Katrin og Sigrid í HM-finaluni

Mikudagin fóru Katrin Olsen og Sigrid Svartá undir stóru avbjóðingina, tá tær saman við hinum á danska fýraranum uttan stýrmann skuldi royna at vinna seg fram til HM-finaluna.

Kappingin er í Milano í Italia, og her eydnaðist bátinum hjá Sigrid og Katrin at gerast nummar tvey mikudagin, soleiðis at tær nú eru í finaluni.

Mikudagin var einasti báturin, sum kom fram um donsk/føroysku manningina USA, sum vann við trimum og einum hálvum sekundi. Fjarstøðan niður til triðja plássið var annars eini 8-9 sekund, men hóast hetta, so vóru tær báðar føroysku tó ikki heilt nøgdar.
- Vit skuldu havt vunnið á USA. Vit førdu fyrstu túsund metrarnar, men so sluppu tær nakað lættliga framum, og tað má so ikki henda.
- Í finaluni verður so einki spart. Vit ætla okkum at leggja hart út, og so ræður bara um at halda fast. Har er so í øllum førum ikki nakar, sum bíðar eftir okkum, so tað er bara um at geva alt, sigur Katrin Olsen, ið sum vera man eru sera spent.

Sigrdi bíðar
Sigrid Svartá var ikki við í bátinum mikukvøldið. Hon hevur verið nakað eym í rygginum, og fyri at spara hana til sjálvan finaluróðurin, verður tað sera avmarkað, hvussu nógv hon fer at gera um seg fram til tá.
Í finaluni verða tað Holland, Kina, Australia, Týskland og USA, sum danski báturin skal kappast ímóti. Av hesum hevði danski báturin ringastu tíðina mikudagin, og tí verða tær antin á innasta ella ytsta bananum, tá finalan verður. Sambært Katrin, so kann hetta geva trupulleikar, um so er, at tær skulu rógva á bana eitt, tí onkrar smærri áir eru, sum renna út í vatnið, har róð verður. Hesin trupulleikin verður tó partvíst uppvigaður av, at hetta samstundis er banin, sum er næstur áskoðarunum, og tað kann geva eyka megi seinasta teinin, um geylini hoyrast sum best.
Hvussu er og ikki, so verður tað størsta avbjóðingin higartil hjá teimum báðum, tá tær sunnudagin skulu kappast um sjálvt heimsmeistaraskapið. Finalan verður klokkan 10.15, og fer Eurosport at senda beinleiðis frá hesum.