Øðrvísi jól
Vanligt er at siga, at jólamenninir koma oman úr hellum sínum á jólum. Børnini, sum hanga sínar hosur upp jólaaftanskvøld, vænta sær okkurt morgunin eftir. Og jólamenn eru trúfastir; teir "lumpa" ikki børnini, soleiðis at einki er í hosuni jólamorgun. Líkamikið, um tað er regn, vindur ella stórkavi, so kemur jólamaðurin altíð. Børnini fara spent upp jólamorgun - og ofta eru tey tíðliga á fótum. Jú, mín sann! Jólamaðurin hevur verið; ein full hosa hongur á songarstokkinum ella liggur á náttborðinum. Skjótt er alt hálað úr hosuni ? og kanska var onkur lítil pakki eisini millum góðgæti. Tey fyrstu bommini hvørva skjótt inn um varrarnar, og meðan lítli pakkin verður latin upp, rulla bommini aftur og fram í munninum. Onkur mandarin verður etin, men skølini fara ikki í pappírskurvina. Tey vera liggjandi á náttborðinum ella í seingini?
Skjótt flýtur kamarið við pappíri, mandarinskølum og restum av sjokolátu, sum ikki gagnaðist so væl.
Jól millum fjalla
Flestu hava frí á jólum, men ikki øll. Tað er altíð onkur, sum noyðist at vera til arbeiðis ? eisini jólaaftan, tá ið familjur vanliga hugna sær við einum góðum døgurðabita og seinni pakka upp jólagávur og eta mandlugreyt.
Jólaaftan í fjør noyddist toftamaðurin, Ingemar Højgaard, at vera til arbeiðis á smoltstøðini í Glyvradali ? ella Uppi á Dal, tey rópa.
Men tað var eingin trupulleiki hjá familjuni, tí í Dalinum hava tey gist so mangar ferðir áður. Har er góð, rúmlig og snotulig íbúð við øllum hentleikum. Stova og køkur í einum, tvey sovirúm, wc við brúsu og skrivstova.
Fyri at vera saman við manninum og pápanum, avgjørdi familjan at halda jólaaftan uppi millum fjalla.
Sosialurin hevur skift orð við konu Ingemar, Birgit Højgaard og spurt hana, hvussu hetta jólaaftanskvøldið var hjá familjuni - henni, manninum og børnum teirra, Odu, Sirið og Dáva. Tey eru í dag 13, 9 og 3 ára gomul.
Birgit sigur, at Ingemar, sum bæði er elektrikari og maskinmaður, loysti av á smoltstøðini klokkan 10 jólaaftans morgun. Uppgávan hjá honum er at ansa eftir, at motorar og skipanir annars koyra, sum tey skulu.
Jóladøgurði og gávur
- Eg og børnini fóru niðan á Dal eftir døgurða at koyra dunnurnar í ovnin. Heima við hús hevði eg gjørt rís og kókað sevju til mandlugreytin. Vit høvdu allar jólagávurnar og tvær mandlugávur niðan við okkum. Øll vóru í góðum hýri, og børnini vóru sjálvsagt sera spent til jólagávurnar.
Uppi á Dal kókaði Birgit eplini og brúnkaði tey, ið brúnkast skuldu.
- Tá ið døgurðin var klárur, sessaðust vit fimm. Hetta var ein sera hugnalig løta ? ikki minst, tí jólaaftan er nakað serligt. Eftir døgurðan pakkaðu vit jólagávurnar upp, og børnini vóru sum vera man ógvuliga spent. Hóast vit vóru langt burtur frá øðrum fólki hetta jólaaftanskvøld, vóru børnini trygg og glað.
Birgit sigur, at hetta var eitt ógvuliga hugnaligt jólaaftanskvøld.
- Vit høvdu tvær mandlur og tvær mandlugávur niðan við okkum. Genturnar, Oda og Sirið, fingu mandlurnar og ognaðu sær gávurnar. Í mandlugávunum var góðgæti. Hetta vóru tvær eskjur við ymiskum bommum ? og báðar vóru eins.
Hon sigur, at Dávur, sum bert var tvey ára gamal, var ov lítil til at argast um, at genturnar fingu mandlugávurnar. Oda og Sirið vóru báðar væl nøgdar.
Fingu í hosuna
Um kvøldið hongdu børnini hosur upp, og hóast jólamenninir vanliga leita sær oman úr fjøllunum jólaaftan, fingu bæði Oda, Sirið og Dávur upp í fullar hosur av øllum møguligum góðum morgunin eftir.
- So, jólamaðurin var ikki farin fram við hesa náttina uttan fyrst at hava verið inni á gólvinum við góðgæti til børnini í Dalinum, sigur Birgit við einum smíli.
Tá ið Ingemar var liðugur við vaktina jólamorgun klokkan 10, fóru tey øll aftur til hús.
- Í ár hevur maðurin ikki vakt jólaaftan, men nýggjársdag. Verður veðrið til vildar ? og eingin kavi er, fara vit væntandi niðanaftur hendan fyrsta dagin í nýggja árinum. Tað gleða vit okkum til, sigur Birgit.
Hon heldur tað vera so deiliga avstressandi at vera í Dalinum, og henni dámar sjálv so ógvuliga væl at koma niðan hagar.
- Børnini stórtrívast eisini og gloyma alt annað, tá ið tey eru her. Tey renna og spæla uttanum húsið og í haganum ? og nú hoyrir eisini ein kettlingur til íbúðina; tað ger ikki áhugan minni!
Birgit sigur, at gæs og tarvkálvar hava gingið í Dalinum, og hjá børnunum hevur tað verið ein stuttleiki at fóðrað hesi kríatúrini.
Vakurt og hugnaligt
- Hans Jacobsen hevur gjørt umhvørvið uttan um húsini so vakurt og hugnaligt við at planta og leggja steinar og flísar.
- Jú, hann hevur dugað ógvuliga væl at gjørt hetta økið so serliga hugnaligt og heimligt, sigur hon.
Teinurin av Lambareiði og niðan á Dal er einar 5-6 kilometrar langur, og eingin trupulleiki er at koyra niðan og oman, tá ið tátt er í veðrinum.
- Gjøgnum árini hava vit nógvar ferðir gist í íbúðini í Dalinum, og fleiri ferðir hava vit havt onnur børn við okkum. Foreldrini hjá mær og manninum hava eisini vitjað okkum her uppi, men tey hava ongantíð gist.
Birgit sigur, at familjurnar hjá øðrum monnum, sum arbeiða á smoltstøðini, dáma eisini væl at gista í íbúðini.
Fimm mans arbeiða á smoltstøðini í Dalinum. Hesir skiftast um at hava vakt eitt kvøld um vikuna umframt fimta hvørt vikuskifti.
Birgit Højgaard, sum hevur starvast innan Postverk Føroya síðan 1988, er í løtuni í farloyvi, fyribils í eitt ár.
- Eg havi avgjørt at brúka hetta árið til at ansa børnum í kommunalu dagrøktarskipanini, sigur hon at enda.