hava ógreiðu viðurskiftini verið til stóran ampa. Men við nýggju tvískattaavtaluni er vend komin í. Tann 20. juni í ár skrivaðu Magni Laksafoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og bretski skattamál [...] aráðharrin, Dawn Primarolo, undir nýggjan tvískattasáttmála, sum eftir ætlan kemur í gildi tann 1. januar 2008, eftir at hann er samtyktur í ávikavist løgtinginum og bretska parlamentinum. Væl nøgdur [...] fer at økja um áhugan hjá útlendskum oljufeløgum at virka í Føroyum. - Oljuvinnan hevur í longri tíð eftirlýst greiðar reglur á skattaøkinum. Tí meti eg, at hendan avtalan bert kann vera til fyrimuns
hava vit nóg mikið at brúka tíðina til. Eitt nú til at tosa um viðurskifti, sum vit ongan tíð annars hava tíð til, tá deadline stressar arbeiðstímarnar, heldur hann. Mugu røkja útjaðaran Øssur Winthereig [...] Men tit hava møguleika at røkka parti av hyggjarunum umvegis Televarpið og alnetið. Hví valdu tit tann møguleikan frá? - Har eri eg samdur í teimum grundgevingum, sum kringvarpsstjórin og formaðurin fyri [...] ikki at blanda seg upp í eina kapping millum eitt nú Televarpið og Canal Digital. Televarpið hevur tann fyrimun fram um onnur, at tey sleppa inn á signalið hjá okkum, áðrenn hetta fer niðan á Húsareyn.
hetta kappingarárið. Men tað er kanska ikki tann stóri vandin, tá tú hevur ein spælara sum Rasmus Nolsøe á liðnum. Gjøgnum fyrra hálvleik var hann støðugt tann, sum gekk á odda í hóttanunum móti AB-málinum [...] ár verið eitt frískligt íkast til Vodafone-deildina. Argjamenn, sum fyri tveimum árum síðani ongan tíð veruliga fótaðu sær í táverandi Formula-deildini, hava í ár veruliga prógvað, at teir vilja vera hangandi [...] tað í sjálvum sær er aðalmálið hjá liðnum. Við tiltiknu orðunum hjá Søren Lerby, so ert tú tó ongan tíð betri enn seinasti dysturin prógvaði, og hesin bar altso ikki boð um eitt lið, sum vil liva oman fyri
sum verður felags fyri alt landið. - Tað tekur drúgva tíð at fyrireika og byggja eina stóra brennistøð, men tað fer uttan iva eisini at taka tíð at leggja báðar brennistøðirnar saman. Stórir fyrimunur [...] restina av landinum. - Tær eru báðar javngamlar og tær hava báðar akkurát nú fingið stórar umvælingar og tann í Leirvík skal nú byggjast út. - Tað, vit hava fingið at vita, er, at eftir umvælingarnar halda tær [...] til eina stóra fjarhitaskipan gjørt, sum 750 húski ov vinnuvirki fyribils eru knýtt upp í. Og bara tann fjarhitin, vit longu nú hava, sparir okkum 1% av Co2 útlátinum, longu sum er. Samstundis er hetta
keypir hann eina gamla verksmiðju, sum er farin á húsagang í býnum Montreuil. Verksmiðjan verður tann menningarríkasta verksmiðjan í býnum, og at enda verður Valjean útnevndur borgarstjóri. Kvinnan, Fantine [...] fáa ein frægari uppvøkstur, enn hon sjálv hevði megnað at givið tí sum ein fátæk, støk mamma í eini tíð, har tað at fáa eitt barn uttan fyri hjúnarband var skomm. Tá tey finna út av fortíð hennara, verður [...] selja seg sjálva. Fantina verður handtikin av nýggja politimeistarnum í býnum, Javert (sum í sínari tíð var fangavørður í grótbrotinum, har Valjean var trælur). Javert skuldsetur Fantinu fyri at hava verið
