Tað er ikki júst Norðoyastevnuprát, ið setur sín dám á prátið á gongini á H.F-skeiðnum í Klaksvík hesar dagarnar. Seinastu munnligu próvtøkurnar hjá 2. p skulu fáast frá hondini, og hendan fyrrapartin, vit støkka inn á gólvið, eru tey uppi í geografi. Spenningurin hongur í luftini. Við eitt fer hurðin inn til próvtøkuhølið upp, ein løta gongur, og so hoyrist róp og eitt ?Yes!?. Ein genta hevur skorðað sær eitt 9 tal, og hinar á gongini leypa um hálsin á henni og ynskja tillukku, men seta seg skjótt aftur á bonkin at bíta negl ella blaða skundisliga í eini bók.
Høvdið klárt
Gentan við 9 talinum fer smílandi avstað ? men ikki heim at halda frí. Tað er tað onki, sum eitur í hesum próvtøkudøgum, tí næsta próvtøkan er longu um tveir dagar.
Men hvat við Norðoyastevnuni? Skulu hesa ungu dámurnar slett ikki í býin, í dans ella bara út at hugna sær saman við vinfólki komandi dagarnar?
- Nix! Norðoyastevnan má passa seg sjálvan. Mánadagin aftaná Norðoyastevnu skulu vit upp í sálarfrøði, og tað krevur, at tú heldur høvdið klárt, flennir ein av gentunum.
- Tað er kanska eitt sindur moðið at síggja øll hini ganga og pynta seg og fara í býin. Men eg veit ikki, eg leggi ikki so nógv í tað, tí Norðoyastevnurnar líkjast so nógv eftirhondini. Eg kann saktans bíða til næsta ár, sigur ein genta, meðan hon kannar listan fyri at vita, nær tað er hennara túrur at fara inn at taka ein spurning.
- Hevði tað verið Summarfestivalurin, sum var hesar dagarnar, so var tað nakað annað. So hevði man ordiliga følt, at man forsømdi seg. Ikki tí, tað hevði verið hugnaligt at farið í býin við øllum hinum ella til kappróður, men hvør veit, kanska tað fer at oysregna, sigur ein, sum var uppi í geografi í gjár, og nú er komin at forvitnast eftir, hvussu tað gongur hjá hinum í flokkinum.
Seðil á køliskápið
Merry Kalsø og Gigi Stampe hoyra til í tí eldra endanum av 2. p. Tað hevur gingið væl við próvtøkunum higartil, og soleiðis skal tað helst eisini halda fram, siga tær avgjørdar.
- Vit fara stutt sagt undir jørð á Norðoyastevnu. Tað er ikki so nógv annað at gera, um man vil verða so væl fyrireikaður, sum gjørligt til próvtøkuna. Og tað vil man sjálvandi, tá man nú hevur valt at taka hesa útbúgvingina, siga tær báðar, sum eisini plaga at lesa saman.
- Tað er nokk meira tey ungu, sum halda tað vera strævið ikki at kunna vera í dans til langt út á náttina. Vit eru so gamlar, so fyri okkum ger tað minni, heldur Merry, sum allíkavæl vildi ynskt, at hon hevði betri tíð til hugna sær heima og gera mat til gestirnar hesar dagarnir.
- Men gott er. Vit seta bara ein seðil á hurðina á køliskapínum: ?Gerið so væl. Fáið tykkum sjálvi?, og so mugu menninir bara orðna restina, flenna tær báðar.
Stór kabala
Sigrun Skálagarð, leiðari á H.F-skeiðnum í Klaksvík, heldur ikki, at tey merkja nakað til, at næmingarnir halda tað vera órímiligt at ganga til próvtøku so tætt at Norðoyastevnuni.
- Beint, tá tey fáa at vita, nær tær ymsu próvtøkurnar eru, hoyrast sjálvandi onkur huff og puff. Men eg haldi, at tey innstilla seg skjótt uppá tað. Hin møgleikin var, at vit kanska royndu at trýsta próvtøkurnar meir saman, so tey fingu onkrar frídagar hesar dagarnar, men tað vil ongin kortini, tí so hevði verið uppaftur styttri tíð at fyrireika seg millum próvtøkurnar, sigur Sigrun.
Alt hetta er tó ikki nakað, tann einstaki skúlin hevur nakra serliga ávirkan á, sigur Sigrun. Próvtøkuætlanin er ein stór og fløkt kabala, eisini tí nógvir av próvdómararnum koma úr Danmark. Soleiðis er tað á hvørjum ári, so tað gongur nokk eisini hesuferð. Sigrun veit í øllum førum onki um, at Norðoyastevnan hevur havt eina keðiliga ávirkan á úrslitini til próvtøkurnar á Klaksvíkar H.F-skeiði.