At missa á stokkinum:
At missa kalvan beint áðrenn hann er fingin innanborða
(máldeildin)
FØROYAR?TÝSKLAND
At Týskland er tann størsta av øllum europeisku fótbóltstjóðunum var øllum føroyingum greitt undan mikukvøldinum. So verður tað harvið, um franskmenn verða eitt sindur knotnir av hesi staðfestingini. Nú eru týsku heimsstjørnurnar komnar aftur at húsum eftir turbulentu lendingina í Føroyum týsdagin, og nú fyrireika týsku landsliðsspælararnir seg til summarfrítíðina. Tað hava teir væl uppiborið eftir so at siga tvey kappingarár út í eitt. Síðsta summar vóru teir stóran part av tíðini upptiknir av HM endaspælinum, har teir vóru annar parturin av finaluni.
Hesin veruleikin og tann veruleikin at okkara menn mikukvøldið í 89 minuttir megnaðu at halda heimsveldinum í fótbólti frá at gera mál, boðar frá einum framúr føroyskum liðavriki. Og tað bar eina fantastiska fótbóltsløtu við sær fyri tey stívliga seks túsund kring vøllin og øllum teimum kring allan heimin, sum fylgdu við, tá ið Dávid stríddist ímóti Goliati, og tá ið møguleikin fyri størstu sensatiónini nakrantíð í glæsiligu týsku fótbóltssøguni lúrdi.
Miðlar av øllum handa slagi kring allan knøttin sótu og spískaðu blýantarnar, men í evstu løtu vístu týskararnir, hví teir eru eitt heimsveldi í fótbólti. Føroyar taptu, og harvið hvarv fyri aðru ferð í fýra dagar javnleikurin í evstu løtum sum døgg fyri sól. Spell at FIFA í síni tíð kom við ásetingunum um eyka leiktíð!
Sum seinna umfarið leið, og Týskland framvegis ikki hevði fingið málið, ið skuldi bera sigurin við sær, sleptu teir alt meiri í verjupartinum, sum teir annars høvdu tikið í stórum álvara. Tað bar við sær, at tað var lættari hjá heimamonnunum at fáa pláss frammi á vøllinum, og tí kundi møguleikin fyri, at Føroyar skuldu fáa mál, ikki avskrivast. Tí var síðsta korterið eyka spennandi, sjálvt um gongdin mesta partin av tíðini var tann, at týskararnir høvdu bóltin, at teir royndu at spæla eitt tvey, yvirlappa í borðunum og leggja innfyri og at stinga fram ímillum.
Áskoðarafjøldin var um at fara upp frá, tá ið føroyingarnir komu fram á týska slættan. Eitt hornaspark stutt undan leikloki var tað næsta, sum Føroyar komu at seta málverjan undir trýst. Í einum snarálopi fekk Julian Johnsson, sum gekk undan allar 90 minuttirnar og vísti mest sannførandi føroyska avrikið, alt tað týska liðið við sær út í borðið, men tíverri kom sendingin ikki, sum kundi havt tagað verjuna sundur.
Tað var sera hugaligt at vera føroyingur, men samstundis var uppgerðin staðfesting av, at tyngdin og broddurin í føroyska álopsspælinum er ikki, sum tað hevur verið. Har er eingin av Toda Jónsson slagnum, sum á allar hægsta støði er førur fyri einsamallur at skræða seg leysan av verjuspælarum í heimsflokki, og John Petersen hevur higartil í ár ikki víst kvalitetirnar, sum eitt nú á heimavølli ímóti Skotlandi gjørdu hann so ógvuliga vandamiklan.
Allan Simonsen plagdi at siga, at øll lið fáa onkran møguleika at gera mál í einum fótbóltsdysti. Mikukvøldið var tað ikki soleiðis. Føroyar høvdu ongan málmøguleika.
Í Íslandi skoraði Rógvi Jacobsen eftir frísparksinnlegg. Kenslan mikukvøldið var, at skuldu Føroyar fáa mál, so skuldi tað verða eftir deyðbóltsstøðu. Men hesa ferð eydnaðist tað ikki ? ivaleyst eisini tí mótstøðumenninir høvdu gjørt lektiur og vistu, hvussu og hvørjum teir skuldu ansa í sovornum støðum.
Men tað hevði eisini verið ov mikið av tí góða, um Føroyar síðstu løtuna, tá ið týskararnir høvdu sett turboina frá, høvdu havt fingið eitt mál.
