ið hava átta milliónir afturat í ár, men síðani eru sparingar settar í verk fyri tvær milliónir, tað, ið eftir er av árinum. Vit hava meiri um støðuna á Landssjúkrahúsinum seinni í dag. [...] Tað er nú greitt, at ósemjan ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar, sum stakk seg upp fyrr í ár, hevur kostað Landssjúkrahúsinum tríggjar milliónir krónur. Ljósmøðurnar vóru stak ónøgdar [...] ónøgdar við at bygnaðarbroytingar vórðu settar í verk á Landssjúkrahúsinum í apríl í ár, sum førdi við sær, at pinkubarnadeildin fór í tvey, har ein sjúkrarøktarfrøðingur skuldi gava leiðsluna av barsilsdeildini
ymisk, hóast vit hava nógv felags mál, fólkaræðið, rættartrygd og familjubond. Á møttøkuni var eisini Arne Vatnhamar, fyrsti føroyingur á hægsta fjalli í heimi. Hann hevði Merkið við sær upp á ovasta tindin [...] tað hevði hann eisini við sær á móttøkuna. Lars Løkke slapp at halda á flagginum - men hann fekk tað ikki. Hinvegin fekk hann bókina, Arne Vatnhamar, skrivaði um ferðina upp á Mount Everest. [...] Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingsmaður. Fyrr í dag var hann á móttøku hjá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen. Móttøkan var á føroysku matstovuni, Koks, sum í hesum døgum er í Keypmannahavn
rið er nú á fyrsta sinni farið at útskriva sjóvinnubrøv til skipselektrikarar og førleikaprógv til skipselektrikarar, fulltiknar dekkarar, skipsatstøðarar og fulltiknar motormenn. - Vit heita á sjófólk [...] hava eitt STCW-áteknað sjóvinnubræv eftir STCW Manila 2010 sáttmálanum. - Í hesum sambandi heita vit á sjófólk, sum hava føroysk sjóvinnubrøv sambært STCW 95 sáttmálanum um at kunna seg um treytirnar í [...] við tey krøv, sum verða sett til sjóvinnubrøvini frá 1. januar 2017. Sjóvinnustýrið vísir á, at krøvini tó ikki eru til brúgvayvirmenn við fiskiskipum. Sjóvinnubrøvini til brúgvayvirmenn við fiskiskipum verða
mótstøðuliðið fer at leypa meiri á, og at føroyska liðið fer at leggja størri dent á verjupartin, meðan tað verður bíðað eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop. -Vit sóu tað á útivølli, at eysturríkararnir [...] annan í eyguni, sigur Lars Olsen, sum hevur gjørt tvær broytingar á liðnum, tá ið semmett verður við síðsta fríggjakvøld. Nýggir á liðnum eru Páll A. Klettskarð og Súni Olsen, sum umboðar Føroyar fyri síðstu [...] Kasakstan var um reppið, at hann í yvirtíðini skoraði sigursmálið. Páll hevur ikki enn skorað á landsliðnum, men nú fær hann møguleikan millum teir fyrstu ellivu.
