Jørgen: Her er rot í skipanini

Jørgen Niclasen heldur, at tað eru undanførslur, tá umboð fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi siga, at landsstýriskvinnan onga ábyrgd hevur av niðurstøðuni hjá mentamálaráðnum.

- Um so er, so mugu vit siga, at landsstýrismannaábyrgd ikki er til longur. Tí vanliga hevur landsstýrisfólkið havt alla ábyrgd av tí, sum stovnurin ger. Men nú hevur hendan landsstýriskvinnan brádliga einki við hetta málið at gera.

 

- Tað, sum samgongan sigur er, at tað er í lagi, at tað er rot í skipanini. Landsstýriskvinnan, sum hevur ábyrgd av mentamálaráðnum, hevur lagt seg út í leiðsluviðurskiftini á Kringvarpi Føroya. Tað hevur hon onga heimild til, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann leggur dent á, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki á fyrisitingarliga økinum, men ikki á starvsfólkaøkinum hjá Kringvarpinum.

- Mentamálaráðið, og landsstýriskvinnan, skal tí ikki leggja seg út í leiðsluviðurskifti á stovninum, sigur Jørgen Niclasen.

 

Hann vísir á, at vanliga verða slík mál sent aftur til nýggja viðgerð, um kærarin fær viðhald.

- So er ikki í hesum føri. Her sigur Mentamálaráðið, at tíðindaleiðarin er settur aftur í starv sítt sum tíðindaleiðari. Tí er talan um eina politiska setan, sigur hann.

 

- Vit hava ikki longur álit á, at landsstýriskvinnan er før fyri at umsita økið á lógligan hátt. Tí er hetta uppskotið lagt fyri tingið, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Lógin sigur, at Kringvarpið er fullkomiliga óheft, men nú síggja vit kortini, at politiski myndugleikin blandar seg upp í. Tí hava vit eina skyldu at siga frá og reisa hetta uppskotið um misálit, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Mentamálaráðið skrivar, at tíðindaleiðarin nú aftur er tíðindaleiðari. Fyri nøkrum árum síðani var ein annar tíðindaleiðari uppsagdur, kærdi og fekk viðhald í kæruni. Men tá bleiv viðkomandi ikki settur aftur í starv. Ta ferðina bleiv heitt á stjóran um at viðgera málið av nýggjum, sigur Jørgen Niclasen.

 

- Vit mæla til at uppskotið verður samtykt, og at løgtingið á hendan hátt forðar fyri, at rot kemur í skipanina, sigur hann.