Tað er stór skomm at einki er gjørt

Men tað sum nú verður gjørt, halda summir býráðslimir í Havn vera heilt burtur úr vón og viti

 

Tað er stór skomm, at býráðið ikki enn hevur fingið eitt býarsavn. Tað staðfesti Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráði, á býráðsfundi hósdagin.

Býráðið hevur samtykt at leiga eina høll á Smyrilsevegi á Hálsi til at varðveita lutir hjá býarsavninum í.

Talan er um eina høll upp á 342 fermetrar og leigan er 239.400 um árið, men leigan skal

prístalsviðgerast eina ferð um árið.

Afturat tí koma útreiðslurnar til ljós og varma, og leigan er galdandi í 10 ár, og kann ikki sigast upp hesa tíðina.

Samstundis verður sáttmálan um goymslua hjá býarsavninum í Slættanesgøtu sagdur upp og ta leiguna sleppur býráðið so undan. So tilsamans førir hetta nýggja leigumálið við sær, at útreiðslurnar til leigu hækka 155.400 krónur um árið.

Gunvør Balle sigur, at tað setir serlig krøv til høli, sum skulu hava savnslutir í varðveitslu, bæði krøv til brunatrygd, hita og inniluft, og í hesum føri átekur útleigarin sær útreiðslurnar til tað.

Men hon sigur, at í nýggju goymsluhølunum eru umstøðurnar so mikið góðar, at tað ber til at hava fult yvirlit yvir lutirnar hjá Býarsavninum, og sostatt fer tað eisini at vera nógv lættari at skipa fyri framsýningum nógv oftari enn nú.

Gunvør Balle sigur, at kommunan eigur nógv høli runt um, men at tey hava kannað øll hølini, og tað er einki av teimum sum lýkur krøvini til at varðveita savnslutir í. Tískil heldur hon, at tað kemur væl við, at tey fáa hesi hølini.

Tí heldur hon, at hetta er ein framtíðartryggjað loysn, sum gevur býarsavninum nógv betri umstøður, enn tað hevur havt, samstundis sum at arbeitt verður við at útvega býarsavninum eitt framsýningarhøli eisini.

Hon heldur, at tað er stór skomm, at tað ikki langt síðani er gjørt, men at ætlanin nú er at gongd skal vera í málinum.

– Tað eru tveir grundstuðlar undir einum býarsavni, tað er framsýningarhøli og goymsluhøli. Nú hava tey goymsluhøli og nú skal so arbeiðast víðari fyri at fáa eitt framsýningarhøli, sigur hon.

Sum vit skrivaðu í áðni er tað eitt uppskot, at Býarsavnið fær framsýningarhøli har Musikkskúlin nú er.

 

 

Les meiri um tað her: Nú skal væl kendur bygningur í Havn takast niður

 

 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at ein goymsla er ein ógvuliga týðandi partur av einum býarsavni, tí tað ber ikki til at hava so stór høli, at allir lutirnir kunnu sýnast fram ísenn.

Men tað eru ikki allir býráðslimir, sum eru samdir í hesum, og teir halda eisini lítið um tosið um at útvega nýtt býarsavn.

Bæði Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, halda, at tað er burtur úr vón og viti, at Tórshavnar Býráð fer undir enn eitt leigumál.

Serliga átala teir, at leigumálið er bindandi í tíggju ár.

Tróndur Sigurðsson heldur, at, at tá er betri at varðveita Musikkskúlan og at brúka hann til goymslu, men kommunan eigur eisini onnur høli á Hjalla við hita í.

At býráðið bindur seg til ein leigusáttmála í tíggju ár, ljóðar ikki sum um at endamálið er at gera nakað veruligt býarsavn. Hetta er púra óneyðugt, og tað er bara fyri keypa sær frið í tíggju ár, heldur hann.

Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin, heldur hinvegin, at tað fantastiskt at leigumálið ikki kann sigast upp, tí so hevur kommunan tryggjað sær høli í tíggu ár, og tað er at framtíðartryggjað býarsavnið.