Einki valevni tosar um at broyta verandi partafelagslóggávu

Í fjølmiðlunum síðsta árið hevur verið bæði skrivað og tosað um galdandi partafelagslóggávu, men hvørki valevni, gomul sum nýggj, ella fjølmiðlar hava sett spurnartekin við galdandi lóggávu undir valstríðnum.

Hvør Hanus og Janus kann stovna eitt partafelag, seta felagið í stóra skuld og síðani lata felagið fara á húsagang, uttan at hetta kostar eigaranum eina krónu, kanska eitt frímerki og ein brævbjálva til Skiftirættin. Eftir situr eigarin við pengum í egnum lumma. Peningur, ið átti at verið brúktur til at gjalda skatt, mvg-eftirstøður og skuld fyri, fyri keyp av vørum og tænastum frá privat fólki og fyritøkum.
Tann privati, veri seg feløg og persónar, missa virðir fyri fleiri tíggju- og hundraðtúsundatal av krónum og meira, og tað almenna missir stórar inntøkur. Hetta gongur alt út yvir teg og meg, ið skulu rinda hetta aftur í skatti, tí hallið á fíggjarlógini sjálvandi økist, so skjótt inntøkurnar hjá tí almenna minka orsakað av mistari mvg-eftirstøðu og skatti. Eftir sita bæði tú og eg sum stóri taparin.
Um fyrrverandi eigarin av partafelagnum, P/f Farið á Húsagang nr. 7, hevur hug, so stovnar viðkomandi eitt nýtt partafelag, P/f Fer á Húsagang, ið viðkomandi fíggjar við parti av tí peningi, hann hevur tikið úr gamla partafelagnum, ið als ikki er til longur.
Partafelagslógin loyvir hesum, og má tí broytast ongantíð ov skjótt, til tess at verja fyri, at partafeløg verða misbrúkt á henda hátt. Dømini eru tíverri nógv um partafeløg, ið eru ‘farin’ á húsagang, tí tey hava skylda upp í fleiri milliónir. Eftir sita fyrrverandi eigarar við stórum ognum, uttan at nakar hevur møguleika at fara eftir hesum stolnu ognunum hjá teimum.
Ómoralskt og órættvíst? Ja sera, av hundan og til halda tey flestu, vónandi, men ikki kriminelt, sambært lóggávuni. Partafelagslógin loyvir snøkt sagt tjóvarí á alljósum degi, men tað ger Revsilógin ikki. Stjelur tú eitt karton av mjólk, far tú um ikki dóm, so skal tú í øllum førum gjalda fyri stolnu vørurnar, annars skal tú inn at sita.
Núverandi partafelagslóggávan er órættvís og ómoralsk á hesum øki, og skilji tí ikki, at slíkt álvarsmál, ið hevur oyðilagt gerandisdagin hjá mongum føroyingini, ikki verður broytt og enn minni hví hetta ikki verður nevnt í valstríðnum. Nú er tað bara meinigi føroyingurin, sum verður knokkroyttur, um tey skylda skatt ella mvg. Persónar, sum gjøgnum sítt/síni partafeløg hevur snýtt fólk so dyggiliga, sleppa snikkaleysir.
Í Revsilógini, 3. Kapitul, grein 16 stendur m.a. soleiðis:
Personer, der på gerningstiden var utilregnelige på grund af sindssygdom eller tilstande, der må ligestilles hermed, eller åndssvaghed i højere grad, straffes ikke.
So er spurningurin um tað er henda greinin, ið verjir teir persónar, ið lata síni partafeløg fara á húsagang fyri at forvinna sær pening, og lata onnur sita eftir við sviðið soð.

Faktaboks:
Nýstovnað partafeløg nýtast ikki at lata roknskap inn til Partafelagsskrásteingina fyrr enn eftir tvey ár eru liðin. Hetta gevur feløgunum møguleikar at koma fyri seg á marknaðinum, og er hetta sjálvandi í lagi. Men hetta gevur eisini óreiðiligum persónum møguleikar at átaka felagnum stórar skyldur mótvegis bæði privatum og tí almenna sama tíðarskeið. Og royndirnar vísa tíverri ofta, at eigarin, ístaðin fyri at gjalda sínar skyldur, heldur tømir felagið fyri peningalig virðir og síðani letur felagið fara á húsagang.
Partafelagseigarin kann koyra sítt 'gamla' partafelag á húsagang, stovna eitt nýtt felag undir nýggjum navni og keypa ognirnar hjá tí gamla avtikna felagnum, til eina og hvørja tíð, og á henda hátt sleppa undan at gjalda sínar skyldur. Men um somu leið kann viðkomandi endurnýta navnið á gamla felagnum yvirfyri sínum kundum og umheiminum, og sostatt endurnýta "gamla" navnið, í nýggja felagnum.
Partafelagseigarin kann tøma felagið fyri pening uttan at nakar myndugleiki hevur eftirlit við tí og kannar hetta. Peningalig orka er ikki til hetta, verður sagt frá mynduleikunum, men spurningurin er, um tað í veruleikinum ikki hevði loyst seg peningaliga at havt eitt virkið eftirlit, ið sostatt kundi fingið goldið ein stóran part av skuldini til tað almenna afturgoldið.
Skiftirætturin kannar ikki hvat hendur við møguligum ognum í partafeløgum, ið eru farin á húsagang. Tí ber ofta til at síggja somu persónar, hvørs partafeløg eru farin á húsagang í einari viku, koyra í somu bilum og brúka somu amboð o.a. vikuna eftir, sum annars vóru ognir hjá felagnum, ið nú er farið á húsagang.