hennara bólki, konsertin er ein upphiting til luttøkuna á South by South West í Texas í komandi viku. Greta hevur fingið sær ein føroyskan bólk, við henni eru Per I. Højgaard Petersen, Sakaris Joensen og Heðin [...] sunnudagin á South by South West (SXSW) í Austin, Texas, sum er ein av heimsins stórstu showcase festivalum, og áður hava føroysk nøvn sum Teitur, Guðrið Hansdóttir og Boys in a Band luttikið á South by [...] er ein spennandi túrur hjá Gretu og bólkinum. - Vit gleða okkum at fara, men tað er eisini gott endiliga at hava eina heima konsert, sigur Greta. - Vit ætla okkum eisini at royna nakrar nýggjar sangir
Nólsoyarfjørð á ovastevnu í ár móti 5.325 fólkum á ovastevnu í fjør Veðrið spælir nógv inn, tá summarstevnur eru, og soleiðis var eisini seinasta vikuskifti, tá fleiri tiltøk vóru á skránni, eitt nú regattasigling [...] tað sleit í, og vit fingu so nøkulunda stevnuveður. Nógv færri Jens Petur Brattalíð á Strandfaraskipum Landsins sigur, at ferðaætlaninin hjá Ternuni var júst hin sama á ovastevnu í ár sum á ovastevnu í fjør [...] fjør. - Men, vit høvdu nógv færri ferðandi við í ár, sigur hann. Jens Petur Brattalíð vísir á, at samlaða talið av fólki, sum Ternan á ovastevnu flutti um Nólsoyarfjørð - báðar vegir - var 2.733 í ár í
Nú ber til at lesa tíðindi á enskum á heimasíðu Kringvarpsins. Sum sjálvstøðugur, almennur stovnur hevur Kringvarp Føroya ávísar public service-skyldur mótvegis øllum borgarum. Í public service sáttmálanum [...] Johnny í Grótinum heldur ikki, at tíðindi á enskum eiga at verða varpaði í útvarpinum, men hann heldur, at skilabest er at hava enska tilfarið á heimasíðuni á netinum. – Kann eisini verða ein bjarnatænasta [...] hevur sett pening av í 2018, soleiðis at vit fáa røkt hesa public service skylduna. Fyrsta stigið er at velja tíðindi út, sum verða týtt úr føroyskum til enskt. Vit hildu, at skuldi eitt mál veljast, so er
tá maskinur og innbúgv eru íroknaði. - Samanbera vit kostnaðin við aðrar stórar byggiverkætlanir bæði her í Føroyum, men eisini aðrastaðni – eitt nú í Danmark – so haldi eg, at vit hava fingið nógv fyri [...] Landsverk, ið var byggiharri í verkætlanini, boðar í tíðindaskrivi í dag frá, at umleið 3.500 fólk vóru á gátt í skúlanum, ið framyvir skal húsa øllum miðnámsskúlaútbúgvingum í høvuðsstaðnum. Tá flest fólk [...] fyri peningin. Nevnast kann, at Skúlin á Fløtum her við síðuna av eftir ætlan fer at kosta umleið 33.000 krónur fyri fermeturin. Nýggi Legobygningurin, Legohouse í Billund, sum BIG eisini hava teknað, kostaði
longu nú á nýggjárinum . Tá verður ætlandi eisini skilagott samsvar millum allar tær mongu ætlanirnar um at peppa lív í miðbýin og møguleikarnar at seta bilin frá sær niðarlaga í býnum. Tí hetta eru tveir [...] tveir óloysiligir partar av somu søk. At menn á Vaglinum vilja vera við, at býráðslimir hava vitað, at alt hetta skuldi liggja greitt fyrsta dagin, kemur mær fyri sum eitt lítið bluffnummar, tí hendan deadline [...] høvuðsstrategiin í parkeringsmálinum, at bilarnir skula koyrast burtur av leiðunum við miðbýin, so gera vit endaliga av við miðbýin. Bilarnir eiga ikki at fáa alla fyrstu parkett har, men tað má altíð bera til
Føroya. - Vit vildu fegin hava eitt ordiligt rokkshow á Summarfestivalinum í ár, og tí hava vit sent boð eftir D-A-D, sum man verða ein tann besti norðurlendski rockbólkurin, sigur Steintór Rasmussen, er [...] ársins rokkbrak á Summarfestivalinum D-A-D, sum spældi sínar fyrstu tónar í 1982, er tiltikið fyri sínar live-framførslur, og bólkurin, sum hevur hittað kring Europa, er í stórformi, nú teir koma til Føroya [...] Fyrstu tíðina var navnið á bólkinum Disneyland After Dark, men Disney-konsernin hótti við einum sakarmáli, og so skifti bólkurin navn til D-A-D. Veruliga gjøgnumbrotið fekk D-A-D á útgávuni No Fuel Left For