Spurningurin er, um hetta svarið hevur verið til politiska viðgerð í samgonguni?
Gott hevði verið um allir floksformennirnir kundu váttað hetta alment!
Um svarið er játtandi, so er møguliekin fyri at seta tiltøk í verk. Hugsast kann at undirskriftir verða samlaðar ella at nýggji politiski flokkurin, ið er á veg fær stuðil frá borgarum í Suðuroynni, ið ikki finnað seg í hesari niðurgerð, ið heldur framm.
Okkara skjótt 50 ára gamla farleið er sera vandamikil og trongir til at verða dagførd beinanvegin. Vit eru nógv, ið koyra gjøgnum hesa tunnel hvønn dag, og er ikki gott at vita hvussu nógv 100 tons sita leys undir loftinum og bíða eftir høvi til at detta niður á bilar og fólk. Hetta er so veruleikin vit livað í, hvønn einasta dag.
Tað verður einans gjørt við einari nýggjari tunnell millum Trongisvág og Hvalba. Hvalbiar kommuna hevur latið gjørt eitt uppskot til nýggja tunnel. Uppskoti kann síggjast á heimasíðuni hjá Hvalbiar Kommunu:
HYPERLINK "http://www.hvalba.fo/pages/posts/nyggjur-hvalbiartunnil-a-breddan48.php" www.hvalba.fo/pages/posts/nyggjur-hvalbiartunnil-a-breddan48.php
Løgið er at ein tunnel, ið ikki lýkur krøv um trygd og ikki er tíðarhóskandi, kann verða góðtikin sum farleið av mynduleikunum. Taka vit dømi við einum bili, ið ikki lýkur krøv frá m.a. Akstovuni, so missir bilurin pláturnar og fær koyribann. Men ein tunnil, ið fleiri hundrað fólk ferðast ígjøgnum hvønn dag verður góðtikin av landstýriskvinnuni, ið hevur ábyrgd og ikki minst kemur at standa til svars fyri ein vanlukku, ið vit ikki vóna verður.
Sandvík og Hvalba eru umskorin, í ein stóran mun, frá restini av Suðuroynni. Farleið okkara er alt ov lítilog ótrygg, á allan hátt. So leingið, ið eingin nýggj tunnel er millum Trongisvág og Hvalba, skal landstýriskvinnan, í/við innlendismálum, gloyma alt um at leggja kommunurnar Suðuroynna saman. Fólkið í Hvalba og Sandvík fer ikki at góðtakað at leggja saman við einum parti, ið tey, grundað á farleiðina, ikki føla seg verða ein part av.
Eg minnist so væl at øll valevnini, ið bjóðaði seg framm, til løgtingsvalið í januar 2008, í Suðuroynni. Tað bleiv lovað at nú skuldi tunnil gerast millum Hvalba og Trongisvág. Mín spurningur er: Eru Suðringar gloymdir, ella minnast tit til okkum tá val verður aftur ?
Eitt er vist – hendir einki nú, so kunnu tit gloyma at koma við gyltum lyftum til næsta val.
Minnist eg rætt, so er Hvalbiar Kommuna – einasta kommuna í landinum, ið hevur goldið stóran part í tunlunum, ið eru millum Hvalba og Trongisvág & Hvalba og Sandvík !
Vónandi lesur onkur hetta, ið hevur eitt orð at siga. Hvør kann og torir at siga, eitt orð.