Fingramerki í SEV

(( At Tórur Johannesen, stýrislimur í SEV og næstformaður í bygdaráðnum á Sandi, skuldi verða so aktivur í samband við uppsøgnina av SEV stjóranum, hevði eg ikki trúð. Helt hann bara verða ein, ið helt seg til, har tað var gott at verða, men nú má eg viðganga at har fór eg helst skeivur, skrivar Leif W. K. Mortensen

(
Leif W. K. Mortensen


Tað var tó ikki persónin, eg ætlaði at viðgera, men mátan tað verður arbeitt, har hann er til staðar.
Tórur Johannesen sigur seg hava mist álitið á stýrisformannin, eftir at hesin fyrst hevði lovað, at høvd skuldu rulla, og síðan bara var kropin afturum. At málsetningurin hjá Tóri Johannesen er, at høvd skulu rulla, ger seg ikki bara galdandi í SEV, men eisini í bygdarráðnum á Sandi. Mátin, ið stjórin í SEV er viðfarin, minnir í alt og nógvar mátar, um uppsøgnina av skrivaranum hjá Sands kommunu, har Tórur Johannesen helst hevur havt størri ávirkan, enn hvat fólk áður hava hildið.
At persónur hevur verið í  sama starvi meir enn tjúgu ár mátti boðað frá trúfesti og røttu eginleikunum til ávísa starvið. Uppsøgn av hesum slag vildi flest allastaðni verið sakliga grundað, og skilnaðurin hevði verið í vinskapi og takksemi. SEV stjórin fekk kort um greitt at vita, at hann skuldi fara til hús. Grundgevingarnar komu seinni, men blivu so staðiliga afturvístar. Somuleiðis blivu lyklarnir til kommunuskrivstovuna á Sandi tiknir frá skrivaranum hjá Sands kommunu, grundgevingarnar fyri hesum vóru mangar og litríkar, tó er ikki ein av hesum blivin undirbygd enn. Í báðum hesum førum, eru fólk eitt sindur í villareiði um hesar uppsagnir.
At ætlanarskrivið um uppsøgn av SEV stjóranum var skrivað og daterað áðrenn fundin, er akkurát sami háttur, ið nýttur var, tá fundurin var fyri um ætlaðanarskriv um uppsøgn av skrivaranum hjá Sands kommunu.
Stýrisformaðurin var settur uttan fyri alla ávirkan, eftir at hann ikki vildi taka undir við ætlan meirilutans. Tað var enntá farið so langt sum at hótta stýrisformannin (black-mail), ið síðan hevði við sær, at hann bleiv koyrdur frá sum formaður. Tað vísir seg, at eiheldur í SEV stýrinum er loyvi at hava egnu meining. Í bygdaráðnum á Sandi bleiv minniluti til, og ikki so frætt sum ein tann einasti ein nevndar sessur er tillutaður minnilutanum, hóast hesin fekk næst flestar atkvøður til seinasta val.
Er hetta tann nýggja tíðin, har vit líta fram ímóti ár 2015, ið ger at fólk skulu verða viðfarin á henda sera ódámliga hátt.
At Tórur Johannesen situr sum vektin á vágskálinin, bæði í sambandi við uppsøgnina av skrivarum hjá Sands kommunu og SEV stjóranum, er kanska tilvildarligt. Tó haldi eg, at uppskriftin til uppsøgnirnar báðar, líkist í alt ov stóran mun, og fari eg tí at loyva mær at halda, at Tórur Johannesen hevur ein sera, sera virknan leiklut í hesum spæli.
Summi meina, at persónar ikki skulu verða í sama starvi í alt ov langa tíð. Tórur Johannesen er kanska av hesi meining, og hevur hann helst sett eitt uml. tjúgu ára mark fyri, hvat hann persónliga vil tolerera. Um hetta í veruleikanum er so, hevur Tórur Johannesen ikki nógv ár eftur í kommunalpolitikki. Um Tórur, tá hansara tíð er komin, fer at stilla seg við gumpinum fyri og góðtaka, at hann fær hesa somu viðferð, hann í dag gevur øðrum og bókstaviliga fótin í hann, ja, tað kemur bara tíðin at vísa.
Tað hevði tó verið sera áhugavert at fingið at vita, hvør lærumeistarin hjá varaborgarstjóranum á Sandi hevur verið.