Persónlig álop fjala ikki veruleikan

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður


Tað er nógv nýtt, og er tí eisini eitt rættiliga væl kent fyribrygdi, nevniliga at ein flytur orðaskiftið yvir á persónliga bógvin, tá ein hevur tikið botn fakliga. Og nú tað snýr seg um bútilboð til menningartarnað, jú, so roynir landsstýrismaðurin enn eina ferð at seta mín persón í ringt ljós, heldur enn at siga sum er. Onkuntíð tá eg havi víst á okkurt Almannastovuni viðvíkjandi, gongur HPS runt og sigur starvsfeløgum og øðrum, at Finnur hevur trupulleikar og undirlutakenslur í mun til Almannastovuna. Nú tað snýr seg um menningartarnað, er Finnur illsintur.
Men ynskir Hans Pauli at verða viðgjørdur á persónliga bógnum, so er tað í hvussu er ikki til hansara fyrimuns. Eri eg illsintur, so er Hans Pauli Strøm ein óstýriligur beserkur. Tað er heldur reglan enn undantakið, at landsstýrismaðurin situr saman bitin og starir niður í borðið, tá hansara mál verða viðgjørd í tinginum. Blommureyði roðin, sum spakuliga breiðir seg um allan heysin, avdúkar sinnisstøðuna hjá manninum. Og tá hann so trínur pallin, sær tú eina tomat við flúgvaraoyrum, við eygum sum ikki duga at fanga fokus. Tú sær, hvussu hann berjist fyri at halda beserkinum innanborða. Hetta kann tykjast eitt sindur ógvusligt viðhvørt, tá beserkurin er so stórur í klæntrasliga kroppinum. Alt ofta bert tí onkur er ósamdur við honum í onkrum. Nokk eri eg illsintur, men eg komi ikki Hans Paula Strøm til knýggja tí viðvíkjandi.
Eitt er at vera illsintur, men sigur man so eisini ósatt omaná, tá kunnu tosa um ein, ikki bara óhepnan, men sanniliga eisini vandamiklan, cocktail. Ikki minst um vit tosa um persón, sum situr í landsstýrismannasessi.
Ósannindir og skeivleikar
Tað mest ótrúliga við Hans Paula Strøm er, at er hann fyrst fangaður í at mistaka seg, so ger hann tað bara í dupult mát næstu ferð. Dømi um hetta er frítíðarskúlin á Tvøroyri, málið um miðnámsskúlan/ellisheimið í Vági, málið um játtanir til ellis- og røktarheimspláss, hagtølini fyri tørvi á ellis- og røktarheimsplássum, tá hann á skrift bar fram hóttanir og ákærur móti løgtingsskrivstovuni og trivnaðarnevndini í málinum úm Barnaverndarlógina, málið viðvíkjandi serdagsstovninum á Argjum og nú hetta málið. Bert fyri at nevna nøkur. Men tað er kanska ikki so løgið, at landsstýrismaðurin nýtur slíka framferð. Hann hevur funnið út av, at løgmaðurin hevur givið honum ein blankokekk soleiðis, at hann kann gera snøgt sagt tað, honum lystir, einki fær avleiðingar fyri hansara landsstýrismannastarv. Øll oman fyri nevndu málini skuldu sjálvsagt havt elvt til, at løgmaður segði Hans Paula Strøm úr starvi, men ikki ein gang summurin av øllum teimum fær løgmann til so mikið sum at lyfta aðra eygnabrúnna. Hans Pauli veit tí, at hann er friðaður í flokki C, og kann hann tí fyrilitarleyst siga tað, sum í løtuni er best at siga ella svara tingmonnum og øðrum. Hesin løgmaðurin hevur eins og undanfarni, ikki stóru trupulleikarnar av at siga landsstýrismonnum úr øðrum flokkum úr starvi, men loypur ketan av, tá tað kemur til eins egna flokk. Og hevur hesin hugburður bjargað Hans Paula Strøm meira enn eina ferð.
Í tinginum mikudagin bar Hans Pauli Strøm fram bæði ósannindi og skeivleikar, tá eg spurdi hann um, hví nøkur menningartarnað skuldu flyta aftur á Eirargarð. Eg vísi á hesar skeivleikar og ósannindi í lesarabrævi dagin eftir, men hvat ger HPS, jú, hann leggur eftir mær persónliga og kallar meg illsintan lygnara í yvirskriftini. Fólk, sum halda seg hava óavmarkað vald, tey kenna sjaldan mørkini.
Prógvini fyriliggja
Eg ætli mær tó ikki enn eina ferð at greiða Føroya fólki frá, hvussu landsstýrismaðurin hevur sagt ósatt og somuleiðis villeitt tingið. Eg fari ein falt at leggja prógvini á borðið. Prógvini finni eg í upptøkunum av øllum tí, sum verður sagt í tinginum. Lesarin skal her sleppa at lesa eina beinleiðis avskrift av teimum ósannindum og skeivleikum, sum HPS bar fram henda dagin.
