð farið í bátarnar í apríl mánaða. Vit eru spent eftir at síggja, hvørji úrslitini verða í summar, siga tey í kappróðrarfelagnum.
Nýggj venjingarhøli
Venjingarumstøðurnar hjá róðrarfólki, sum rógva fyri Kappróðrarfelagið NSÍ, eru betraðar við nýggjum venjingarhøli í Róðrarneystinum á Glyvrum.
- Her kunnu bæði róðrarfólk og onnur, sum vilja leiga hølini, venja.
Í Kappróðrarfelagnum siga tey, at venjingarútgerðin er nútímans, og úrvalið av maskinum er fjølbroytt.
- Harumframt er ein stórskíggi settur upp, soleiðis at tey íðkandi kunnu hyggja at ymiskum, meðan vant verður.
Formaður í Kappróðrarfelagnum hjá NSÍ er Sofus T. Hansen.