Mentanarlívið er hart rakt av koronutilmælum. Stóru tónleikatiltøkini í ár eru avlýst, fleiri hundrað konsertir á størri og smáum støðum eru útsettar ella avlýstar, mentanarstevnur eru strikaðar, og kring landið stríðast mentanarstøð við at skipa fyri tiltøkum eftir galdandi tilmælum, sum verða mett óliðilig og ov avmarkandi.
– Eg hevði ynskt mær, at vit fingu størri ábyrgd frá myndugleikunum at skipa fyri tiltøkum. Vit skulu sjálvsagt hugsa um frástøðu, reinføri og skráseting. Vit hava stór rúm, sum vit kunnu passa til, men tá ið talið 100 er so fastlagt, er trupult at gera meira enn eitt vist, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, við Vikuskiftis-Sosialin.
Um vikuskiftið hýsir Norðurlandahúsið, sum er størsta mentanarhús í landinum, útgávukonsertir hjá Eivør. Heili fimm konsertir eru á skránni fyri at kunna loyva 500 fólkum at sleppa at uppliva Eivør um vikuskiftið.
– Vit hava verið sera avmarkað av talinum 100. Kortini hava vit roynt at varðveitt ein geradisdag í húsinum og at bjóða eitt fjølbroytt mentanartilboð, hóast tað hevur verið nógv tillagað av umstøðunum, sigur Gunn Hernes.
Hon sigur, at støðan er fíggjarliga avbjóðandi fyri Norðurlandahúsið, tí virksemið og inntøkurnar eru minni, men tað er innihaldið í húsinum, sum er harðast rakt.
– Vit hava útsett 67 tiltøk og avlýst 19 tiltøk. Harafturat hava vit verið noydd at avmarka og broyta tiltøk sambært tilmælum, og so er tað alt tað, sum ongantíð kemur upp á tal, tí bæði fyriskiparar og listafólk eru so avmarkað í sínum virksemi og vita, at nógv ber als ikki til í løtuni.
– Vit hyggja støðugt eftir møguleikum at skipa fyri tiltøkum, og tað verða vit noydd at gera í langa tíð afturat, men eg kundi hugsað mær, at vit fingu eitt sindur størri álit at skipa fyri, og at tilmælini vóru meira smidlig. Vit taka okkara ábyrgd í stórum álvara, og vit halda, at vit eru før fyri at skipa fyri tryggum tiltøkum við fleiri enn 100 fólkum, sigur Gunn Hernes.
Meira kann lesast um evnið í Vikuskiftis-Sosialinum.










