oftari. At enda fóru dómararnir at meta um framførslurnar hjá teimum fýra. Og vit kunnu ikki siga, at tað kom óvart á fjøldina, at Brandur vann umfarið. Hann var ein klassa omanfyri hinar luttakararnar, og [...] takast í alt ov stóran álvara. Løgini vóru stuttlig, og man má rósa honum fyri at vera so djarvan at luttaka, hóast hann so at siga er óroyndur á palli. Síðan trein Petur Háberg Jacobsen á pall. Hann hevur [...] kenslu av, at hansara tónleikur saknaði dynamik og øðrvísi hugsan. Tí hetta vóru góð løg, men tey vóru, sum áður nevnt, sera trygg og pen. Petur hevði eisini onkur »hit« í skuffuni. Ongin ivi er um, at Petur
Jonhard Hammer. Hann sigur víðari, at um Jákup Magnussen heldur seg hava onkur prógv um hetta, so vil Jonhard Hammer hava Jákup Magnussen at leggja tey fram. - So kann eg sum stjóri fyri Rás2 kann fyrihalda [...] Samskifti sær sjálvur í avtaluni, at hon skuldi ikki merkja, at Rás2 ikki kundi føra kritiskan journalistik ímóti Føroya Tele, sigur Jonhard Hammer. - Tað er ódámligt, at Útvarpið við øllum sínum almennu [...] útvarpsstøð. Og eg skal lata verða við at siga mína hugsa um, hvørt Kringvarpið er kommeriselt ella ikki. Starvsfólkini á Rás2 hava ikki uppiborið slíka umrøðu, sum tey fingu í Útvarpinum fríggjadagin. Okkara
Smyril Line og Norrøna eru komin fyri at verða. Vit trúgva tí avgjørt uppá hesa verkætlan. Og nú onkur setir spurnartekin við, um tað fer at bera seg, kann eg bert siga, at tað varð eisini sagt, tá Smyril varð [...] Hallgrímsson sigur seg vóna, at samstarvið fer at vera eins gott í framtíðini sum tað hevur verið øll hesi árini, nevniliga fyrimyndarligt og ynskir hann eisini hetlendingum vælkomnum at vera við í hesi verkætlan [...] eisini tí, at íslendingar settu fimm mill. kr. í nýggju Norrønu. Jónas vísir á, at teir í Seyðisfirði gera stórar íløgur í betri havn og móttøku fyri góðar 50 mill. kr. Hann heldur tað vera rætt at sigla til
verið at sæð á Skálafjørðinum. Í staðin hevur gamli báturin, um tað ber til at siga soleiðis um 10-mannafarið, ið varð smíðað í 1998, verið nógv at sæð, og tað verður ellivu ára gamla snekkjan, sum hevur [...] síðsta róðri fara at kappast umborð á. Eysturoyingur hevur vant nógv í hesi vikuni. Hann hevur verið at sæð á eystaru síðu á fjørðinum, har kappróður plagar at vera, og hann hevur verið at sæð fram við vestara [...] ógvuliga nógv fyri í roynd at vinna ólavsøkuróðurin og harvið at fáa eitt slag av uppreisn fyri úrslitini, sum ikki hava verið so góð, sum tað frammanundan varð vónað, og sum gongdin í tveimum teimum fyrstu
kann hann tí fyrilitarleyst siga tað, sum í løtuni er best at siga ella svara tingmonnum og øðrum. Hesin løgmaðurin hevur eins og undanfarni, ikki stóru trupulleikarnar av at siga landsstýrismonnum úr øðrum [...] segði. At hann so eisini hugleiddi um eitt meira varierað bústaðartilboð reingir einki við tann veruleikan, at hann kolldømdi øll sambýlini. At tað so var illsinnið, sum kanska tók ræðið á honum, og at hann [...] mín persón í ringt ljós, heldur enn at siga sum er. Onkuntíð tá eg havi víst á okkurt Almannastovuni viðvíkjandi, gongur HPS runt og sigur starvsfeløgum og øðrum, at Finnur hevur trupulleikar og undirl
