Nú kom gongd á parkeringsmálið

Fegnist um, at umsitingin í Tórshavnar kommunu gjørdi so skjótt av hendan dagin og setti eitt fólk burtur av til at taka sær av parkeringsmálunum.

Skilti eg boðskapin rætt, skal uppskot um nýggjar parkeringsloysnir í Havn kunna leggjast fram til alment orðaskifti og politiska viðgerð longu nú á nýggjárinum .

Tá verður ætlandi eisini skilagott samsvar millum allar tær mongu ætlanirnar um at peppa lív í miðbýin og møguleikarnar at seta bilin frá sær niðarlaga í býnum. Tí hetta eru tveir óloysiligir partar av somu søk.

At menn á Vaglinum vilja vera við, at býráðslimir hava vitað, at alt hetta skuldi liggja greitt fyrsta dagin, kemur mær fyri sum eitt lítið bluffnummar, tí hendan deadline kom ikki undan kavi fyrrenn í vikuni, sum fór, tá brádlig kunning kom um bygnaðarligar umskipanir, so átrokandi mál kunna fáast frá hondini.

Eri sannførdur um, at verður høvuðsstrategiin í parkeringsmálinum, at bilarnir skula koyrast burtur av leiðunum við miðbýin, so gera vit endaliga av við miðbýin. Bilarnir eiga ikki at fáa alla fyrstu parkett har, men tað má altíð bera til at seta bilarnar frá sær í yvirkomiligari gongufrástøðu frá miðbýnum.

At fáa fólk við ørindum í miðbýnum at seta bilin uppi í Gundadali og fara við skjútsbussi oman í býin verður sum at steikja hvalspýggju og blágóma. Tað ber ikki til.

Góða eydnu og hepna hond við arbeiðnum við parkeringspolitikkinum. Óivað fáa vit skilagóð uppskot um loysnir, sum bera í longdini.

Tað er tað, sum telur.

---