Einki ljós á Tórsvølli: HB og B36 venja í myrkri

- Vit søgdu púrasta greitt, at hesum kundu vit als ikki liva við, sigur Jákup Mørk

Tað kom óvart á í bæði HB og B36 í vikuni, at ongi ljós eru Tórsvølli. Frammanundan er niðari vøllur at kalla óvirkin orsaka av byggingini av nýggja vestaraskýlinum á Tórsvølli. Tað endaði við at besti mansliðini hjá HB og B36 vandu í senn á sama vølli mánadagin og týsdagin.

Feløgini fingu leygardagin 14. desember í fjør at vita frá Fótbóltssambandinum, at ljósini við Tórsvøll skuldu sløkkjast mánamorgun 16. desember orsakað av arbeiði við at flyta høvuðstalvuna, og at arbeiðið ikki var liðugt fyrr enn 1. februar.

##med3##

- At taka ljósini burtur í myrkastu árstíð hildu vit ikki vera nakað gott hugskot, og tá hetta verður fráboðað við tveimum daga varni, var talan um eina støðu, sum feløgini í Gundadali á ongan hátt kundu góðtaka. Vit søgdu púrasta greitt, at hesum kundu vit als ikki liva við, og tað tók heldur ikki nógvar tímar, áðrenn vit fingu vissu fyri, at ein fyribils loysn skuldi riggast til. Hendan skuldi tryggja, at vit høvdu ljós, ið vóru nøktandi til venjing, sigur Jákup Mørk, formaður í B36, og leggur afturat:

- Mær vitandi var Annika Olsen, borgarstjóri, saman við øðrum umboði frá kommununi á byggifundinum, har hendan loysnin varð staðfest. Men nú mánadagin, tá besta manslið okkara skuldi hava ársins fyrstu venjing á Tórsvølli, var einki ljós. Hetta funnu vit útav góðar tveir tímar undan venjingini, og tað kundu vit sjálvandi ikki standa modell til, sigur formaðurin í B36.

##med2##

Kemur at ávirka yngru liðini

Bestu mansliðini hjá HB og B36 hava vant á hálvum vølli samstundis, tí nú eru bara ljós á Ovara vølli í Gundadali. Sambært formanninum í B36 var hetta ikki tað borgarstjórin hevði boðað frá, og tað kemur at ávirka fyrireikingarnar og venjingarmøguleikarnar hjá teimum yngrum.

- Eftir øllum at døma hevur onkur tikið borgarstjóran av ræði, og tí vórðu eingi fyribils venjingarljós sett upp. Kundu vit gjørt nakað við hetta, so gjørdu vit sjálvandi tað, men í dag er einki at gera. Skaðin er hendur, tí nú er altso eingin streymur at føða eina fyribils ljóskeldu, sigur Jákup Mørk.

- Avleiðingin er, at fyrireikingar okkara verða darvaðar, og tað er ikki optimalt, nú bara tveir mánaðir eru til kappingarbyrjan. Saman við HB royna vit sjálvandi at greiða støðuna sum best, soleiðis at mansliðini hjá feløgunum fáa vant. Men hetta kemur at merkja skerjingar í tímatalinum hjá yngru liðunum, fram til ljósini á Tórsvølli aftur eru virkin, og tað eru vit ótrúliga hørm um. Tá fótbólturin rullar, eru gjarna eini 500-600 børn og ungdómar dagliga í Gundadali, og tað er ófatiliga harmiligt, at tey mugu svíða fyri hetta, sigur Jákup Mørk, formaður í B36.