Børn og ung við autismu á útferð í Tjørnuvík

Seinasta leygardag skipaði foreldrabólkurin hjá Autistafelagnum fyri útferð til Tjørnuvíkar, har umleið 50 børn og ung saman við foreldrum hugnaðu sær við at grilla og renna undan aldum á stóra sandinum í bygdini

HUGNI

Í Autistafelagnum er ein foreldrabólkur, sum skipar fyri ymiskum tiltøkum gjøgnum árið.
Tað eru Krista Brimheim og Osvør Strøm Hentze, sum eru oddakvinnur í hesum bólki.
Einar tríggjar ella fýra ferðir um árið bjóða tær foreldrum hjá børnum og ungum við autismu til morgunkaffi í Havn. Her verður prátað um ymisk viðurskifti, eitt nú um skeiðir, fundir, ymisk tiltøk og annað sum viðkemur teirra familjum.
Krista Brimheim og Osvør Strøm Hentze skipa eisini fyri jólahugna, grilltúri og útferðum.
Í fjør vóru foreldur, børn og ung soleiðis á einari útferð við Nesvatn í Neshaga, og í ár er ætlanin at ganga yvir um fjall úr Leirvík til Norðragøtu.

Grillaðu í Tjørnuvík
Seinasta leygardag var so tann árligi grilltúrurin til Tjørnuvíkar.
Hóast veðrið tóktist eitt sindur heystligt hendan dagin, møttu kortini eini 50 fólk upp til hendan túrin.
Byrjað varð við at grilla, og í ár vóru tað tveir pápar, sum stóðu fyri at grilla vælsmakkandi burgarar og pylsur.
So hvørt, sum fólk gjørdust liðug at eta, fóru børnini oman á sandin at renna undan aldum.
Sum myndirnar vísa, trutu aldur ikki á sandinum í Tjørnuvík hendan dagin.
Hetta dámdi børnunum sera væl. Summi tordu betri enn onnur – og karmarnir gjørdust hareftir. Nøkur børn løgdu so rívan fyri og gjørdust so vát, at neyðugt varð at stoyta sjógv úr aftur styvlunum!

Hundur við fløskuposti
Meðan leikur fór fram á sandinum í Tjørnuvík, komu tveir hundar eisini oman at spæla við børnini.
Hundunum dámdu væl, tá okkurt bleiv blakað út í aldurnar, sum teir síðan kundu renna eftir.
Knappliga kom annar hundurin upp úr aldunum við einum fløskuposti!
Fløskuposturin var frá Miðvágs Badmintonfelag og var kastaður í Vágum hin 20. mei í ár.
Autistafelagið fer at svara Miðvágs Badmintonfelag uppá postin, sum hundurin fann hendan dagin.

Gleða seg longu
Tá børn og ung høvdu skift í turr klæði, fóru øll inn í bygdarhúsið, har foreldrini fingu kaffi og køkur, meðan børnini fingu ís.
Tá børn og ung høvdu etið, fóru tey at spæla á teldu.
Sagt verður úr Autistafelagnum, at foreldur og børn eru sera glað fyri grilltúrin í Tjørnuvík, sum eydnaðist sera væl.
- Vit gleða okkum longu til næsta tiltak verður seinni í summar, siga tey við Sosialin.
Sosialurin hevur fingið loyvi frá teimum, sum vóru við til tiltakið, at prenta hesar myndir og hesa frásøgn frá hesum hugnaliga degi í Tjørnuvík.