Nú vita vit nær Voxbotn verður

Stóri konsertdagurin í Vágsbotni er útsettur til í vár næsta ár

Tá korona byrjaði at gera um seg, boðaðu fyriskipararnir av Voxbotn frá, at Voxbotn 2020 bleiv útsett til fyrst í september. So byrjaði korona aftur at herja, og tá mátti stóri dagurin enn einaferð útsetast.

Síðan tá hava fleiri bíðað eftir at vita, nær Voxbotn 2020 verður, og um tað yvirhøvur verður - ella um tað verður avlýst. Nú boða fyrireikararnir frá, at Voxbotn er útsett til í vár næsta ár.

Fyriskipararnir av Voxbotn siga soleiðis:

– Tað er greitt, at ikki er ráðiligt sambært tilmælunum, at avgreiða Voxbotn 2020, sum upprunaliga skuldi haldast 27. juni og eiheldur til útsetta leygardagin 5. september.

– Tískil er nú avgerð tikin um, at Voxbotn 2020 verður útsett til næsta ár – leygardagin 10. apríl 2021. 

– Vit vóna øll, at henda keðiliga korona-støðan fer at síggja ljósari út komandi ár. Men fyriskiparnir vilja sjálvandi fylgja tilmæunum frá myndugleikunum, og gera sítt til, at Føroyar fáa ein lívligan og tryggan ársins konsertdag tann 10. apríl 2021. Tískil verður m.a. arbeitt við at fyrireika økið soleiðis, at ráðilig frástøða verður hildin ímeðan og í millum konsertirnar, siga fyrireikararnir.

Um keyptu atgongumerkini

Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru galdandi til Voxbotn 10. apríl 2021, verður sagt.

– Nógv orka verður hvørt ár løgd í Voxbotn, og at geva øllum ein veruligan 'ársins konsertsdag'. Tað hevði tí glett okkum, ið varða av og eru góð við Voxbotn, sera nógv, at eisini tú velur at veita tiltakinum og tónleikinum tín stuðul, og halda rimmar fast í tínum atgongumerki – til 10. apríl 2021, siga fyriskipararnir.

Til ber eisini nú at fáa endurgjald. 

– Ynskir tú at fáa títt keypta Voxbotn-atgongumerki afturgoldið, far so inn á www.voxbotn.fo trýst á PDF-leinkjuni niðast á síðuni.

– Skriva síðan kravdu upplýsingarnar rætt í øll feltini, printa skjalið út og send sum postur í brævbjálva saman við atgongumerkinum til: Sp/f Vox Entertainment Postboks 24 110 Tórshavn Føroyar.

Seinasta freist at lata inn skjalið um endurgjald er mánadagin 7. september 2020 klokkan 16.00.