er ein neyðug fortreyt Kjartan ikki kemur nóg væl inn á. Eitt annað mál tikið kundi verið fram er tann manglandi realitetssansur, sum tykist at hava fingið fætur á fólki. Nærmast eufori. Nú skulu føroyingar [...] Óansæð hvat eitt fleirtal sambart eina veljarakanning meinar, so verður ein loysing innan fimm ár tann ?vissi deyði?. Vit koma at mangla umleið 900 milliónir, sum so skulu innkrevjast við skatti og MVG [...] finna. Tað vil siga at landskassin í minsta lagi skal eina nakrar mia. kr. í lansbrøvum. Og tað tekur tíð at samla hesa upphædd. Viðvíkjandi tí at miðfyrisitingin skal umskipast hevur Kjartan púra rætt. Tað
minniluti til, og ikki so frætt sum ein tann einasti ein nevndar sessur er tillutaður minnilutanum, hóast hesin fekk næst flestar atkvøður til seinasta val. Er hetta tann nýggja tíðin, har vit líta fram ímóti [...] sera virknan leiklut í hesum spæli. Summi meina, at persónar ikki skulu verða í sama starvi í alt ov langa tíð. Tórur Johannesen er kanska av hesi meining, og hevur hann helst sett eitt uml. tjúgu ára mark fyri [...] veruleikanum er so, hevur Tórur Johannesen ikki nógv ár eftur í kommunalpolitikki. Um Tórur, tá hansara tíð er komin, fer at stilla seg við gumpinum fyri og góðtaka, at hann fær hesa somu viðferð, hann í dag
at ongin røðari undir orðaskiftinum nam við spurningin um tað nú søguliga orkuráðið, sum í sínari tíð varð avtikið vegna sparingar í landshúsarhaldinum, og tær avleiðingar vit ídag hava av hesu tilgongd [...] tilgongd. Landsins leiðsla tá á sinni gjørdi sær eina stóra bjarnatænastu. Sum kunnugt hevur allur tann føroyski orkupolitikkurin, sum so, verið monopoliseraður og sera einssporaður. Føroysku hægtølini, vit [...] seta okkum hetta stevnumið. Um eitt ávíst áramál verður avsett til at náa hetta endamál, er treytin tann, at rætt verður atborið, frá byrjan av, áðrenn nakað ítøkiligt verður gjørt á økinum. Hugsið bert
mong fetini. Seinasta árið gjørdi tú eitt stórt arbeiði við bátin hjá tær, men tíverri náddi tú bert tann eina útróðrartúrin eftir umvælingina. Tú tvætlaði altíð við okkum bróðurbørnini, sang sangir um okkara [...] fingu vit eisini ofta eitt oyra frá tær! Sjálvt um tú altíð hevði so nógv at gera, hevði tú altíð tíð at seta teg niður at tosa og tvætla við okkum, tá vit vóru úti hjá tær. Nú kann eg bara gleðast um [...] hevði eina góða prædiku til jarðarferðina hjá tær, sum lýsti, hvussu tú var! Tað var rørandi at síggja tann stóra skara, ið fylgdi tær. Vit øll sakna teg ómetaliga nógv og gleða okkum at síggja teg aftur! Vit
tíðini fór at selja bilar á Skálafjørðinum. Jóhannus var tann fyrsti, sum keypti Studebaker lastbil. Tað var fyrst í seksti árnum. Hann var tann fyrsti, sum keypti Toyota Crown persónbil, og í 1966 keypti [...] Jóhannus er ættaður úr Søldarfirði, og har hevur hann búð mest sum alla sína tíð. Hann er úr Byrginum. Foreldrini hjá honum vóru Hanna, sum var ættað úr Æðuvík og vaks upp í Byrginum, og Hans Marius Solmunde [...] Eysturoynni. Tá ið Jóhannus hevði fingið sær lastbil, koyrdi Noomi í fleiri ár hýruvogn. Alla sína tíð hevur Jóhannus havt serliga góðan hug at fáast við bóndaskap og seyð. Svágur hansara, Rasmus, var bóndi