- Hetta er ein viðurkenning!
Tað staðfesti Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingsmaður. Fyrr í dag var hann á móttøku hjá danska forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.
Móttøkan var á føroysku matstovuni, Koks, sum í hesum døgum er í Keypmannahavn og ríkar danir við framkomnari, føroyskari matlist.
Og orsøkin til móttøkuna var, at ein dag um árið, ólavsøku dag, fara allir almennir bygningar í Danmark, og uttanlands, at flagga við føroyska flagginum, og á grønlendska tjóðardegnum, 21. juni, verður flaggað við grønlendska flagginum.
Á myndamáli er hetta ein viðurkenin. Men tað er ein týdningarmikil viðurkenning, segði Sjúrður Skaale.
Flaggið er ímyndin av felagsskapi og sambandi, sum hevjar seg upp um dagligu ósemjurnar og tí er tað næstan heilagt hjá teimum flestu.
Og tá ið danski staturin nú fer at flagga við føroyskum og grønlendskum flaggi, ímyndar tað ikki bara føroyska samleikan.
- Tað er eisini ímyndin av, at ríkið er sett saman av trimum tjóðum. Men tað vísir eisini, at vit eru ógvuliga ymisk, hóast vit hava nógv felags mál, fólkaræðið, rættartrygd og familjubond.
Á møttøkuni var eisini Arne Vatnhamar, fyrsti føroyingur á hægsta fjalli í heimi. Hann hevði Merkið við sær upp á ovasta tindin og tað hevði hann eisini við sær á móttøkuna.
Lars Løkke slapp at halda á flagginum - men hann fekk tað ikki. Hinvegin fekk hann bókina, Arne Vatnhamar, skrivaði um ferðina upp á Mount Everest.