eg, at vit, sum sita og fylgja við fyrilestrinum á netinum, eru meira aktiv enn tey, sum eru fysiskt til staðar á universitetinum, sigur Jákup Egil Jensen. Umframt at vera til fyrilestur so at siga hvønn [...] próvtøku sum fer fram á sama hátt, sum undirvísingin hevur verið, síðani tey byrjaðu í september í fjør. Tey skulu til próvtøku umvegis internetið. - Eg dugi ikki at síggja nakrar vansar við at fáa undirvísing [...] ið hann tekur sum fjarlestur. Vanliga tekur henda útbúgvingin trý ár, men av tí at talan er um fjarlestur, er lestrartíðin sett til at vera fimm ár. - Eg sá eina lýsing í bløðunum, um at nú bjóðaði Syddansk
Og tað grundar hann á, at tá kundin bara kemur at læra tað, hann veit, at hann hevur brúk fyri, verður áhugin eisini størri av tí sama. Tað er hóast alt munur á at hava kundar, sum fara avstað við 100% úrtøku [...] ving, sigur hann. Og hann metir eisini, at føroyingar eru við at broyta hugburð tann vegin, at teir síggja, at tað er neyðugt. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tá tú ert liðugur við eina útbúgving, so [...] undir at halda skræddaraseymað skeið, gjørd soleiðis sum kundin ynskir tey. Jens Godik Højen, útbúgvingarleiðari, sigur, at eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann kom á Formula.fo í vár, var at kollvelta
Birgit sigur, at Ingemar, sum bæði er elektrikari og maskinmaður, loysti av á smoltstøðini klokkan 10 jólaaftans morgun. Uppgávan hjá honum er at ansa eftir, at motorar og skipanir annars koyra, sum tey skulu [...] Øðrvísi jól Vanligt er at siga, at jólamenninir koma oman úr hellum sínum á jólum. Børnini, sum hanga sínar hosur upp jólaaftanskvøld, vænta sær okkurt morgunin eftir. Og jólamenn eru trúfastir; teir "lumpa" [...] pappíri, mandarinskølum og restum av sjokolátu, sum ikki gagnaðist so væl. Jól millum fjalla Flestu hava frí á jólum, men ikki øll. Tað er altíð onkur, sum noyðist at vera til arbeiðis ? eisini jólaaftan, tá
eru millum Hvalba og Trongisvág & Hvalba og Sandvík ! Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð. [...] váttað hetta alment! Um svarið er játtandi, so er møguliekin fyri at seta tiltøk í verk. Hugsast kann at undirskriftir verða samlaðar ella at nýggji politiski flokkurin, ið er á veg fær stuðil frá borgarum [...] trongir til at verða dagførd beinanvegin. Vit eru nógv, ið koyra gjøgnum hesa tunnel hvønn dag, og er ikki gott at vita hvussu nógv 100 tons sita leys undir loftinum og bíða eftir høvi til at detta niður
bátarnir lógu stavn um stavn so at siga allan róðurin til miklan spenning fyri áskoðarar eins væl og rógvarar. Tað er undirhaldandi at síggja slíkar róðrar, tí teir bera boð um, at støðið hækkar fyri hvørja [...] hvørja stevnu, og tað er bara at fegnast um. Tá endaspurturin byrjaði hildu tey flestu, at nú mundi onkur bátur fara at ríva seg leysan. Men so var ikki. Heldur løgdust teir aftaru afturat. Har kom millum aðrir [...] verið Blikur og Sílið, sum hava vunnið undanfarnu fýra róðrarnar, men í byrjanini í Vestmanna vildu vertirnir tað øðrvísi. Tá startspurturin var av, lat til at Sílið úr Havn var við at koma seg. Báturin við