Fyrstu ferð landsstýrismaðurin tók orðið í málinum, segði hann m.a. soleiðis: ...Í samband við at Serstovnadeildin tók avgerðina um at flyta búfólkini aftur á Eirargarð, varð málið sent til hoyringar hjá avvarðandi, starvsfólkum og fakfelag teirra. Og tá freistin var úti (ígjar) var einki hoyringssvar innkomið. Og eingin, sum málið snýr seg um, hevur sett seg upp móti avgerðini.
Her sigur landsstýrismaðurin ósatt, tí álitisfólkið á stovninum bar eitt hoyringssvar út á Serstovnadeildina og avleveraði tað har dagin fyri, at freistin var úti. Í hoyringssvarinum stendur, at langt frá øll taka undir við avgerðini, um at flyta búfólkini út á Eirargarð.
Aðru ferð landsstýrismaðurin tekur orðið, sigur hann millum annað, at kvaliteturin á teimum sambýlunum, sum eru, er ónøktandi.
Triðju ferð hann tekur orðið, sigur hann m.a.: ...fari at biðja spyrjaran lesa grein í onkrum fakblaði, sum fyrrverandi leiðari á Serstovnadeildini skrivaði fáar mánaðar, eftir at eg(HPS) bleiv landstýrismaður. Høvuðsákæran hjá greinaskrivaranum var, at man hevði fingið sambýli, sambýli, sambýli...og at hesi vóru lappaloysnir, lappaloysnir, lappaloysnir... Hans Pauli Strøm segði við hesum, at øll sambýlini vóru lappaloysnir, og merkir tað, at hann kolldømdi øll sambýlini.. Leggja vit so tað saman við orðini, hann segði í øðrum umfari, nevniliga, at kvaliteturin á sambýlunum er ónøktandi, kann nakar so vera í iva, um hvat landsstýrismaðurin segði. At hann so eisini hugleiddi um eitt meira varierað bústaðartilboð reingir einki við tann veruleikan, at hann kolldømdi øll sambýlini. At tað so var illsinnið, sum kanska tók ræðið á honum, og at hann tí tók nakað rívan til, tað er so ein onnur søga.
Hampuligt betri enn vánaligt
Nú eru ikki øll, sum vara av bústovninum við Sundsvegin, samd um, at tað er nøkur vanlukka, at fýra búfólk verða flutt út aftur á Eirargarð. Hetta bæði tá tað snýr seg um starvsfólk og avvarðandi. Onkur teirra hevur sagt við undirritaða, at tey halda at Eirargarður er betri loysn enn Sundsvegur. Grundgevingin er hvørjaferð, at fysisku karmarnir eru betri. Tað sigur seg sjálvt, at letur tú fólk búgva og starvast undir vánaligum og óvirðiligum umstøðum nóg leingi, so vilja hesi fólk, fyrr ella seinni, taka ímóti so at siga øllum við útrøttum ørmum, bert talan er um onkra betring. Hevði eg eina fyritøku, og eg lat ein av seljarum mínum koyra runt í einum 20 ára gomlum bili, so hevði sami seljari við gleði tikið ímóti einum 12 ára gomlum, tí hesin uttan iva var í betri standi. Men tað er neyvan gott fyri nakað, at ein stjóri letur seljara koyra runt til kundarnar í einum 12 ára gomlum bili. Hevur avvarðandi leiðsla frá byrjan verið greið yvir, at viðurskiftini við Sundsvegin vóru út av lagi, er tað álvarsligt og meira enn átaluvert, at engin hevur gjørt nakað við trupulleikan. Nevniliga at syrgja fyri, at búfólkini fingu meira hóskandi bústað. Henda misgerðin verður ikki gottgjørd, við at fólkini nú verða flutt út á Eirargarð. Heldur verður misgerðin sett í perspektiv. Tað er ikki gott nokk ella ílagi, at landsstýrismaðurin góðtekur, at menningartarnað verða flutt úr sambýli út aftur á Eirargarð, sjálvt um tað møguliga er talan um fyribils loysn. Hvørki menningartarnað ella sinnisjúk eiga at búgva har úti. So er tað sagt. Loysnin á tí trupulleikanum er at finna ella byggja egnað hús til endamálið. Loysnin er IKKI at flyta búfólkini út aftur á Eirargarð. Hampuligt er vanliga betur enn vánaligt. Men hampuligt er ikki gott nokk til okkara menningartarnaðu 2006.
Ráð míni til Hans Paula Strøm eru: Halt teg til málið næstu ferð, tað tænir øllum, eisini tær, betur.