skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. Hann er sonur liðformannin og miðverjan Atla Gregersen, og harvið vóru faðir og sonur á sama liði, og tað kemur sjáldan fyri. - Skála – Víkingur 1-3 (0-3) 0-1: Sølvi [...] málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna. At tað aftur og aftur er endað við tapi ber við sær, at skálamenn eru meint raktir og ikki spæla við tí sjálvsálitinum, sum teir fleiri ferðir vístu fyrr [...] stig. Men heimamenninir vístu góðan hugburð, og í seinna hálvleiki eydnaðist teimum at minka um munin. Jan Ingason Hansen legði við frísparki fram úr vinstru og í brotsteigin, har Uros Stojanov var merkiliga
Boðini hava verið, at ungir leikarar nú skulu sleppa framat, og tí hava pengarnir ikki verið nýttir til útlendskan styrk hetta kappingarárið. Og tó at liðið vann fyrsta dystin á árinum móti Neistanum, so [...] so fingu teir bóltin í meskarnar, og tá stóru menninir so fóru út at fáa eina tiltrongda pausu, skrædnaði av álvara. StÍF-spælararnir spruttaðu nú av spæligleði, og tá so er, so er ikki gott at standa [...] Tá avtornaði, vóru átta mál á muni, og ikki minst munnu teir í StÍF fegnast um, at tað eydnaðist at halda mótstøðuni á einum so lágum máltali. Tað hevur fyrst og fremst verið verjuspælið, sum hevur haltað
krevjast 500 - 600 milliónir kom-andi 10 árini. Somuleiðis skulu stórar upphæddir til innan samferðslukervi okkara. T.d. nýggj Suðuroyarferja (300 milliónir) eins og Leirvíkstunnil (350 millionir). Innan [...] nýtast hundratals milliónir krónur komandi árini til víðlíkahald, nýbygging og rakstur. Pensiónirnar eru afturútsigldar, og eiga at hækkast. Innan stóra økið hjá Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF) [...] tað sama sum ein upphædd á fíggjarlógini. Talan er um pening - í fleiri førum - til íløgur og síðan víðlíkahald og rakstur hvørt einasta ár framyvir. Júst hesi viðurskiftir kunnu vit fáa framt nú, tí fíggjarligi
teir leingi fínt og undirhaldandi fótbóltsspæl. Tað hava teir ikki gjørt síðstu árini. Nú er Michael Laudrup venjari, og tað sást aftur í spælinum, sum var hugflogsríkt og málsøkjandi og harvið eisini sera [...] num og nógva hitanum í Parkini sóu 14.536 áskoðarar ikki serliga sannførandi FCK fáa eitt stig burturúr. Tað var eitt vónbrot. Viborg var komið eftir javnleikinum. Teir vóru tvær ferðir á odda, og sjálvt [...] tá seinna umfarið var átjan minuttir gamalt, og í 76. minutti javnaði hann til 2?2. Carsten Fredgaard, sum eisini var innskiftur, legði innfyri úr vinstru, og Todi stútaði í málið. Í morgin fer FCK at spæla
samrøðu við UEFA forsetan, Lennart Johanson, og í hesum hevur sviin, sum seinast stillaði upp ímóti Sepp Blatter, samanborið Føroyar við lond sum Tahiti og Jamaica. Í blaðnum verður hann millum annað siteraður [...] sum skuldi standa fyri sølu av sjónvarps- og lýsingarrættindum, fór av knóranum. Sambært uppgerðini, sum nú fyriliggur var missurin av hesum 188 mió.kr, og ikki 260 mió.kr., sum roknað varð við, men yvirhøvur [...] Andreasen, formaður í FSF, vera, at teir enn ikki høvdu sæð frágreðingina við ákærunum móti Blatter, og at teir ikki vildu døma nakran, áðrenn teir høvdu sæð prógvini fyri ákærunum. Góður í nakrar mátar
