Umleið 700.000 fólk vóru og lurtaðu eftir Benadikt XVI páva á altjóða katólska ungdómsfundinum á Marienfeld uttan fyri Köln um vikuskiftið. Fleiri teirra vóru komin at vita, um tann nýggi pávin mundi hava onkran nýggjan boðskap, og onnur vóru komin at bera hann saman við undanmannin, tann væl umtókta Jóhannes Páll Annan.
Í gjár vóru týskir fjølmiðlar á einum máli um, at pávavitjanin eydnaðist væl, men at hann ikki hevur sama fólkatekki sum undanmaðurin - í hvussu er ikki enn. Undan vitjanini vóru tað bara tey fægstu, sum væntaðu, at pávin fór at koma við nakrari ábending um, at tann katólska kirkjan fer at leggja á ein meiri frísinnaðan bógv, og tað gjørdi hann heldur ikki.
Tað mest hugvekjandi var tí kanska tað, sum pávin ikki segði. Eitt nú nevndi hann ikki, at kirkjan setur fólki forboð fyri at hava kynsliga samveru, fyrr enn tey eru gift, og hann segði heldur einki um fyribyrging. Hetta vóru annars evni, sum undamaður hansara nevndi, hvørja ferð hann hitti ungfólk.
Harafturímóti var pávin sera greiður í sínum boðskapi.
-Í farnu øld fingu vit eina kollvelting, sum hevði ta meginhugsjón, at vit skuldu ikki bíða eftir Guði, men taka heimin í egnar hendur. Í dag eru mong í ferð við at gloyma Guð, og hetta er høvuðsorsøkin til menniskjunnar misnøgd og iva, segði Benadikt pávi XVI.
Men hann tók eisini í egnan barm og ásannaði, at tann katólska kirkjan hevur síni lýti.
-Harrin hevur sagt okkum, at kirkjan er sum ein nót við bæði góðum og ringum fiski og sum ein akur við hveiti og illhgrasi, segði pávin.
Undir vitrjanini í sínum gamla heimlandi legði pávin stóran dent á sambandið við aðrar átrúnaðir. Hann vitjaði ta jødisku synagoguna í Köln, sum nazistarnir løgru í oyði í 1938, og hann hitti eisini umboð fyri muslimarnar í Týsklandi.