Um tað var tí at J-dagur var fríggjadagin, skal vera ósagt. Men undir øllum umstøðum hevur løgreglan havt nógv at gera við at hjálpa fólki, sum vóru so dýrandi full, at tey kláraðu seg ikki sjálvi. J-dagur [...] gjørt av at fáa hann á Landssjúkrahúsið. Og har var standurin so mikið vánaligur, at læknin legði hann inn, so tað hevur munað, at maðurin, sum fann hann, tók sær av honum. – Tað er rós verdugt, at fólk hjálpa [...] kemur á marknaðin, og tað plaga skeinkistøð at gera eitt sindur burtur úr. Og kanska var tað ein avleiðing av tí, at nøkur fólk drukku seg so dýrandi full, at tey máttu hjálpast til hús. Serliga rósar løgreglan
undirtøka í samgonguni fyri at lata IRF eina eykajáttan til endamálið. Hann sigur, at hann hevur havt fund við IRF, og har hevur hann heitt á tey um at kanna aðrar møguleikar fyri at útvega inntøkur til endamálið [...] Helgi Abrahamsen sigur, at sjálvandi kann talan ikki vera um nakað annað enn at tað verður burturbeint eftir forskriftunum, tó oljan skal ikki enda í náttúruni. Hann sigur kortini, at tað er ikki undirtøka [...] fara at henda – Eitt nú tekur IRF eisini ímóti spillolju frá útlendskum ferðafólkaskipum, sum koma higar, men tey rinda einki fyri tað. Ein máti kundi verið at IRF tekur gjald frá teimum fyri at taka ímóti
skránni fyri at kunna loyva 500 fólkum at sleppa at uppliva Eivør um vikuskiftið. – Vit hava verið sera avmarkað av talinum 100. Kortini hava vit roynt at varðveitt ein geradisdag í húsinum og at bjóða eitt [...] støðugt eftir møguleikum at skipa fyri tiltøkum, og tað verða vit noydd at gera í langa tíð afturat, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt sindur størri álit at skipa fyri, og at tilmælini vóru meira [...] stríðast mentanarstøð við at skipa fyri tiltøkum eftir galdandi tilmælum, sum verða mett óliðilig og ov avmarkandi. – Eg hevði ynskt mær, at vit fingu størri ábyrgd frá myndugleikunum at skipa fyri tiltøkum
Tá korona byrjaði at gera um seg, boðaðu fyriskipararnir av Voxbotn frá, at Voxbotn 2020 bleiv útsett til fyrst í september. So byrjaði korona aftur at herja, og tá mátti stóri dagurin enn einaferð útsetast [...] greitt, at ikki er ráðiligt sambært tilmælunum, at avgreiða Voxbotn 2020, sum upprunaliga skuldi haldast 27. juni og eiheldur til útsetta leygardagin 5. september. – Tískil er nú avgerð tikin um, at Voxbotn [...] 2021. – Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út komandi ár. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmæunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan
Nú eru vit so komin har til, at arbeiðið at seta upp fýra flakalinjur er byrjað, og eg vænti, at hetta arbeiðið verður liðugt einaferð út á heystið. Stjórin vísir á, at fýra flakalinjur eisini vóru á [...] til, at tað serliga er smáur makrelur, sum verður skorin, sigur Bogi Jacobsen er, at smái fiskurin vanliga er bíligari at keypa. - Vit skera, tá tað loysir seg, og fáa vit hægri virði við ikki at skera [...] arbeitt við at seta fýra flakalinjur upp á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Síðan nýggja virkið læt upp aftur eftir herviliga eldin, hevur í fyrsta lagi verið arbeitt við at fáa høvuðsframleiðsluna at koyra. Hetta
dylur ikki yvir, at hetta hevur verið ein harður kampur hjá samtakinum at yvirliva. Men, hóast hetta sær út til, at samtakið ríður stormarnar av sær. Hans Andrias Kelduberg fegnast um, at tað framvegis sita [...] frálandaskipunum hjá felagnum. - Eg vænti, at Thor við tíðini fer at fáa nýggjari og betri skip í fiskivinnuni, og eisini hugsa vit um at gera meira burtur úr at fiska í altjóða sjógvi. Í frálandavinnuni [...] framtíðina. Stjórin vísir á, at eftir kreppuna í nítiárunum, tá Thor enn bert fekst við fiskivinnu, gjørdist tað líka sum eitt politiskt slagorð, at Føroyar eisini máttu hava annað at liva av enn fiskivinnu
staðfest, at substansurin í málinum var júst soleiðis, sum hann sá málið tá. Johnny í Grótinum vísir á, at Mentamálaráðið staðfestir, at Liljan Weihe ikki hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og at hon tí hevur [...] hevði tá, at Liljan Weihe sum partur av leiðsluni í Kringvarpinum ikki hevur úttalað seg rætt um týðandi viðurskifti, at hon ikki hevur umrøtt meg sum kringvarpsstjóra á sømiligan hátt - og at hon møguliga [...] Grótinum ásannar kortini, at Mentamálaráðið tó ikki metir, at hesi viðurskiftini eru nóg álvarslig til eina uppsøgn. Men, hvat hendir so nú? - Sum Liljan Weihe nevnir, so fara vit at hittast í næstu viku,
ferðina bleiv heitt á stjóran um at viðgera málið av nýggjum, sigur Jørgen Niclasen. - Vit mæla til at uppskotið verður samtykt, og at løgtingið á hendan hátt forðar fyri, at rot kemur í skipanina, sigur hann [...] heldur, at tað eru undanførslur, tá umboð fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi siga, at landsstýriskvinnan onga ábyrgd hevur av niðurstøðuni hjá mentamálaráðnum. - Um so er, so mugu vit siga, at landsstý [...] Men nú hevur hendan landsstýriskvinnan brádliga einki við hetta málið at gera. - Tað, sum samgongan sigur er, at tað er í lagi, at tað er rot í skipanini. Landsstýriskvinnan, sum hevur ábyrgd av menta
afturat. Hann heldur hinvegin, at tað átti at verið í størsta áhuga hjá Tórshavnar kommunu, at hesi heimini verða bygd. – Tí hevði tað ikki verið meiri enn rímiligt, at Tórshavnar Kommunan gekk á odda [...] grundstykki at velja ímillum. Men hvat prísurin verður dugur hon ikki at siga, tí tey eru enn í samskifti við við kommununa um ætlanina. Hon heldur kortini, at treytirnar til slíka bygging áttu at verið tær [...] afturat, at tað er eisini trúligt, at kommunan enntá hevði gjørt stykkini byggibúgvin og latið landsstýrinum tey sum teirra íkast til verkætlanina. Men í Miðstaðarøkinum verður ansað væl eftir at tað verður
fingið høvi at viðmerkja málið. Um Ivan Niclasen heldur, at pástandir í klagunum eru villleiðandi, so er Sosialurin ikki rætta adressan at senda atfinningarnar. Hinvegin vil tað siga, at Ivan Niclasen [...] Kringvarpsstýrið. Millum annað finnast tey at framferðini, tá ið stjórin í Taks var boðsendur at koma í DV kjaki eitt týskvøld í september. Í klaguni stendur, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, var [...] Niclasen heldur, at starvsfelagar hjá honum villleiða um eina hending, sum hann sjálvur var partur av. At Ivan Niclasen hevur eina aðra fatan av støðuni, broytir ikki veruleikan, at klagurnar eru skrivaðar og