Tað er jú Guds orð, sum verður sett í hásæti. Um tú næstu ferð hoyrir hann tala um frelsu av trúgv, skal Torkild so stemplast Lutheranari. Ella um hann talaði um tey 144.000, hevði tú so stemplað hann at [...] Mær vitandi, hevur skrivarin ikki verið í Norra á hesum møti, so helst hevur hann funnið hesa talu á alnótini. Eg síggi ikki tað vera neyðugt at fara at verja Torkild her, men haldi at øll tit, sum hava [...] verði tað sjálv? At koma við slíkum útsøgnum, er heilt burturvið. Antin tosar Bíblian fyri eini søk ella ímóti – ongantíð partvíst fyri og ímóti. Jóh.1.11-12 skal uttan iva skiljast so, at síðani trúgvin
onkur privatur arbeiðsgevari ella onkur almennur givið einum løntakara hesa skammiligu viðferð, Olaf hevur fingið, skuldi Samtak nokk farið upp á barrikadurnar og geylað. Ella er tað veruliga so galið, at [...] týdningarmiklar uppgávur í FF, og alt, hann hevur fingist við, er væl úr hondum greitt, og tað uttan grenj ella viðmerkingar. Eg kann leggja aftrat, at Randi, kona Olaf, sum tíverri ikki er ímillum okkum meira [...] tungt á sjónum og hevur fingið alt ov nógvar brotasjógvar oman yvir seg. Kortini hevur hann hvørja ferð hórað undan og er farin oman á FF at gera tað, sum hevur ligið honum fremst á hjarta við tí nærlagni
hugnalig, og hava børnini fyrst verið her eina ferð, vilja tey heilt vist koma aftur. Serliga um summarið er nógv lív í, tá fólk bæði búgva á Gjáargarði ella í onkrum av húsunum í bygdini. Nú er líkt til [...] Gjógv væntar kommunan at skapa lív og menning aftur í bygdini. Tað er kortini eitt, ið hvørki kommuna ella nakar annar nýtist at gera nakað við: Tað vakra umhvørvið. Jóan Petur og hansara fólk hava verið kring [...] Petur fast. 60 fermetrar Tað munnu vera eini tvey ár síðani, at Jóan Petur á fyrsta sinni hoyrdi um hesa ætlanina við frítíðarhúsum við Gjógv. Tá varð sagt, at ein arbeiddi við tveimum støddum av húsum.
og framsýningarparturin vardi í stívliga tveir tímar ella so. - Eftir framsýningina fóru vit at grilla pylsur, og tá fingu fólk eisini kaffi, te ella Sunkist. Vit høvdu sett upp eitt tjald, har fólk kundu [...] átar, neyðrakettir, neyðbluss og yvirlivilsisdraktir skulu brúkast í neyðstøðu. - Hetta er fyrstu ferð, at vit hava skipað fyri einum slíkum degi, og eg haldi, at hann eydnaðist sera væl – ikki minst, [...] verið á trygdarskeiði og havi verið til fleiri bjargingarroyndir. Men tey eru nógv, sum hava bátar ella hava áhuga fyri bátum og sigling, ið ikki hava verið á skeiði og soleiðis onga frálæru hava fingið
tónleikararnir leiktu væl undir, uttan nakrantíð at prógva seg sum úrmælingar. Hvørt teir vóru tað ella ikki, skal standa ósagt, men tað var McFadden, ið bar framførsluna. Eitt lag kom so, ið nokk nevndist [...] var á skránni og tað stuttliga er, at stílurin var ein annar, enn ein hevði hugsað sær. Ofta yvir í hesa løgnu blanding millum rock/country og eitt vet av poppi, har ongin rættiliga torir at seta ein navn [...] lagið var nú einaferð meira country, enn nakað annað, men gott og kundi tað sama verið t.d. Eagles ella onkur annar. Stuttligt, gott og væl framført við slíkari orku, at tað bar til. Hittið Be true to your
hægsti myndugleiki setir allan sakkunnleika og allar viðkomandi stovnar til viks, hvørja ferð onkur smartur persónur ella ørvitisknokkur fær eitt smart hugskot. Tað er júst hesum smartu og ørvitisknokkunum [...] vera at verja hann á náttúrligan hátt, við tekju, hurðum og vindeygum, og ikki seta hann inn í eitt ella annað. Hann er bygdur at standa úti, men undir taki. Landsantikvarur Arne Thorsteinsson segði í Degi [...] sum myndugleikar og embætismenn eftir trúbótina hava rivið takið av, vindeygu og hurðar úr, og flutt ella selt tað burtur. Nú er tíð uppá at fáa alt hetta gjørt aftur, og ongantíð ov skjótt. Símun V. Arge
LØGMANSSTEYPIÐ Eysturoyggin fer at eiga eitt umboð í ólavsøkufinaluni. Um tað verður GÍ ella NSÍ verður ikki avgjørt fyrrenn sunnudagin. Undan tí dystinum er GÍ eitt vet betri fyri, men fyrimunurin er [...] til Runavíkar fyri at hava ábyrgdina av leikliga undirhaldinum. Heilt eyðsýnt var tað, at teir sóu hesa uppgerðina sum 1. hálvleik í tveimum dystum, og teir lupu ongantíð framav. Í 1. hálvleiki var Popczynski [...] var Jens Martin Knudsen í NSÍ málinum einu ferðina ikki heilt vísur í, um bólturin var farin í málið ella ikki, tá ið Popczynski hevði roynt seg við lumpisligum langskoti, og so var tað, í síðstu løtu, at
mun til, hvar bátarnir liggja. Tað er ikki soleiðis, at teir, sum eru uttast ella innast, hava meiri ella minni viðrák ella mótrák. Tað er so at siga sum í einum baðikari, og vit tora at siga, at fasti [...] alt lagar seg væl. Ta ferðina róðu genturnar tveir kvalifiseringsróðrar, áðrenn tær róðu finalu. Hesa ferð verður bara ein genturóður, men so verður ein ungdómsróður eisini. Smyril er settur at fara avstað
og her var hon so. Øssur Johannesen, listamálari og bassistur, hevur givið sína triðju fløgu út, hesa ferð saman við einum av okkara frægastu gittarleikarum, Hjalta Joensen. Fløgan eitur bara "Hjalti Joensen [...] nærmast sum ein reyð sól, men hetta er ikki ein reyð sól, hetta er nærri einum reyðum tunli, ella eitt steðgiljós, ella kanska var tað ein reyð sól. Ja, alt ber til. Og tað er tað góða við fløguni. Alt ber til [...] bardagi lýsir eina sinnisstøðu, sum dregur tann "vanliga" lurtaran niður í dulvitið á sær sjálvum, ella niður í eitt stað í dulvitið, sum lurtarin ikki vanliga kemur. Á triðju fløguni hevur Øssur, sum sagt
eydnast at broyta heimastýrislógina áðrenn fólkaatkvøðuna, sum helst verður flaggdagin, 25. apríl, má ferð koma á samráðingarnar. Tí tað er nevniliga ikki nóg mikið, at føroysk og donsk embætisfólk semjast [...] at danska stjórin og landsstýrið frammanundan eru samd um, hvussu broytingin skal vera. Og tað er hesa semjuna, vit skulu finna hendan mánaðin, ger Anfinn Kallsberg greitt. Hetta vil siga, at føroysku [...] tíð. Tá so nevndarálitið umsíðir er skrivað, skulu ganga tveir dagar til uppskotið kann samtykkjast ella fellast við aðru viðgerð. Vanligt er, at hendan gongdin vanliga tekur ein mánað. Afturat hesum kemur