Um tað var tí at J-dagur var fríggjadagin, skal vera ósagt. Men undir øllum umstøðum hevur løgreglan havt nógv at gera við at hjálpa fólki, sum vóru so dýrandi full, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.
J-dagur, er dagurin, tá ið jólaølið kemur á marknaðin, og tað plaga skeinkistøð at gera eitt sindur burtur úr.
Og kanska var tað ein avleiðing av tí, at nøkur fólk drukku seg so dýrandi full, at tey máttu hjálpast til hús.
Serliga rósar løgreglan einum borgara, sum var á veg til húsar í Eysturbýnum í Havn mitt um náttina.
Á leiðini til húsar, gekk hann seg fram á ein mann, sum lá avdottin mitt á alfaravegi. Hetta var á einum vegastrekki, har til ikki er nógv ferðla mitt um næturnar, so hann var heppin, at hann var funnin.
Maðurin, sum gekk seg fram á hann, royndi at fáa lív í hann, men tað var púra til fánýtis.
Tí ringdi hann eftir løgregluni og vísti løgregluni á mannin. Løgreglan fekk heldur ikki lív í hann, og sostatt varð gjørt av at fáa hann á Landssjúkrahúsið.
Og har var standurin so mikið vánaligur, at læknin legði hann inn, so tað hevur munað, at maðurin, sum fann hann, tók sær av honum.
– Tað er rós verdugt, at fólk hjálpa til á hendan hátt, og at tey sjálvi kanna, hvussu støðan er, áðrenn tey ringja eftir løgregluni, sigur vakthavandi hjá løgregluni.
Men hetta var verri enn so einastu ferð, løgreglan mátti upp í at hjálpa fólki, sum høvdu drukkið seg so dýrandi full, at tey kláraðu seg ikki sjálvi. Hetta var bæði fólk, sum vóru avdottin á alfaravegi og inni á skeinkistøðum, men tey vórði øll koyrd til hús.
Eitt undantak var ein ungur drongur, sum var so ólátaður í býnum í Havn, at løgreglan fór eftir honum.
Talan var um ein drong av bygd, so eftir, at løgreglufólkini høvdu fingið eitt prát við hann, koyrdu tey hann oman á farstøðina við boðum um at taka fyrsta bussin aftur, haðani hann var frákomin.











