Sjónvarp
Mikudag er lítið av fólki til arbeiðis á tíðindadeildini á sjónvarpspartinum hjá Kringvarpinum.
Tí er dagurin í dag ikki stórt øðrvísi hjá starvsfólkunum, enn aðrir mikudagar eru. Men bæði mána- og týsdagin órógvaði niðurslitna sendinetið.
- Í løtuni vita vit ikki tað heilt stóra. Vit fóru heim klokkan 16 í gjár, og í morgin møta vit klokkan 9. Vit royndu bæði mána- og týsdagin at arbeiða, sum um vit skuldu í luftina klokkan 19, og fáa vit ikki annað at vita, so verður tað eisini støðan í morgin, sigur tíðindaleiðarin í Sjónvarpinum, Øssur Winthereig.
- Og um vit fáa at vita, at einki fer í luftina í morgin heldur, so hava vit nóg mikið at brúka tíðina til. Eitt nú til at tosa um viðurskifti, sum vit ongan tíð annars hava tíð til, tá deadline stressar arbeiðstímarnar, heldur hann.
Mugu røkja útjaðaran
Øssur Winthereig dylur tó ikki fyri, at verandi støðan er djúpt frustrerandi.
- Mánadagin høvdu vit jú alt klárt. Har var nógv tilfar at senda, og eisini hildu vit tað gott tilfar. Tí var tað eitt rættiliga flatt fornemmilsi, tá vit bara máttu ásanna, at her var ikki tað stóra at gera.
- Í so máta var støðan nakað øðrvísi í gjár. Tá royndu vit at arbeiða, sum um vit skuldu í luftina. Men tá tað var greitt, at hetta ikki bar til, góvust vit bara. Men talan var jú framvegis um eina frustrerandi støðu, sum als ikki er nøktandi. Eisini hjá hyggjarunum, sum jú rinda túsundtals krónur í kringvarpsgjaldi, men sum nú ikki fáa nakað afturfyri.
Men tit hava møguleika at røkka parti av hyggjarunum umvegis Televarpið og alnetið. Hví valdu tit tann møguleikan frá?
- Har eri eg samdur í teimum grundgevingum, sum kringvarpsstjórin og formaðurin fyri Kringvarpsstýrinum hava ført fram.
- Tá vit eru ein public service stovnur, so er tað okkara skylda at veita til øll. Tað er ein skylda, sum privatir veitarar – t.d. Televarpið – ikki hevur. Okkara skylda er at hugsa um tey seinastu prosentini, sum ikki hava møguleika at síggja Televarpið. Og tað er ein skylda, sum vit ikki tóku í álvara, um vit bara søgdu, at Televarpið og alnetið eru nóg mikið til at fara í luftina.
- Sjálvandi er talan so eisini um eina kappingarstøðu. Og Kringvarpið eigur ikki at blanda seg upp í eina kapping millum eitt nú Televarpið og Canal Digital. Televarpið hevur tann fyrimun fram um onnur, at tey sleppa inn á signalið hjá okkum, áðrenn hetta fer niðan á Húsareyn. Og tí er tað skeivt, um eitt privat felag kann fáa fyrimun av verandi støðu.
Funnið kikaran fram
Í gjár førdi Kringvarpsstjórin fram, at avgerin um als ikki at senda ikki skuldi fatast sum ein provokatión til politiska myndugleikan. Og eisini hesum er Øssur Winthereig samdur í.
- Vit hava fyrst og fremst okkara skyldu at hugsa um. Er nøkur provokatión, so er hendan einar 80 metrar omanfyri Húsareyn, har brekið í sendimastrini er. Og nú dagurin kortini er leysur, fari eg at hyggja nærri at hesum. Eg havi júst latið sonin í, og kikarin er funnin fram. So nú fara vit báðir ein biltúr niðan á Húsareyn, so eg kann síggja, hvussu leikur fer, sigur Øssur.