góðkendi útflýggjanina í síðstu viku, og tað er nú upp til svensku stjórnina at gera av, um hon skal fremjast í verki. Viðkomandi PKK viðhaldsmaðurin er 35 ára gamal. Hann varð handtikin í Svøríki í fjør [...] Svøríki at gerast limur í Nato er á skránni. Svøríki og Finnland boðaðu miðskeiðis í mai í fjør frá, at tey bæði londini fóru at søkja um Nato limaskap. Fyrst í apríl eydnaðist tað Finnlandi at gerast limur [...] higartil ikki vilja góðkent svensku umsóknina. Heldur ikki Ungarn hevur enn góðtikið svensku umsóknina. Grundgevingin hjá turkisku stjórnini er, at tey halda, at Svøríki stuðlar kurdiskum yvirgangsfólki. /ritzau/
Sørensen hevur hugsað nógv um hendingina, og hvussu hepnir teir vóru hóast alt. Hvussu hevði verið vorðið, um tað hevði verið myrkt? Hetta hendi umleið klokkan 16, og var tað um veturin, hevði verið myrkt [...] teir mannin at bátinum. Maðurin var púra klárur, men hann gramdi seg um, at styvlarnir vóru so tungir, fullir av sjógvi. Tað eydnaðist manninum at sleppa úr styvlunum, og hann fekk hjálpt til, tá ið hinir [...] tíðina, veit ikki hví, og eg eri sannførdur um, at onkur onnur kraft var uppií. Í slíkum førum fellur tíðin long, men eg haldi ikki, at alt vardi longri enn fýra minuttir, sigur Janus Sørensen. Maðurin
Jóansøka er á Tvøroyri hetta vikuskiftið. Ítróttarliga verður størsti spenningurin sunnudagin ikki á Tvøroyri, men í Vági, har Skála fer at vitja. Enn er kappingin ikki so gomul, at tað ber til at tosa [...] tosa um lagnudystir og harvið um, at tann, sum ikki fær stig, er fokin. Men støðutalvan boðar frá, at tað hevur rættuliga stóran týdning, hvør fær stig á Vágseiði í morgin. Skálamenn eru framvegis sørir. [...] Felags fyri bæði VB og Skála er, at leikliga avrikið í seinastu royndunum á heimavølli ímóti oddaliðum hevur verið so mikið gott, at teir harmast um, at tað ikki eydnaðist at fáa stig. VB trýsti HB, og
Autistafelagnum er ein foreldrabólkur, sum skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið. Tað eru Krista Brimheim og Osvør Strøm Hentze, sum eru oddakvinnur í hesum bólki. Einar tríggjar ella fýra ferðir um árið bjóða [...] foreldrum hjá børnum og ungum við autismu til morgunkaffi í Havn. Her verður prátað um ymisk viðurskifti, eitt nú um skeiðir, fundir, ymisk tiltøk og annað sum viðkemur teirra familjum. Krista Brimheim [...] fjør vóru foreldur, børn og ung soleiðis á einari útferð við Nesvatn í Neshaga, og í ár er ætlanin at ganga yvir um fjall úr Leirvík til Norðragøtu. Grillaðu í Tjørnuvík Seinasta leygardag var so tann árligi
spart. Vit ætla okkum at leggja hart út, og so ræður bara um at halda fast. Har er so í øllum førum ikki nakar, sum bíðar eftir okkum, so tað er bara um at geva alt, sigur Katrin Olsen, ið sum vera man eru [...] kann hetta geva trupulleikar, um so er, at tær skulu rógva á bana eitt, tí onkrar smærri áir eru, sum renna út í vatnið, har róð verður. Hesin trupulleikin verður tó partvíst uppvigaður av, at hetta samstundis [...] samstundis er banin, sum er næstur áskoðarunum, og tað kann geva eyka megi seinasta teinin, um geylini hoyrast sum best. Hvussu er og ikki, so verður tað størsta avbjóðingin higartil hjá teimum báðum, tá
