Johnny og Liljan vilja tosa um framtíð

- Sjálvandi taki eg niðurstøðuna til eftirtektar, og Liljan Weihe og eg fara at hittast og tosa um, hvussu hon skal koma aftur til arbeiðis í Kringvarpinum.

 

Kringvarpsstjórin, Johnny í Grótinum, gjørdist ovfarin av niðurstøðuni hjá Mentamálaráðnum um, at uppsøgnin av Liljuni Weihe ikki var proportional í mun til endamálið. Tað segði hann, tá Rás2 skifti orð við hann seinnapartin í dag, nú Mentamálaráðið hevur ógildað uppsøgnina av tíðindaleiðaranum.

 

- Mentamálaráðið metir, at eg heldur átti at havt roynt aðrar minni víðfevndar loysnir, sum eitt nú átalu, ávaring ella flytan innan setanarviðurskifti.

 

Kringvarpsstjórin gjørdist kortini glaður, sigur hann, tá hann hevði nærlisið tær 52 síðurnar í frágreiðingini, har Mentamálaráðið í síni viðgerð av kæruni hevur staðfest, at substansurin í málinum var júst soleiðis, sum hann sá málið tá.

 

Johnny í Grótinum vísir á, at Mentamálaráðið staðfestir, at Liljan Weihe ikki hevur sýnt rættan leiðsluatburð, og at hon tí hevur sett trúvirðið hjá Kringvarpinum í váða.

 

- Hetta grundgeva tey faktiskt við somu grundgevingum, sum eg hevði tá, at Liljan Weihe sum partur av leiðsluni í Kringvarpinum ikki hevur úttalað seg rætt um týðandi viðurskifti, at hon ikki hevur umrøtt meg sum kringvarpsstjóra á sømiligan hátt - og at hon møguliga eisini hevur brotið tagnarskylduna.

 

Johnny í Grótinum ásannar kortini, at Mentamálaráðið tó ikki metir, at hesi viðurskiftini eru nóg álvarslig til eina uppsøgn.

 

Men, hvat hendir so nú?

 

- Sum Liljan Weihe nevnir, so fara vit at hittast í næstu viku, og har fara vit at umrøða, hvussu leikur skal fara fram framyvir. Eg taki sjálvandi niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar, og vit fara at hittast og tosa um, hvussu Liljan Weihe skal koma aftur til arbeiðis í Kringvarpinum.

 

Men, heldur tú, at hetta málið hevur ávirkað arbeiðsklimaið í Kringvarpinum?

 

- Jú, heilt vist ávirkaði tað, tá orrustan var, men eg haldi eisini, at hetta hevur víst, at Kringvarpið er ein sterk organisatión, har tað eisini valdaði friður beinanvegin eftir orrustuna, og at fólk gera sítt arbeiði til lítar óansæð, segði Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri við Rás2 seinnapartin í dag.