Døpur tøl

Roknskapurin hjá FIFA sýnir stór afturstig í mun til ætlaðu tølini, men er tó ikki heilt so vánaligur, sum áður mett, og framvegis tykist spenningur vera um formansvalið

Fótbóltspolitikkur

Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at føroysku umboðini á aðalfundinum hjá FIFA enn ikki hava gjørt av, hvussu teirra atkvøður skulu fella, tá formansvalið stendur á skránni.
Høvuðsorsøkina til hetta segði Dánjal Andreasen, formaður í FSF, vera, at teir enn ikki høvdu sæð frágreðingina við ákærunum móti Blatter, og at teir ikki vildu døma nakran, áðrenn teir høvdu sæð prógvini fyri ákærunum.

Góður í nakrar mátar
Norska blaðið, Dagens Nyheter, hevði herfyri eina samrøðu við UEFA forsetan, Lennart Johanson, og í hesum hevur sviin, sum seinast stillaði upp ímóti Sepp Blatter, samanborið Føroyar við lond sum Tahiti og Jamaica.
Í blaðnum verður hann millum annað siteraður fyri at siga, at so leingi sum smálond sum Tahiti, Jamaica og Føroyar fáa tann pening, sum teimum er lovað, so leggja tey líka í, hvussu vit klandrast við Blatter.
Tá vit spyrja Dánjal Andreasen, um nakað hald er í hesum, hevur hann mest av øllum hug at smílast.
- Sjálvandi hevur fíggjarligi parturin nakað at siga, og sum skilst, so hevur úrslitið hjá FIFA ikki verið heilt so galið, sum tað eina tíð var vandi fyri, men eg haldi tó ikki, at vit skulu samanberast við hasi londini.
- Tað er tó ein sannroynd, at Blatter í nógvar mátar hevur verið ein góður stuðul hjá teimum londum, har fótbólturin traditionelt ikki hevur verið so nógv frammi.
- Eitt nú hevur hann roynt at lagt stórar kappingar í lond, sum ikki hava so drúgva siðvenju á økinum, og í so máta kanst tú væl siga, at hann hevur verið við til at globalisera fótbóltin.

Fýra milliardir resta
Síðani prátið við Dánjal Andreasen varð gjørt, hevur FIFA lagt roknskapartølini fyri farna árið á borið, og hóast tey ikki eru heilt so ræðandi, sum fleiri hava gitt, so er greitt, at nógv restar í, áðrenn væntaða úrslitið kann realiserast.
Við árslok 2001 var samlaða gjaldførið hjá fótbóltssamgonguni umleið 2,1 mia.kr, og hóast hetta ljóðar av nógvum, so er hetta nakað væl minni enn tær 6,2 mia.kr., sum eftir ætlanini skuldu verið í kassanum um hetta mundið.
Ein partur av hesum stavar frá, at felagið hjá FIFA, sum skuldi standa fyri sølu av sjónvarps- og lýsingarrættindum, fór av knóranum. Sambært uppgerðini, sum nú fyriliggur var missurin av hesum 188 mió.kr, og ikki 260 mió.kr., sum roknað varð við, men yvirhøvur tykist hendan upphæddin ikki at muna serliga nógv í samlaða roknskapinum.

Argentina fær ikki undantak
At enda kann nevnast, at hóast aðalfundurin ikki verður settur fyrr enn mánadagin, so hevur ovasti myndugleikin í FIFA longu nú tikið onkrar avgerðir.
Eitt nú hava fimm lond fingið forboð fyri at atkvøða, tí tey hava møtt ov illa upp á fundunum hjá FIFA, og eisini er eitt heldur sermerkt mál við Argentina avgreitt.
Argentinar høvdu nevnliga biðið FIFA um loyvi at nýta tøl upp til 24 á troyggjunum í HM, soleiðis at eingin leikari kundi hava nummar 10 á rygginum. Hetta var ætlað til at heiðrað fyrrverandi stórleikara teirra, Diego Maradona, men hesum ynskinum hevur FIFA ikki eftirlíkað. Øll londini skulu hava troyggjur við tølunum frá 1 til 23 eru greiðu boðini frá aðalfundinum.