Nú ber til at lesa ensk tíðindi á heimasíðu Kringvarpsins

Nú ber til at lesa tíðindi á enskum á heimasíðu Kringvarpsins. Sum sjálvstøðugur, almennur stovnur hevur Kringvarp Føroya ávísar public service-skyldur mótvegis øllum borgarum. Í public service sáttmálanum, sum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya skrivaðu undir í desember mánaði í 2016, stendur millum annað at:

 

 

 

 

"Kringvarp Føroya skal virka við til at framleiða upplýsandi public-service, ið vendir sær til tilflytarar, ið ikki skilja føroyskt ella skandinaviskt."

 

 

 

 

– Kringvarpsstýrið hevur sett pening av í 2018, soleiðis at vit fáa røkt hesa public service skylduna. Fyrsta stigið er at velja tíðindi út, sum verða týtt úr føroyskum til enskt. Vit hildu, at skuldi eitt mál veljast, so er enskt besta boðið, sigur Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri.

 

 

 

 

Tað eru umsetarar uttan fyri Kringvarpið, sum týða útvaldar føroyskar tíðindastubbar, ið longu liggja á heimasíðu Kringvarpsins. Ætlanin er, at eini tveir til tríggir høvuðstíðindastubbar verða umsettir um dagin.

 

 

 

 

Um nakrar mánaðir verður eftirmeting gjørd, og tá kann verða, at tilboðið verður víðkað til upplestur av sama teksti.

 

 

 

 

Johnny í Grótinum heldur ikki, at tíðindi á enskum eiga at verða varpaði í útvarpinum, men hann heldur, at skilabest er at hava enska tilfarið á heimasíðuni á netinum.

 

 

 

 

– Kann eisini verða ein bjarnatænasta at umseta alt til enskt. Ein uppgáva hjá okkum - sum public service stovnur - er málmenning og at styrkja føroyska samleikan, sigur hann.