Rókur Jákupson Jakobsen
Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfar av Singer/songwriter kappingini í Hafnia. Fýra lagsmiðir skuldu kappast um rættin at koma í finaluna. Reglurnar eru, at luttakararnir skulu spæla minst tvey heimagjørd løg, og eitt triðja sum er valfrítt. Tey bæði heimagjørdu løgini skulu vera á føroyskum. Flestu luttakararnir nýta tað triðja, valfría lagið til at syngja eitt heimagjørt lag á enskum.
Fyrstur á pallin var Opur Torleifsson. Hann hevur ongantíð áður staðið á palli, og tess vegna var hann sjónliga nervøsur. Men hóast tað var hann stuttligur og nærverandi. Tað mesta av hansara tónleiki skal ikki takast í alt ov stóran álvara. Løgini vóru stuttlig, og man má rósa honum fyri at vera so djarvan at luttaka, hóast hann so at siga er óroyndur á palli.
Síðan trein Petur Háberg Jacobsen á pall. Hann hevur áður givið fløgur út, so hetta skakaði hann ikki tað minsta. Við eini professionellari framførslu var hann tryggur á pallinum. Hann syngur væl og reint, og so spælir hann eisini væl upp á guittaran. Løgini vóru vøkur og trygg. Kanska í so trygg. Ein sat onkutíð við eini kenslu av, at hansara tónleikur saknaði dynamik og øðrvísi hugsan. Tí hetta vóru góð løg, men tey vóru, sum áður nevnt, sera trygg og pen. Petur hevði eisini onkur »hit« í skuffuni. Ongin ivi er um, at Petur er ein góður lagsmiður og sangari, og um hann ger tónleikin eitt sindur litríkari, verður úrslitið heilt spennandi.
Nú trínur Guðrið Hansen á pallin, og tað hoyrist millum áskoðararnar, at hon hevur nógvar fjepparar í salinum. Við hennara yndisliga sangi og country kenda guittarspæli hugtók hon fjøldina. Serliga meistraði hon lopið frá vanligari rødd og upp í falsettina væl. Hennara løg vóru rættiliga góð. Tó var tað triðja og seinasta lagið tað besta. Eg haldi, at lagið eitur »Nothing to write home about«. Hetta var eitt fangandi lag, og tú kundi ikki lata vera við at tralla við Guðrið. Tað verður sera spennandi at fylgja við tónleikinum hjá Guðrið Hansen komandi tíðina.
Síðstur á pallin var Brandur Jacobsen. Hann kenna summi frá 90´ara rokkbólkinum Ikaros. Tá ið Brandur legði út, var tað beinanvegin greitt, at her var talan um ein favoritt at vinna seg í finaluna. Hann megnaði meir enn nakar annar hetta kvøld at slíta skilnaðin millum ljóðføri og rødd og sostatt skapa tónleik í eini eind. Brandur syngur sera væl. Hann hevur fult tamarhald á framførsluni, og løgini, sum hann spældi, vóru spennandi og vøkur. Serliga lagið »Lands End« var gott. Vit kunnu fegnast um, at Brandur aftur gjørdi um seg á føroyska tónleikapallinum; hetta átti hann at gjørt oftari.
At enda fóru dómararnir at meta um framførslurnar hjá teimum fýra. Og vit kunnu ikki siga, at tað kom óvart á fjøldina, at Brandur vann umfarið. Hann var ein klassa omanfyri hinar luttakararnar, og hansara evni sum sangari og lagsmiður eru eyðsæð.