D-A-D á Summarfestivalinum

Danski rockbólkurin, sum hevur ferðast um allan heim við sínum tónleiki, bjóðar ársins rokkbrak á Summarfestivalinum D-A-D, sum spældi sínar fyrstu tónar í 1982, er tiltikið fyri sínar live-framførslur, og bólkurin, sum hevur hittað kring Europa, er í stórformi, nú teir koma til Føroya.

- Vit vildu fegin hava eitt ordiligt rokkshow á Summarfestivalinum í ár, og tí hava vit sent boð eftir D-A-D, sum man verða ein tann besti norðurlendski rockbólkurin, sigur Steintór Rasmussen, er ein av fyriskiparunum.

D-A-D varð stovnað í 1982. Fyrstu tíðina var navnið á bólkinum Disneyland After Dark, men Disney-konsernin hótti við einum sakarmáli, og so skifti bólkurin navn til D-A-D.

Veruliga gjøgnumbrotið fekk D-A-D á útgávuni No Fuel Left For The Pilgrims frá 1989, og eitt av stóru hittunum hjá bólkinum, Sleeping My Day Away, er at finna á hesi útgávu, sum eisini varð útgivin í USA. Um hetta mundið var D-A-D nógv frammi kring Europa, og MTV vísti eisini sjónbandløg hjá bólkinum.

Síðani gjøgnumbrotið í 1989 hevur D-A-D givið sjey studiofløgur út, og millum kendastu sangirnar hjá teimum eru Laugh And A Half, Bad Craziness og Everything Glows.

D-A-D spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin í døgunum frá 4. til 6. august.