stigatalvuni, og sum tað sær út í løtuni, so verður tað torført hjá nøkrum øðrum liði at koppa teimum av hesum. Tær hava longu verið í Vági, og hóast tær kunnu rokna við at missa móti bæði VÍF og Stjørnuni [...] betri glið á álopsspælinum, og var tað ikki fyri eina væl leikandi Helenu Dam í Neista-málinum, so kundi Kyndil væl drigið eitt fitt petti frá hesa løtuna. Tað eydnaðist tó ikki, og sum hálvleikurin leið, fekk [...] í verjupartinum, og tá hesin fekst at rigga, spurdust eisini onkur »løtt« kontra-mál burturúr, soleiðis at máltalvan snaraði til teirra fyrimun. At Kyndil bert fekk eitt mál seinastu 10 minuttirnar undan
Føroyum, og kring landið er nú spakuliga komið gongd á arbeiðið at skifta hesar. Tað er jú soleiðis, at vøllirnir ikki hava óavmarkaða livitíð, og millum annað eru vøllirnir í bæði Klaksvík og Havn skiftir [...] dotnir burtur ímillum, orsakað av regni, hevur arbeiðið gingið bæði skjótt og væl, og eftir átta arbeiðsdøgum er at kalla leyst og liðugt. Hósmorgunin vóru onkrir smávegis snøklar eftir, men roknað verður [...] vøllinum, og sum skilst eru menn sera væl nøgdir um nýggja undirlagið. Sagt verður, at hetta í nógv størri mun líkist grasi. Bólturin ferðast spakuligari, liggur at kalla oman á stráunum, og alt í alt
fingu Bergfríð, 12 ár, og Natalia, 1 ár, ein lítlan beiggja. Hann var 54 cm langur og vigaði 3525 gr. Foreldur teirra eru Maja og Leif Joensen, Viðareiði. 10. juni fingu Lív, 3 ár, og Vár, 2 ár, ein beiggja [...] beiggja. Hann vigaði 4100 g og var 55 cm til longdar. Foreldrini eru Anna og Erling Eidesgaard í Havn. 7. juni fingu Beinta og Regin Hammer, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4350 gr. 11. juni [...] Kristina Hoydal og Dess Thomsen, Stavanger, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3640 gr. 11. juni fingu Maureen Augustinussen og Just Hjelm, Vági, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3200 gr
iva, fara at valda millum kl. 10 og 14 sunnudag. Vit fáa okkara rundstykkir, og vit fara eisini í kirkju, sum vit plaga. Higartil hava vit nátt bæði rundstykkini og kirkjuna og tað gera vit eisini framyvir- [...] i skuffer, at man kan trække en mand ud 11 gange og ikke finde andet end godt i ham, og så er der alligevel i den 12te skuffe en slyngel, som ligger og griner ad de andre 11". Religión er nakað persónligt [...] John Johannesen sat á pinninum hugdi niður í borðið og risti uppgevandi við høvdinum. Kristian Magnussen sá út sum ein ballón, sum var við at bresta og Finnur Helmsdal skrivaði sítt mest ærliga lesarabræv
upp á 342 fermetrar og leigan er 239.400 um árið, men leigan skal prístalsviðgerast eina ferð um árið. Afturat tí koma útreiðslurnar til ljós og varma, og leigan er galdandi í 10 ár, og kann ikki sigast [...] serlig krøv til høli, sum skulu hava savnslutir í varðveitslu, bæði krøv til brunatrygd, hita og inniluft, og í hesum føri átekur útleigarin sær útreiðslurnar til tað. Men hon sigur, at í nýggju goymsluhølunum [...] Býarsavninum, og sostatt fer tað eisini at vera nógv lættari at skipa fyri framsýningum nógv oftari enn nú. Gunvør Balle sigur, at kommunan eigur nógv høli runt um, men at tey hava kannað øll hølini, og tað er