Stríðið á føðideildini kostaði Landssjúkrahúsinum tríggjar milliónir krónur

Tað er nú greitt, at ósemjan ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar, sum stakk seg upp fyrr í ár, hevur kostað Landssjúkrahúsinum tríggjar milliónir krónur.

 

Ljósmøðurnar vóru stak ónøgdar við at bygnaðarbroytingar vórðu settar í verk á Landssjúkrahúsinum í apríl í ár, sum førdi við sær, at pinkubarnadeildin fór í tvey, har ein sjúkrarøktarfrøðingur skuldi gava leiðsluna av barsilsdeildini og ljóðsmóðurin leiðsluna av føðideildini.

 

– Vit hava valt at lata leiðandi ljósmóðrina hava leiðsluábyrgd av viðgongu og føðing, har tær hava sína spíðskompetansu. Deildarsjúkrarøktarfrøðingurin fær leiðsluábyrgd av barsil og ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum, har røktin og fyribyrging er í hásæti, sigur hann.

 

Avleiðingin var, at ein stórur partur av ljósmøðrunum vórðu sjúkrameldaðar og avleiðingin av tí var, at tað var neyðugt við nógvum fremmandum avloysarum.

 

Og Ronnie Midjord virkandi stjóri á Landssjúkrahúsinum, sigur, at hendan ósemjan hevur kostað Landssjúkrahúsinum tríggjar milliónir krónur í løn til sjúkrameldaðar ljósmøður og til avloysarar.

 

Herfyri kom so eisini fram, at játtanin til Landssjúkrahúsið fer ikki at halda í ár, og at allar viðgerðir, sum kunnu bíða til næsta ár, verða tað.

 

Ronnie Midjord sigur, at fyri at vartðveita raksturin skuldi Landssjúkrahúsið hava átta milliónir afturat í ár, men síðani eru sparingar settar í verk fyri tvær milliónir, tað, ið eftir er av árinum.

 

Vit hava meiri um støðuna á Landssjúkrahúsinum seinni í dag.