almennu feløgini eru ikki eins og kanska eitt sindur fløkt. Landskassin eigur beinleiðis partapeningin í Føroya Tele og Atlantsflog, Fíggingargrunnurin eigur Føroya Banka og Framtaksgrunnurin eigur F [...] ferðasambandið loftvegis til og úr Føroyum. Kapitalurin varð útvegaður og Landskassin veðhelt í fyrsta umfari. Seinri varð konverterað til partapening. Sum frá leið gekk framá, og felagið hevur í hesi 17 árini [...] verður best framd í fríari kapping innan karmarnar av privatu og globaliseraðu kapitalskipanini. Tað kann vera nógv, sum talar fyri hesum, og í fleiri førum er tað skilagott at einskilja út frá hesum sj
íverksetaramenta og – umstøður. Samstarvið millum útbúgving, menning og vinnu skal styrkjast. Okkara framúrskarandi royndir og vitan innan handverk og sjóvinnu, matvøruvinnu, mentan og annað skula troytast [...] skútuni 180 stig, og fer lensandi undan suður og eystur til brøðratjóðirnar. Onkur heldur fram, kemur sær inná deyðavatn, leggur skútuna fyri íla, fær konu og børn róð út, dregur ílasteini upp og setur kós út [...] av sínum føðilandi tí man dugir síni ting og roynir at lívbjarga sær og sínum. Eg havi hug at enda við orðinum hjá Frændur: “og verða vit ríkari tá Føroyar, og hvør verður ríkari tá Føroyar?”
undir leiðslu av Ratko Mladic, herovasta, býin og upp á minni enn tvær vikur vórðu 8.000 muslimskir menn og dreingir systematiskt avrættaðir. Kvinnur og børn vóru send úr býnum. Lættvápnaðaðar friðarv [...] – Øll, sum vilja úr býnum, fáa flutning. Stór og smá. Ung og gomul. Verið ikki bangin. Eingin ger tykkum nakað. Soleiðis ljóðaðu sissandi orðini frá Ratko Mladic, herovasta, til íbúgvarnar í Srebrenica [...] a fyri júst 25 árum síðani, skrivar BBC. Men í staðin fyri vórðu ræðsluslignu íbúgvarnir vitni til og offur fyri einum blóðbað, sum ikki hevur verið verri á evropiskari jørð siðani Annan Heimsbardaga.
ótrúlig kensla, tá morgunin kom og kastað varð aftur - at síggja hesar stóru og ediligu toskar koma upp ígjøgnum sjógvin, at taka teir inn og síðan síggja teir liggja og sprakla á dekkinum. - Jú, tað er [...] úti á Føroyabanka við Tvíburðum. Tá kvøldið kom, sløkti eg motorin og legði alt í Guðs hendur. Árla á morgni varð tørnað til aftur, og tað ber slett ikki til at forklára ta kvirru, sum her valdaði - einsamallur [...] viðmerking til myndina, ið hann legði út á netið. Og tað er ikki sørt, at føroyingurin í Noregi var beinrakin, tí í dag ringdi Mortan Johannesen til In.fo og segði, at hann hevur nógv gott at minnast aftur
mvg-eftirstøður og skuld fyri, fyri keyp av vørum og tænastum frá privat fólki og fyritøkum. Tann privati, veri seg feløg og persónar, missa virðir fyri fleiri tíggju- og hundraðtúsundatal av krónum og meira, og [...] felagnum, til eina og hvørja tíð, og á henda hátt sleppa undan at gjalda sínar skyldur. Men um somu leið kann viðkomandi endurnýta navnið á gamla felagnum yvirfyri sínum kundum og umheiminum, og sostatt endurnýta [...] Hvør Hanus og Janus kann stovna eitt partafelag, seta felagið í stóra skuld og síðani lata felagið fara á húsagang, uttan at hetta kostar eigaranum eina krónu, kanska eitt frímerki og ein brævbjálva til
arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafeløgini, sum annars hava samráðst um ein nýggjan sáttmála í fleiri vikur. Samráðingarnar slitnaðu fríggjadagin og tá varð semingsstovnurin boðsendur, og tað fyrsta hann [...] hevur sett, er farin á midnátt í annaðkvøld, men semingsmaðurin sigur, at einki hendur fyrr enn hann gevst við meklingini og staðfestur, at tað ber ikki til at finna semju. Men hann sigur eisini, at enn
heimin í egnar hendur. Í dag eru mong í ferð við at gloyma Guð, og hetta er høvuðsorsøkin til menniskjunnar misnøgd og iva, segði Benadikt pávi XVI. Men hann tók eisini í egnan barm og ásannaði, at tann [...] síni lýti. -Harrin hevur sagt okkum, at kirkjan er sum ein nót við bæði góðum og ringum fiski og sum ein akur við hveiti og illhgrasi, segði pávin. Undir vitrjanini í sínum gamla heimlandi legði pávin stóran [...] Umleið 700.000 fólk vóru og lurtaðu eftir Benadikt XVI páva á altjóða katólska ungdómsfundinum á Marienfeld uttan fyri Köln um vikuskiftið. Fleiri teirra vóru komin at vita, um tann nýggi pávin mundi hava
ímóti henni, og gongdin verður tann øvuta vegin. Okkurt dømi: Tá tað sokallaða 68-ættarliðið var í vælmaktini, var ein uppáfinningin, at tað var skeivt og komiskt at vaska sær væl, greiða sær og ganga í h [...] dag: nú er tað skomm at ganga skitin og tvitin og ófantaliga ílatin. Ein rættur maður gongur til dagligt í slipsi - uttan so, at arbeiði hansara forðar honum í tí - og konufólkini eru so uppsnákað sum neyvan [...] har politikarar og onnur ikki hildu seg vera líka býtt sum amerikanarar - at tað almenna skuldi í heilt stóran mun leggja seg út í gerandisdagin og lívsførsluna hjá fólki, vinnulívið og arbeiðsmarknaðin
borgarstjórin hevði boðað frá, og tað kemur at ávirka fyrireikingarnar og venjingarmøguleikarnar hjá teimum yngrum. - Eftir øllum at døma hevur onkur tikið borgarstjóran av ræði, og tí vórðu eingi fyribils [...] til ljósini á Tórsvølli aftur eru virkin, og tað eru vit ótrúliga hørm um. Tá fótbólturin rullar, eru gjarna eini 500-600 børn og ungdómar dagliga í Gundadali, og tað er ófatiliga harmiligt, at tey mugu [...] besti mansliðini hjá HB og B36 vandu í senn á sama vølli mánadagin og týsdagin. Feløgini fingu leygardagin 14. desember í fjør at vita frá Fótbóltssambandinum, at ljósini við Tórsvøll skuldu sløkkjast mánamorgun
leggur mjørka út yvir land og fólk, sigur Høgni Hoydal. Hann helt, at løgmaður nevndi ting, ið Arbeiðsgevarafelagið hevur sett á stovn. - Men tað var lítið samsvar við veruleikan, og røðan hóskar ikki til okkara [...] heldur, at kreppan í sambandi við ES vísir, at tað er neyðugt, at vit taka loysing og síðani taka málið í egnar hendur. - Har er eingin politisk kós at hóma í løgmansrøðuni, einki boð upp á nakað sum helst [...] privatum og so skal landið leiga tað frá teimum privatu, sigur Høgni Hoydal. Hann er heldur ikki fegin um ein annan privatan fíggjarleist. - Eysturoyartunnilin skal eisini fíggjast av privatum, og tað er