KÍ
Hóast KÍ í fjør hevði eitt kappingarár, sum í øllum førum viðhaldsfólkini kundu ynskt sær betri, so vóru onkrir glottar at hóma.
Ein av hesum var spælið hjá Erling Fles, ið uttan iva var tann av KÍ-leikarunum, sum stóð fyri størsta gjøgnumbrotinum í fjør.
Ofta hoyra gjøgnumbrotini til teir heilt ungu leikararnar, men tá kappingarárið í fjør byrjaði, var Erling longu fyltur 22 ár. Og sjálvur viðgongur hann eisini, at hann helst kom ov seint í gongd við fótbóltin.
- Eg spældi sjálvandi nakað í yngru deildunum, men tað var ongantíð nakað, sum eg satsaði uppá. Eg veit ikki ordiliga hví, men kanska var hugurin bara ikki til tað. Tað var nokk ikki fyrr enn umleið ár 2000, at eg veruliga byrjaði at gera nakað við tað. Tá fekk eg at vita, at eg hevði góðan møguleika at koma á besta liðið, um eg
sjálvur gjørdi nakað við tað, og tað hevur so givið úrslit.
Kostar eisini
Og sjálvur viðgongur Erling eisini, at hetta helst hevur viðført, at hann í dag saknar nøkur ting, sum aðrir fótbóltsleikarar kanska ikki sakna.
- Tá tú velur at satsa upp á fótbóltin, so gevur tú sjálvandi avkall upp á onnur ting. Hjá øðrum, sum altíð hava tikið fótbóltin framum, er tað kanska bara ein náttúrligur partur av tí heila, men soleiðis hevur tað ikki verið hjá mær. Og tí hugsi eg kanska eisini meira um hetta, sigur hann hugsunarsamur.
Men hann er skjótur at leggja dent á, at hetta so avgjørt ikki er nakað, sum hann angrar.
- Ikki minst nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri framman, er tað stuttligt at vera partur av besta KÍ-liðnum. Sjálvur haldi eg, at vit í ár hava eitt betri lið, enn vit høvdu í fjør, og higartil hevur tað í øllum førum sæð gott út. So er spurningurin, um vit eisini klára at halda dampinum uppi, tá dystirnir veruliga fara at telja. Longu fyrsta dystin skulu vit spæla móti meistarunum úr HB, so vit sleppa í øllum førum at royna okkum alt fyri eitt, heldur hann.
Meira frameftir
Var tað nakað, sum eyðkendi KÍ-liðið í fjør, so var tað helst, at venjarin royndi at halda eina stramma taktiska skipan á liðnum. Tað ráddi fyrst og fremst um at standa rætt á vøllinum, soleiðis at mótstøðuliðini ikki fingu ov nógv fyri einki, og hetta eydnaðist eisini fyri tað nógva.
Hinvegin var liðið als ikki nóg vandamikið frameftir. Ein partur av spælinum, sum í ár sær út til at vera munandi betri. Men er tað soleiðis, at venjarin í ár hevur broytt um spælistílin?
- Tað veit eg ikki. Vit spæla framvegis 4-4-2, men fólkið er nakað broytt í mun til í fjør. Við leikarum sum Heðin og Hjalgrím á liðnum hava vit eisini meira framrættaðar leikarar, og tað ávirkar sjálvandi háttin, sum spælt verður uppá. Tað ger í øllum førum, at tað ikki verður so einsamalt uppi í álopinum, og tað fegnist eg sjálvandi um.
Vinna HB aftur
Hvussu endastøðan verður, er sjálvandi ilt at gita, men í Klaksvík er málið í øllum førum greitt.
- Sjálvandi vilja vit vinna. Eitt somikið stórt felag sum KÍ, eigur altíð at fara eftir gullinum, og eg haldi eisini, at vit hava ein møguleika.
Og so skulu tit kanska hevna, at HB í fjør ? mest sum á 100 ára degnum hjá KÍ ? skuldi gerast mest vinnandi felagið?
- Tað tekur sjálvandi eyka fast, tá so er. Teir fingu jú eina fantastiska føðingardagsgávu, meðan vit ikki stóðu við nøkrum. Tað er so bara nakað, sum vit mugu rætta upp, og til tað hava vit so 27 dystir.
Og hann leggur at enda afturat, at hann so einki hevur ímóti økta dystartalinum.
- Eg haldi tað er í fínasta lagi, at skipanin verður roynd í ár. So fáa vit at síggja, hvat hetta viðførir. Men tað fer helst at seta størri krøv til breiddina á hópunum. Og kanska verður kappingin eisini meira spennandi. Í øllum førum er einki avgjørt, um eitt lið sleppur avstað tíðliga í kappingini.