Fríggjakvøldið er konsert í Sirkus við Gretu Svabo Bech og hennara bólki, konsertin er ein upphiting til luttøkuna á South by South West í Texas í komandi viku.
Greta hevur fingið sær ein føroyskan bólk, við henni eru Per I. Højgaard Petersen, Sakaris Joensen og Heðin Ziska Davidsen.
Greta Svabo Bech og tónleikararnir hjá henni skulu sunnudagin á South by South West (SXSW) í Austin, Texas, sum er ein av heimsins stórstu showcase festivalum, og áður hava føroysk nøvn sum Teitur, Guðrið Hansdóttir og Boys in a Band luttikið á South by South West .
- Hetta seinasta árið havi eg havt samband við umboð frá ymiskum plátufeløgum og umboðum annars úr USA, men higartil havi eg ikki havt høvi til at knýta nærri sambond við ídnaðin har.
Nú havi eg so fingið møguleikan fra einum amerikonskum agenti, sum eg havi samband við, sigur Greta.
Tað er ein stórur hópur av bransjufólkum, ið leitar sær til Austin, Texas at skapa sambond og finna nýggj talentir, og hetta er ein spennandi túrur hjá Gretu og bólkinum.
- Vit gleða okkum at fara, men tað er eisini gott endiliga at hava eina heima konsert, sigur Greta.
- Vit ætla okkum eisini at royna nakrar nýggjar sangir av fra útgávum, sum liggja í framtíðini.
Konsertin byrjar kl 22 og er ókeypis. Aftaná diskar Klein restina av náttini.









