Skattligir ivaspurningar ruddaðir av vegnum

Oljufeløg hava leingi eftirlýst greiðum skattl­igum viðurskiftum millum Føroyar og Bretland. Nú er so ein tvískattaavtala landanna millum endiliga komin upp á pláss. Hetta fer helst at økja um áhugan hjá oljufeløgunum at virka í Føroyum

Tað hevur mangan verið havt á munni, at einki er so fløkjasligt sum skattaskipanir. Og tá fyrilit skulu takast fyri skattaskipanum í tveimum londum samstundis, so loypir ketan av hjólinum. Hesari støðu hevur altjóða oljuvinnan verið í higartil, tá tey hava skulað virka í Føroyum. Skattaviðurskiftini millum Føroya og Bretland hava nevniliga verið ógreið, og fyri mong oljufeløg, sum hava sín grundvøll í London, hava ógreiðu viðurskiftini verið til stóran ampa.

Men við nýggju tvískattaav­taluni er vend komin í. Tann 20. juni í ár skrivaðu Magni Laksa­foss, lands­stýrismaður í fíggjar­málum, og bretski skatta­mála­ráðharrin, Dawn Primarolo, undir nýggjan tvískatta­sáttmála, sum eftir ætlan kemur í gildi tann 1. januar 2008, eftir at hann er samtyktur í ávikavist løg­tingi­num og bretska parlamentinum.

Væl nøgdur landsstýrismaður

Landsstýrismaðurin er sera fegin um nýggja sáttmálan, sum hann væntar fer at økja um áhugan hjá útlendsk­um oljufeløgum at virka í Føroyum.

- Oljuvinnan hevur í longri tíð eftirlýst greiðar reglur á skatta­økinum. Tí meti eg, at hendan avtalan bert kann vera til fyri­muns fyri bretsk feløg og persón­ar, sum virka í Føroyum, sigur Magni Laksafoss.

Hann er vitandi um, at nógv virk­semi hjá oljufeløgunum hevur verið hildið uttanlands, sum kundi verið hildið í Føroyum, tí skattaviður­skiftini millum Bretland og Føroyar hava verið ógreið.

- Um tær oljuinntøkur, sum føroyska samfelagið higartil hevur havt, høvdu verið størri ella minni, um tvískattaavtalan hevði verið í gildi alla tíðina, tað vita vit ikki. Men vit vita, at oljufeløg hava valt at hava nógv virksemi í útlandinum, sum kundi havt verið í Føroyum, tí tey skattligu viðurskiftini hava verið ógreið, sigur landsstýris­maðurin.

Og hann leggur afturat:

- Útlendsk oljufeløg hava givið til kennar, at teirra áhugi at hava oljuvirksemi í Føroyum er nógv tengdur at júst hesum sáttmálanum.

Nógvar fløkjur at greiða

Støðan higartil hevur verið, at bæði Bretland og Føroyar hvør í sínum lagi hava havt eitt sokallað ‘global taxation system’, sum merkir, at alt sum rørdi seg í egnum øki eisini skuldi skattast har.

- Við tvískattaavtalu verður tú ongantíð dupultskattaður. Hinvegin er avtala gjørd millum londini um, hvussu skattainntøkurnar skulu býtast, greiðir Magni Laksafoss frá og leggur afturat, at tað vanliga tekur langa tíð at gera slíkar sáttmálar, tí sera nógv atlit skulu takast.

- Sum dømi kann eg nevna pensiónsgrunnar. Hvat land eigur skattainntøkurnar frá útgoldnum pensiónum: landið har pensionisturin býr, ella landið har pensións­grunnurin er? Hetta er bert ein av nógvum spurningum, sum greiða skal fáast á, áðrenn ein slík avtala kann gerast, greiðir Magni Laksafoss frá.

Seinastu árini hava nógv dømi verið um norðurlendskar pension­istar, ið á pappírinum eru fluttir til lond í Suðurevropa, har skatta­prosentið er munandi lægri enn í Norðurlondum.

- Ein annar spurningur er, hvussu skattar tú persónar, og hvussu skattar tú íløgur, heldur landsstýrismaðurin fram.

Meðan allir hesir spurningar nú eru fingnir upp á pláss við bilateralu skattaavtaluni millum Føroyar og Bretland, so arbeiða Norðurlond, har Føroyar eisini eru partur, við eini nýggjari multilateralari skattaavtalu, sum eftir ætlan skal koma í gildi í 2010.