Fótbóltur
Tað var nevnliga fyrst og fremst Lundberg, sum var munurin á liðunum báðum á Argjum sunnudagin. Og í einum linligum dysti, har tað var langt millum leikligu glottarnar, var tað máltevið hjá dananum, sum fekk gøtufólk at fagnast og argjafólk at hveppast.
AB hevði annars við sínum sigri í Vági skapt nakað av optimismu kring møguleikan at bjarga sær. Og ein sigur á GÍ vildi eisini lagt eitt ávíst trýst á sandoyingarnar, sum eru áttanda plássinum í deildini.
Skilið vann
Men sum so var AB hampuliga langt frá sigrinum. Hóast teir seinasta korterið loksins spældu, sum høvdu teir knívin á barkanum, so prógvaði liðið snøgt sagt ov lítið fyrstu fimm korterini.
Fyri tað nógva varð roynt at spæla við longum bóltum niðan móti GÍ-verjuni. Og tá miðparturin av hesi var mannaður við Niclas Niclasen og Pól Ennigarð, so gav úrslitið av hesum royndunum seg mest sum sjálvt. Nevnliga at mest sum hvør tann einasti bóltur varð stútaður langt av vandaleið.
Í so máta var spælið hjá GÍ nakað nógv skilabetri. Hóast tað langt ífrá altíð eydnaðist, so royndu teir at spæla seg út á kantarnar, soleiðis at bóltar kundu stingast inn um AB-verjuna, og nakrar ferðir var eisini nær við, at hetta gav úrslit.
Mál fingu teir tó bert eitt av, og hetta var fyrsta dømið um, at Christian Lundberg framvegis dugir kynstrið at senda leðurkúluna í meskarnar. Eftir hornaspark, sum málverjin fekk nevað útfrá, royndi Símun Louis Jacobsen við skoti av brotsteigarmarkinum. Og áðrenn nakar vardi, hevði Lundberg hegnisliga stýrt leðrinum út í síðunetið uttan møguleika hjá málverjanum at bjarga.
Argjamenn fingu eisini aðrar ávaringar. Ikki minst ta einu ferðina, tá sløsut verjuspæl endaði við, at Lundberg slapp sær framat, men lobbið endaði oman á tvørtrænum.
Men tað var kanska ikki nóg mikð. Í øllum førum gingu ikki meira enn seks minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn Lunberg serveraði eina sanna perlu. Upptakina til málið átti AB tó, tá teir ikki fangaðu langan diagonalbólt oman í vinstra horn, men so átti Lundberg rest. Við einum framúr skoti skrúvaði hann bóltin yvir í handara málhorn, uttan at Magnus Poulsen í AB-málinum hevði nakran sum helst møguleika at verja fyri.
Knívin á barkan
Næsta málið GÍ tóktist meira ella minni punktera dystin, sum nú gekk í tómgongd.
Ikki fyrr enn seinasta korterið megnaði AB at skapa nakað, sum líktist spenningin. Við at toga Allan Mørkøre og innskifti Bjarna Jørgensen út í hvør sítt borð megnaði AB nú brádliga at toga GÍ-verjuna sundur, og brádliga íkomu spentar støður framman fyri Geza Turi. Men Rógvi Poulsen rakti ikki bóltin, tá Allan sendi flatta og tætt inn undir málið, og ungverski málverjin stórbjargaði, tá góð skotroynd varð send móti málinum stutt seinni. Ein vón íkom tó, tá Rúni Gaardbo metti hond hava verið á bóltinum í brotsteiginum. Og hóast gøtumenn vóru ónøgdir, so sendi Fróði Clementsen brotssparkið trygt í netið.
Seinasta desperata AB-trýstið kom tó ongan tíð av álvara. Teir royndu at flyta fólkið fram á vøllin, men tá innskifti Christos Patsamanis fekk sítt næsta gula kort, fánaði hetta burtur. Og so kundi Lundberg í einum kontra staðfesta AB-lagnuna. Tí í praksis er væl lítil ivi um, at AB nú má smyrja seg við, at talan altso verður um leygardagsfótbólt næsta árið.










