NOR?OYASTEVNA
8-MANNAFØR
Klaksvíkingar vunnu ein róður. Tá ið 10-mannafarið stendur í neystinum, er Nevið Reyða flaggskipið hjá Klaksvíkar Róðrarfelag. Á bygdarstevnuni á Strondum vann Nevið Reyða sannførandi. Tá vóru teir tvær bátslongdir undan Kvívíkingi. Tí var Nevið favorittur í heimasjógvi, og 8-mannafarið í Klaksvík livdi upp til vónirnar.
At hetta smakkaði klaksvíkingum væl sást, tá ið vinnarabáturin kom aftur á dráttin, sum er nýggjur. Áður hava teir flotað og drigið bátarnar á Norðborg. Nú er drátturin fluttur inn í gomlu Klaksvíkina, niðanfyri har smiðjan Ídni er. Tá ið Nevið Reyða skuldi dragast var ikki neyðugt hjá næstan fyriløgstu manningini at nýta orku. Viðhaldsfólkini lyftu bátin upp um høvdið!
- Vit fingu góðan start, og vit vóru mest sum alla tíðina heilt frammi í spíssinum. Vit vistu, at Kvívíkingur fór at vera ein av hóttanunum, men tað bar illa til at halda eyga við honum. Vit lógu so langt frá hvørjum øðrum. Tá ið vit komu á mál, hildu vit, at Kvívíkingur hevði vunnið. Málmyndin vísti, at vit vóru ein skut undan honum. Vit hava hugt eftir øllum róðrinum. Upptøkan vísir, at Kvívíkingurin tók okkum, meðan vit róðu framvið Kósabrúnni. Men so spentu vit í aftur, og tað hjálpti, tíbetur.
Svein Rógvi Nielsen, sum um vetrarnar er hondbóltsvenjari, nýtir stóran part av frítíðini um sumrarnar til kappróður. Tað kann ikki sigast annað, enn at hann er bitin av kappróðrinum. Nú situr hann á lærinum í bakborð á Nevinum. Hetta er fjórða árið, at hann er við til at manna Nevið Reyða, har hann er bátsformaður, og hetta er 14. árið, at hann er við í kappróðrinum.
- Tað man hava verið sjáldan, at vit hava verið so fyrilagstir, tá ið vit eru komnir á mál, sum vit vóru tað hesa ferð. Tað komst av, at róðrarferðin ella tempoið hjá okkum var so høgt. Í ár hava vit róð við hægri tempo, enn vit gjørdu í fjør, men leygardagin var ferðin væl hægri, enn hon hevur verið higartil, og tað kostaði nógv, sigur Svein Rógvi Nielsen.
Hví var tempoið so høgt?
- Vit høvdu okkara ætlan at halda okkum til. Útgangstaktikkurin er eitt, men tá ið tú kappast, ert tú noyddur at taka bestikk av støðuni og so at justera fyri at fáa tað besta burturúr. Hesa ferð vóru umstøðurnar soleiðis, at talan var um nógvan undanvind. Frá 1500 metra málinum og inn ímóti Kósini var tað ikki frítt fyri aldu. Vit royndu at ríða á aldukambunum - ella at surfa, sum vit plaga at nevna tað - einar fýra ferðir, og tað var ein av orsøkunum til, at tempoið var so høgt, greiðir Svein Rógvi Nielsen frá.
Hvussu roknar tú við, at tað fer at hilnast næstu ferð?
- Vit eru farnir undir fyrireikingarnar, men vit vita, at kappingin verður hørð. Kvívíkingur verður vandamikil, og tað skal ikki undra meg, um onkur annar eisini fer at leggja seg út í kappingina. Men vit hava gott mót, og sigurin í heimasjógvi ber sjálvsálit við sær.
Í Klaksvík hevur tað í mong ár verið ein trupulleiki, at tá ið manningar eru farnar av, so hevur verið neyðugt at byrja heilt av nýggjum. Soleiðis er tað ikki longur. Seks av teimum níggju umborð á Nevinum Reyða vóru eisini við í fjør. Umframt bátsformannin eru hinir Oddur Olsen, stýrimaðurin, Uni Oknadal, Mogens Petersen, Magnus Norðberg og Símun Mikael Kerlok.
Nýggju menninir eru Debes Christiansen, sum í fjør róði við FM vinnaranum í kappingini millum 6-mannafør, Sundabátinum, Janus, sum áður hevur róð við Stráluni og sum var tann, sum var millumliðið, tá ið Stephan Mølvig gjørdi av at flyta til Klaksvíkar og at rógva við Nevinum Reyða, har hann leygardagin var við til at vinna fyrsta heiðursmerkið.