Formula.fo hevur slept standard skeiðunum og er farið undir at halda skræddaraseymað skeið, gjørd soleiðis sum kundin ynskir tey.
Jens Godik Højen, útbúgvingarleiðari, sigur, at eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann kom á Formula.fo í vár, var at kollvelta allan skeiðpolitikkin.
Sjálvandi eru tað kundar, sum ynskja vanligu skeiðini, sum allir kappingarneytarnir eisini hava, men sjálvur hevur hann tann málsetning, at tú skalt fáa eitt upplivilsi gjøgnum tína útbúgving. So hví ikki gera útbúgvingina soleiðis, sum kundin vil hava hana, og so fáa nøgdar kundar?
Jens Godik Højen sigur, at tað hevur verið ein stuttlig uppliving at gera skeiðini til tørvin hjá kundanum. Tá ber til at fáa nógv størri úrtøku úr einum skeiði, sigur hann. Og tað grundar hann á, at tá kundin bara kemur at læra tað, hann veit, at hann hevur brúk fyri, verður áhugin eisini størri av tí sama. Tað er hóast alt munur á at hava kundar, sum fara avstað við 100% úrtøku í mun til tað vanliga, tá tey kanska dugdu tey 50%, áðrenn tey komu.
Sum skeiðlærari í edv gjøgnum fleiri ár hevur Jens Højen lært, at fólk ofta vita, hvat tey vilja hava, áðrenn tey koma á skeið. Ásannandi hetta hevur nýggi útbúgvingarleiðarin valt bara at hava skeið, sum eru umbiðin eftir ynski.
Skeiðini verða skipað eftir ynski. Ein dag, fleiri dagar, hálvan dag, um tað ber til, og so framvegis. Tó sigur Jens Højen, at hann plagar at ráðgeva fólki, um hann heldur, at ynski teirra eru órealistisk.
Tað ber tó framvegis til at fáa teldukoyrikortini frá Formula.fo, sigur hann. Eisini tað stóra koyrikortið. Fólk vilja nevniliga hava eitthvørt skriftligt prógv upp á sína vitan, sigur hann. Og tá tú skal byggja eitthvørt, eisini eitt telduskeið, er tað skilagott at hava grundina í lagi fyrst.
Í heyst verður farið undir Mous skeiðini. Tað vil siga at geva certificat í Office pakkanum. Hesi skeiðini er hann sera spentur uppá, sigur Jens Godik Højen, útbúgvingarleiðari hjá Formula.fo.
Hesi skeiðini byggja nógv upp á egin avrik og ikki bara »tangapassarapedagogikkin, sum hann nevnir tað, har veitarin bara fyllir á, og kundin tekur ímóti.
Tað gongur meira út uppá, at tann, sum undirvístur verður, sjálvur undirvísir. Tað skuldi helst endað við, at fyritøkurnar ikki skulu hava fyri neyðini at fara út aðrastaðni eftir serkunnleikanum, men hava superbrúkaran heima hjá sær sjálvum, sigur Jens Højen.
Í heyst verður eisini farið undir sonevnd »ole« skeið, sum Jens Højen er sera spentur uppá.
Tað eru skeið, har undirvíst verður upp á tvørs av súlunum, sum skeiðini vanliga byggja á. Skeið har tú rætt og slætt lærir at brúka tær skipanir, sum maskinan goymir, í sambandi hvør við aðra. Til dømis Word, Exel og Acces.
Undirvísingin hjá Formula.fo fer fram í fleiri støðum. Bæði úti við Velbastaðvegin í Havn, har Formula.fo hevur høvuðsstøð, og við Tinghúsvegin, har telducaféein er. Og júst í hesum døgum verður gjørd nýggj skúlastova í kjallaranum við Tinghúsvegin. Í Rokkjallaranum, sigur Jens Godik Højen. Eisini hevur Formula.fo eina skúlastovu á Sjómansheiminum í Runavík, har vanliga fólk haðani av leiðini koma.
Uttan at nevna nakað tal, letur útbúgvingarleiðarin væl at undirtøkuni. Og kundagrundarlagið er breitt, sigur hann.
Jens Godik Højen sigur, at hann veit ikki um nakran av kappingarneytunum, sum rekur skeiðvirksemi á hendan hátt við individuellum skeiðum. Um kapping sigur hann annars, at hana dámar honum væl. Hon gevur íblástur til at fara undir okkurt nýtt, sum eingin annar enn hevur funnið uppá.
Tað verður nógv vanligari við eftirútbúgvingum í Føroyum í framtíðini, enn tað er í dag, er Jens Højen ivaleysur í. Edv broytist dagliga, so tað er rætt og slætt neyðugt við endurútbúgving, sigur hann. Og hann metir eisini, at føroyingar eru við at broyta hugburð tann vegin, at teir síggja, at tað er neyðugt. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at tá tú ert liðugur við eina útbúgving, so er bara liðugt. Men soleiðis er tað ikki meira. Tey ungu í dag hava aðra uppfatan. Menningin gongur eisini alt meira burtur frá standardisering til individualismu, sigur Jens Godik Højen, útbúgvingarleiðari hjá Formula.fo.