Juralesandi heima í stovuni

Í morgin skulu Jákup Egil Jensen og 11 onnur til próvtøku í løgfrøði. Ikki á donskum universiteti, men framman fyri telduskíggjan. - Eg hevði ongantíð farið í holt við hesa útbúgvingina, um eg skuldi sitið á skúlabonki í Danmark. Tað sigur 52 ára gamli havnarmaðurin, ið lesur løgfrøði sum fjarlestur

Í morgin fara 12 føroysk løgfrøðilesandi til eina heldur annarleiðis próvtøku. Eina próvtøku sum fer fram á sama hátt, sum undirvísingin hevur verið, síðani tey byrjaðu í september í fjør. Tey skulu til próvtøku umvegis internetið.

- Eg dugi ikki at síggja nakrar vansar við at fáa undirvísing og fara til próvtøku umvegis internetið. Tað hevur riggað stak væl, sigur Jákup Egil Jensen úr Havn. Hann er ein av teimum 12 næmingunum, sum hevur tikið av tilboðnum frá Syddansk Univeristet í Odense um at taka bachelorútbúving í løgfrøði umvegis internetið.


Er ongantíð í skúla

Tað var seinasta summar, at Jákup Egil Jensen setti hol á ta fimm ára langu útbúgvingina, ið hann tekur sum fjarlestur. Vanliga tekur henda útbúgvingin trý ár, men av tí at talan er um fjarlestur, er lestrartíðin sett til at vera fimm ár.

- Eg sá eina lýsing í bløðunum, um at nú bjóðaði Syddansk Universitet áhugaðum at taka bachelorútbúgvingina í løgfrøði sum fjarlestur, og eg valdi at taka av alt fyri eitt, fortelur Jákup Egil Jensen. Dagliga starvast hann hjá Atlantic Airways sum compliance auditor, har hansara uppgáva er at syrgja fyri, at allar lógir galdandi fyri flogfeløg verða hildnar.

- Í gerandisdegnum fáist eg nógv við løgfrøði, og tí helt eg tað vera upplagt, at fáa mær hesa bachelorútbúgvingina, sigur Jákup Eli Jensen og heldur fram:

- Eg havi ikki møguleika at fara á tann vanliga skúlabonkin, har tú skalt í skúla fimm dagar um vikuna, tí eg eri í føstum starvi og fari til arbeiðis hvønn dag. Tískil hóskar tilboðið frá Syddansk Universitet væl til mín, sigur Jákup Egil Jensen.

- Eg ivist ikki í, at henda útbúgvingin kann hjálpa mær í gerandisdegnum, og higartil hevur tað, sum eg havi lisið, verið áhugavert og ógvuliga relevant.


Fyrilestrar hvønn leygardag

Vanliga plagar Jákup Egil Jensen at sita framman fyri telduskíggjanum hvønn leygardag allan fyrrapartin og nakað út á seinnapartin. Tá er hann til fyrilestur hjá onkrum professara ella lektara á Syddansk Universitet.

- Fleiri upptøkutól filma fyrilestrarnar, og so ber til hjá okkum her í Føroyum og aðrastaðni at fylgja við beinleiðis umvegis internetið, greiðir Jákup Egil Jensen frá.

Hóast hann situr heima við hús og fylgir fyrilestrunum kennir hann seg á ongan hátt passivan. Heldur tvørturímóti.

- Vit hava møguleika fyri at seta fyrilestrarhaldaranum spurningar, sum hann síðani svarar á sjálvum fyrilestrinum. Siti eg við onkrum spurningi, kann eg skriva tað til ein persón, sum er til staðar undir fyrilestrinum, og hesin persónurin setur so viðkomandi fyrilestrarhaldara spurningin, fortelur Jákup Egil Jensen.

- Ofta haldi eg, at vit, sum sita og fylgja við fyrilestrinum á netinum, eru meira aktiv enn tey, sum eru fysiskt til staðar á universitetinum, sigur Jákup Egil Jensen.

Umframt at vera til fyrilestur so at siga hvønn leygardag verða sunnudagarnir hjá Jákupi Egil Jensen brúktir til løgfrøðislesnað.

- Vit hava eina vanliga lesiætlan, sum vit fylgja. Vanliga brúki eg sunnudagar til at lesa, og onkuntíð fer so eisini ein tími okkurt kvøldi í vikuni til heimaarbeiði.


Fjarpróvtøka í 4 tímar

Tá Jákup Egil Jensen og hinir ellivu føroyingarnir skulu til próvtøku í “juridisk metode” í morgin, verður tað eisini umvegis internetið. Hóast hetta fer próvtøkan hjá føroyingunum í stóran mun fram á sama hátt sum hjá teimum, ið verða stødd á Syddansk Universitet.

- Vit sita í eini skúlastovu á Handilsskúlanum í Havn. Uppgávan verður løgd út á ein portal, har vit skulu innrita fyri at síggja uppgávuna. Vit prenta uppgávuna á pappír og hava síðani tilsamans fýra tímar til at leita eftir upplýsingunum, vit skulu brúka, sigur Jákup Egil Jensen og heldur fram:

- Vit skriva alt á eitt word-dokument, sum síðani verður uploada til eina síðu á netinum, har lærararnir kunnu fáa fatur á dokumentinum.

At fyrireika seg til próvtøkuna og annars at fylgja við fyrilestrum umvegis internetið er á ongan hátt trupult, heldur Jákup Egil Jensen.

- Tú kanst altíð fáa samband við undirvísarar og tey, ið halda fyrilestrarnar. Harafturat kunnu vit altíð seta teimum sokallaðu hjálparinstruktørum spurningar á einum chatforum. Hetta eru onnur lesandi, sum tó hava lisið í nøkur fleiri ár, fortelur Jákup Egil Jensen.

Hann kennir seg væl fyrireikaðan til fjarpróvtøkuna í morgin.

- Eg havi lisið alt pensum eina ferð afturat, og havi annars fylgt við í øllum fyrilestrunum, ið hava verið, so eg haldi, at eg eri væl fyrireikaður, sigur Jákup Egil Jensen.