Rundstykkir, tolsemi og fólkaræði

Gordon Ejdesgaard
?????

Uppskotið um broytingarnar í afturlatingarlógini fekk mangan mann upp á gos. Tingmenn sum annars vísa sóma, fóru algoystir á røðarapallin. Oldurin, við skjúrtuni hálva uttan á buksunum, fekk næstan ikki tosa sum hann stamandi leitaði eftir orðunum. John Johannesen sat á pinninum hugdi niður í borðið og risti uppgevandi við høvdinum. Kristian Magnussen sá út sum ein ballón, sum var við at bresta og Finnur Helmsdal skrivaði sítt mest ærliga lesarabræv nakrantíð- gav sær sjálvum, so at siga, reyða kortið. Prestar vóru drignir inn í málið og fingu drúgva talutíð í sjónvarpinum. Øll tosaðu um hetta málið og høvdu eina meining. Hvat stóð uppá spæl? Upsaavtalan við russin? Fíggjarlógin? Yvirtøkan av fólkakirkjuni?- nei! Nakað sum hevði nógv størri týdning fyri tingmenn: rundstykkini sunnumorgun. Ja, hvør skuldi trú tí, annar enn vit sum kenna tingmanningina.
Kanska tað var í lagi, at vit fingu frið fyri mammon í 4 tímar. Vita hava jú brúk fyri friði av og á. So hví ikki steingja fyri sær sjálvum og so sjálvandi fyri øllum hinum, sum eisini hava brúk fyri tí, men ikki eru greið yvir tað. Fólk eru jú ikki altíð greið yvir, hvat er til teirra besta, so tað er óført vit hava eina tingmanning, sum veit betri. Hvar høvdu vit verið uttan hesi góðu tingfólk?
Løgið nokk vóru fleiri sum tosaðu um rundstykkir enn um tað principiella í málinum.
Alt á gosi um rundstykkini. Ella hvussu var? Snúði hetta seg um rundstykkir ella møguleikan at misnýta frælsi til at avmarka møguleikarnir hjá øðrum? Kundu vit hóma hin innara svínhundin?
Viggo Hørup skrivaði um menniskjalyndi. Fyri honum var menniskjalyndi "så løjerligt inddelt i skuffer, at man kan trække en mand ud 11 gange og ikke finde andet end godt i ham, og så er der alligevel i den 12te skuffe en slyngel, som ligger og griner ad de andre 11".
Religión er nakað persónligt fyri okkum øll. Soleiðis at skilja, at tað er ymiskt, hvønn týdning vit leggja í religiónina. Tað hevur ørkymla ameri-kanskar granskarar, at tað ferð eftir ferð verður víst á eitt beinleiðis samband millum trúliga kirkjugongd og manglandi tolsemi fyri øðrum menniskjum.
Og lættari gjørdist tað ikki fyri granskararnir, tá funni var fram til, at størst tolsemi er millum teirra, sum ikki hava nakað tilknýti til eina samkomu ella kirkju.
Havandi hetta í huga og viðgerðina á tingið fær ein okkurt at hugsa um.
Nú endaði hetta skemtiliga álvarsmál sum flest øll vónaðu, við at flestu tingfólk vístu tolsemi. Og friður man enn, uttan iva, fara at valda millum kl. 10 og 14 sunnudag. Vit fáa okkara rundstykkir, og vit fara eisini í kirkju, sum vit plaga. Higartil hava vit nátt bæði rundstykkini og kirkjuna og tað gera vit eisini framyvir- uttan hjálp frá tingmanningini. Og tingmenn hava lært ikki at blanda seg ov nógv í upp-og afturlatingartíðir.
Tá hetta er sagt, er annar lutur í málinum eftir. Nevniliga at vit høvdu eina test í fólkaræði. Sjón fyri søgn: øll vóru á gosi. Fyri eins væl og ímóti. Sjónvarpið, útvarpið, bløðini og vinnulívsfólk tóku málið upp. So er tað líkamikið um talan er um rundstykkir, upsa ella fíggjarlógina. At fólkaræði hevur tað væl, tá ið umræður, er einki at ivast í. At testin so snúi seg um afturlatingartíðir og rundstykkir kann ein so bert smírast at.
Og tað gera bakarin uttan iva!