Hildu høvdið kalt
Týskararnir, sum høvdu Neuville og Bobic heilt frammi, meðan Bernd Schneider ofta stakk fram ímillum teir báðar, høvdu ikki marginalirnar í sínum parti. Teir sendu fýra ferðir í trærammuna aftanfyri Jákup Mikkelsen, og tað tóktist, sum um teir avgjørt ikki hildu 23. mannin, sum var granni úr Hollandi, vildi hjálpa teimum nakað sum helst.
Mest fegin um hjálpina frá stólpunum mundi Jákup Mikkelsen vera miðskeiðis í 1. hálvleiki. Eftir afturlegging skuldi hann, sum hann við sínum stóra bóltførleika plagar, senda út í høgra borð, har Óli Johannesen bjóðaði seg til. Men ólukkutíð fyri Jákup, føroyska liðið og øll, sum ikki hildu við Týsklandi (tað mundu vera so at siga øll alla staðni kring heimin uttan týskararnir sjálvir), so fekk Fredi Bobic fatur á bóltinum, og úr 20 metrum og eitt vet til vinstru skuldi hann senda í tóma málið. Bólturin tók innaru síðuna á nærru stólparótini, fór framvið linjuni og kitlaði hina stólparótina!
Á hálva tímanum var bólturin á tvørtrænum, og aftur í 2. hálvleiki hjálptu stólparnir til. Ikki minst tá ið Carsten Ramelow eftir eitt av hornaspørkunum og út frá aftur smekkaði klokkureint til úr 18 metrum. Nógv fólk var fyri, Jákup Mikkelsen, sum í 2. hálvleiki var sera sannførandi, hevði vánaligt sýni, og hann og øll onnur hugdu bara at og hoyrdu, tá ið týska kanónskotið brast í stólpan.
Týskararnir settu ferðina alt longri upp. Føroysku spælararnir stríddust alt tað, sum teir orkaðu og eitt sindur afturat. At trýstið var so stórt, hevði við sær, at tað síðsta fjórðingin av tíðini ofta varð sparkað nógv og minni spælt. Men tað var framúr, hvussu væl tað alla tíðina eydnaðist at varðveita verjuskipanina. 4?4?2 uppstillingin við flytingum og skjótingum millum borðini var framúr. Jón Rói Jacobsen og Óli Johannesen vunnu tað mesta av luftkrígnum, Julian Johnsson og Fróði Benjaminsen vóru óførir aldubrótarar, og tað eydnaðist leingi heilt væl at tetta fyri í borðunum.
Okkara vápn
At gera mál í sambandi við deyðstøður hevur verið eyðkenni hjá føroyska liðnum seinastu árini. Mikukvøldið komu tvey mál, tey komu bæði eftir deyðbóltsstøður, og tað vóru í báðum førum týskararnir, sum gjørdu málini.
Okkurt annað mótstøðulið hevði verið fallið í fátt, tá ið tað ikki hevði eydnast at gera mál upp á stóru møguleikarnar, sum Týskland síðsta korterið hevði eftir innlegg úr vinstru, har tað ikki var heilt so tætt, eftir at tað var neyðugt at gera broytingar í føroysku verjuni.
Men týskararnir eru kendir fyri ikki at falla í fátt. Teir trummaðu og trummaðu. Tað var ikki so hugflogsríkt, men teir tóktist sannførdir um, at tað skuldi eydnast, áðrenn dómarin fór at bríksla fyri síðstu ferð. Munurin á fulltíðar yrkisspælarum, sum fleiri ferðir um vikuna eru í leikligum ódnarveðri, og føroyskar amatørar átti at koma til sjóndar í málmuninum, og soleiðis gekk tað. Klose var púra leysur omanfyri allar hinar, tá ið hann stútaði frísparksinnlegg úr høgru í kassan, og Bobic ? ein metur frá mállinjuni ? var fyrstur á, tá ið Jákup Mikkelsen eftir horan úr høgru ikki megnaði at halda stútara úr stuttari fjarstøðu niður í vøllin.
Harvið endaði tað, sum tað átti, og væl betri, enn tað kanska kundi havt gjørt, men sjálvandi ikki, sum tað hevði verið ynskiligt, at tað gjørdi.
Men føroyska liðið hevði verið annar parturin av alheims undirhaldi. Nervin og spenningurin vóru varðveitt til evstu sekundini, og sjálvt um tað ikki eydnaðist Davidi at fella Goliat, og at kalvin enn eina ferð varð mistur á stokkinum, so eigur føroyska liðið og føroyskur fótbóltur stóran heiður uppibornan fyri avrikið. Eisini tey kring vøllin, sum støðugt stuðlaðu og bóru.