niður. Viðhvørt er nógvur botnfiskur, aðrar tíðir minni. Hetta er støðan í dag, har línuflotin er í ringum sjógvi, meðan uppsjóvarflotin hevur lív og góðar dagar. Søgan sigur okkum tó, at hetta kann venda skjótt [...] vikum síðan eydnaðist landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at gera 5 ára avtalu við ES og Norra um býtið av makrelinum. Aftaná fleiri samráðingar fingu Føroyar 12,6% av heildarkvotuni, ið er næstan trýfaldan [...] strandalandaavtaluni, har Føroyar fingu uml. 5%. Hetta fegnast vit øll sjálvandi almikið um. Býtið Landsstýrismaðurin eigur sín stóra leiklut í semjuni, men nú ræður um at býta ríkidømi so rættvíst sum møguligt
hann er fingin innanborða (máldeildin) FØROYAR?TÝSKLAND At Týskland er tann størsta av øllum europeisku fótbóltstjóðunum var øllum føroyingum greitt undan mikukvøldinum. So verður tað harvið, um franskmenn [...] av, at tyngdin og broddurin í føroyska álopsspælinum er ikki, sum tað hevur verið. Har er eingin av Toda Jónsson slagnum, sum á allar hægsta støði er førur fyri einsamallur at skræða seg leysan av verjuspælarum [...] Nervin og spenningurin vóru varðveitt til evstu sekundini, og sjálvt um tað ikki eydnaðist Davidi at fella Goliat, og at kalvin enn eina ferð varð mistur á stokkinum, so eigur føroyska liðið og føroyskur
fótbóltin framum, er tað kanska bara ein náttúrligur partur av tí heila, men soleiðis hevur tað ikki verið hjá mær. Og tí hugsi eg kanska eisini meira um hetta, sigur hann hugsunarsamur. Men hann er skjótur at [...] at leggja dent á, at hetta so avgjørt ikki er nakað, sum hann angrar. - Ikki minst nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, er tað stuttligt at vera partur av besta KÍ-liðnum. Sjálvur haldi eg, at [...] at vit í ár hava eitt betri lið, enn vit høvdu í fjør, og higartil hevur tað í øllum førum sæð gott út. So er spurningurin, um vit eisini klára at halda dampinum uppi, tá dystirnir veruliga fara at telja
næsta gula kort, fánaði hetta burtur. Og so kundi Lundberg í einum kontra staðfesta AB-lagnuna. Tí í praksis er væl lítil ivi um, at AB nú má smyrja seg við, at talan altso verður um leygardagsfótbólt næsta [...] Hóast tað langt ífrá altíð eydnaðist, so royndu teir at spæla seg út á kantarnar, soleiðis at bóltar kundu stingast inn um AB-verjuna, og nakrar ferðir var eisini nær við, at hetta gav úrslit. Mál fingu teir [...] teir tó bert eitt av, og hetta var fyrsta dømið um, at Christian Lundberg framvegis dugir kynstrið at senda leðurkúluna í meskarnar. Eftir hornaspark, sum málverjin fekk nevað útfrá, royndi Símun Louis
har NSÍ bíðar í tveimum hálvfinalum. Mikkel Dahl sigur, at avgerðin um hvørt hann heldur fram í HB er ikki fallin enn, men tað er samband millum partarnar. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna [...] at hann kundi taka málmetið frá Klæminti A. Olsen frá 2019, og hann er sera fegin um, at hansara liðfelagar stórfegnast um, at hann hevur skrivað føroyska fótbóltssøgu í dag. Eisini hevði eitt hjálparfólk [...] mál nummar 27 í Betrideildini 2021. Tað er met fyri eitt kappingarár. Gamla metið átti Klæmint A. Olsen hjá NSÍ við 26 málum í Betrideildini, kappingarárið í 2019. Um søguliga málið sigur Mikkel Dahl: - Tað