Sølvi stevnir eftir metinum

Í kvøld styrkti Víkingur um sína støðu á silvurplássinum við tryggum sigri á Skála, sum í fyrra hálvleiki var illa fyri

Grannauppgerðin undir Mýruhjalla á Skála, har Víkingur í kvøld var gestur, endaði við 3-1 sigri til gestirnar. Hálvleiksstøðan var 3-0 til gestirnar, sum í fyrra hálvleiki vóru rættiliga greitt omaná.

 

Eftir steðgin vóru ljósabláu víkingarnir ikki so grammir, sum teir høvdu verið, og tá ið tríggjar skiftingar vóru gjørdar í einum, sá tað út til, at favorittarnir ikki vóru so fokuseraðir, sum teir høvdu verið. Hóast avrikið ikki var nakað at reypa av, so vann Víkingur seg til upplagdar málmøguleikar, uttan at tað eydnaðist at økja um leiðsluna.

 

At tað aftur og aftur er endað við tapi ber við sær, at skálamenn eru meint raktir og ikki spæla við tí sjálvsálitinum, sum teir fleiri ferðir vístu fyrr í ár, tá ið teir vóru um reppið at vinna stig. Men heimamenninir vístu góðan hugburð, og í seinna hálvleiki eydnaðist teimum at minka um munin. Jan Ingason Hansen legði við frísparki fram úr vinstru og í brotsteigin, har Uros Stojanov var merkiliga leysur, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið.

 

Í fyrra hálvleiki skoraði Sølvi Vatnhamar tvey mál, og Martin Klein Joensen skoraði eitt mál. Nú hevur Sølvi Vatnhamar skorað 18 mál í 18 dystum. Í fjør setti Mikkel Dahl málmet, tá ið hann fyri HB skoraði 27 mál í 27 dystum. At Sølvi Vatnhamar hevur skorað 18 mál í 18 dystum er sama miðaltal, sum tað var hjá Mikkel Dahl í fjør, og tí eigur møguleikin ikki at verða útihýstur fyri, at Sølvi fer at hótta skjótt eitt ára gamla metið.

 

Átta minuttir undan leikloki var tað merkisvert, at 16 ára gamli Árni Nóa Atlason fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á besta liðið hjá Víkingi. Hann er sonur liðformannin og miðverjan Atla Gregersen, og harvið vóru faðir og sonur á sama liði, og tað kemur sjáldan fyri.

 

-

 

Skála – Víkingur 1-3 (0-3)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar

 

0-2: Martin Klein Joensen

 

0-3: Sølvi Vatnhamar

 

1-3: Uros Stojanov

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

Skála: Jákup Nolsøe Olsen – Andreas Thomsen, Vukasin Tomic, Pætur Dam Jacobsen, Djóni Petersen – Ari Ó. Ellingsgaard, Mikal á Reynatrøð – Karl Martin Johansen, Jan Ingason Hansen, Poul Kallsberg – Uros Stojanov

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Géza Dávid Túri, Noah Mneney, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen

 

-

 

17161047449
Víkingur181413561743
HB181143372037
B3617827321626
EB/Streymur18738243524
07 Vestur185310234818
B68185211263917
AB185211244917
NSÍ185112224216
Skála18151221428

 

 

 

-

 

Sunnudagin 21. august

 

KÍ – 07 Vestur: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

Víkingur – B68: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

EB/Streymur – B36: Petur Reinert kl. 15.00

 

HB – Skála: Rani A. Skaalum kl. 15.00

 

AB – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00