Leo Poulsen
Heldur ikki formaðuri í Tjóðveldi, Høgni Hoydal, var serliga ovfarin av løgmansrøðuni hjá Kaj Leo Johannesen.
- Eg haldi, at tað líkist mest einum sjálvtøkuborði til summar partar av samfelagnum at taka av, meðan løgmaður leggur mjørka út yvir land og fólk, sigur Høgni Hoydal.
Hann helt, at løgmaður nevndi ting, ið Arbeiðsgevarafelagið hevur sett á stovn.
- Men tað var lítið samsvar við veruleikan, og røðan hóskar ikki til okkara samfelag. Har var einki sum helst boð upp á nakað innan vinnupolitikk ella tað tjóðskaparliga, sigur Høgni Hoydal.
Hann heldur, at kreppan í sambandi við ES vísir, at tað er neyðugt, at vit taka loysing og síðani taka málið í egnar hendur.
- Har er eingin politisk kós at hóma í løgmansrøðuni, einki boð upp á nakað sum helst. Tað er at vóna, at hetta verður seinasta løgmansrøðan hjá Kaj Leo Johannesen, sigur Høgni Hoydal.
Hann ætlar sær í hvussu er at stríðast fyri, at fáa samgonguna at leggja frá sær í heyst.
- Tað einasta nýggja í løgmansrøðuni er, at tað skulu fleiri almennar tænastur gerast privatar, tó at hann ikki nevnir ítøkiliga hvørjar tænastur, talan er um. Tó so, at nýggja havrannsóknarskipið skal byggjast av privatum og so skal landið leiga tað frá teimum privatu, sigur Høgni Hoydal.
Hann er heldur ikki fegin um ein annan privatan fíggjarleist.
- Eysturoyartunnilin skal eisini fíggjast av privatum, og tað er ein loysn, sum vit ikki taka undir við. Annars haldi eg, at tað, sum var gott í løgmansrøðuni, var ikki nýtt, og tað, sum var nýtt, er ikki gott, staðfestir Høgni Hoydal.