Alt rusk í Føroyum brennast í Havn

Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu-og umhvørvis nevndini Tórshavnar Býráði, vil hava eina stóra, felags brennistøð fyri allar Føroyar og hon skal vera í miðstaðarøkinum

- Tað einasta rætta er at gera eina stóra, felags brennistøð fyri allar Føroyar.

Tað var boðskapurin hjá Elini Lindenskov á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinun í Klaksvík nú um vikuskiftið.

Elin Lindenskov er forkvinna í heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar Býráð og hon vildi hava umhvørvið á breddan á landsfundinum.

Og hon helt, at tað er ótrúliga týdningarmikið, at Javnaðarflokkurin tekur støðu fyri, at vit fara undir at byggja eina stóra brennistøð, sum skal vera felags fyri alt landið.

Í løtuni hava vit tvær brennistøðir, eina fyri Tórshavnar Kommunu og eina fyri restina av landinum.

- Tær eru báðar javngamlar og tær hava báðar akkurát nú fingið stórar umvælingar og tann í Leirvík skal nú byggjast út.

- Tað, vit hava fingið at vita, er, at eftir umvælingarnar halda tær í 10-15 ár afturat.

Elin Lindenskov sigur, at tað merkir, at um 10-15 ár standa vit við tveimum uppslitnum brennistøðum.

Tí eiga vit longu nú at taka støðu til, at framyvir skulu vit hava eina stóra brennistøð, sum verður felags fyri alt landið.

- Tað tekur drúgva tíð at fyrireika og byggja eina stóra brennistøð, men tað fer uttan iva eisini at taka tíð at leggja báðar brennistøðirnar saman.


Stórir fyrimunur

Sum støðan er nú, verður rusk flutt aftur og fram runt í øllum landinum ístaðin fyri at rationaliserað flutningin og savna alt ruskið á einum staði.

Tað hevði spart nakað av útlátið av vandamiklum evnum.

Elin Lindenskov heldur eisini, at tað er ongin ivi um, hvar ein slíkt brennistøð skal vera

Hon skal vera í Suðurstreymoy og sostatt skal hon vera beint við Havnina, tí er hava øll líka langt at koyra ruskið.

Men upp aftur týdningarmiklari er tað, at í Havn er longu nú eitt undirstøðukervi til eina stóra fjarhitaskipan gjørt, sum 750 húski ov vinnuvirki fyribils eru knýtt upp í.

Og bara tann fjarhitin, vit longu nú hava, sparir okkum 1% av Co2 útlátinum, longu sum er.

Samstundis er hetta mitt í landinum, so flutningurin verður so stuttur sum gjørligt hjá øllum.

Tær báðar brennistøðirnar, vit nú hava, eru ov lítlar, men ein felags brennistøð hevði verið so mikið stór, at tað hevði borið til at vunnið streym úr hitanum og tí er tað ein fyrimunur at byggja hana við SEV-verkið á Sundi.

Sostatt heldur hon, at tað hevði verið nógvir umhvørvisligir fyrimunir við at gjørt eina felags brennistøð, segði Elin Lindenskov.

- Hetta er ein spurningur, sum vit mugu taka støðu til sum skjótast, staðfesti Elin Lindenskov.


Einasta rætta

Vilhelm Johannesen, sum var formaður í Føroya Kommunufelag, tá ið brennistøðin í Leirvík varð bygt segði, at longu tá var ætlanin at gera eina brennistøð.

- Tað hevði gjørt ætlanina nógv rationellari, samstundis sum tað hevði givið nógv størri møguleikar at gagnnýtt avlopshitan.

Men Býráðið í Havn setti alt ov harðar treytir við at krevja meirilutan í nevndini fyri brennistøðina og sostatt ræðisrættin á henni og tað vildu Kommunufelagið ikki góðtaka.

Hann heitti staðiliga á allar partar um at taka undir við hugsanini um at byggja eina felags brennistøð fyri alt landið.

Men Vilhelmi so líkt, var eisini stundir til skemt:

- Tey vilja kráma alt inn undir seg í Havnini, so kunnu tey eisini fáa lortin, helt hann