Gjógv: Enn sæst ikki nógv til ætlanina, sum komandi ár verður til ein heilt nýggjan býling ovarlaga í norðastu bygdini á Eysturoynni.
Ætlanin er í øllum førum at henda útstykkingin, nevnd Fornagarður, skal geva pláss til 16 frítíðarhús.
At fólk vilja byggja sær eitt slíkt her í Gjógv er ikki uttan orsøk. Bygdin er sera vøkur og hugnalig, og hava børnini fyrst verið her eina ferð, vilja tey heilt vist koma aftur.
Serliga um summarið er nógv lív í, tá fólk bæði búgva á Gjáargarði ella í onkrum av húsunum í bygdini. Nú er líkt til, at enn meiri lív fer at koma í, kanska longu komandi summar.
Jóan Petur Vang hevur sjálvur ikki nakað tilknýti til bygdina, men hevur verið her fleiri ferðir. Og ynskir at koma higar aftur og aftur.
- Jú, Gjógv er ein sera vøkur og hugnalig bygd, staðfestir Jóan Petur, sum til dagligt er stjóri í egnari byggifyritøku á Norðskála. - Hetta er eitt gott stað, um ein ynskir at koma burtur frá tí vanliga umhvørvinum.
Avsíðis
Tey seinnu árini er fólkatalið við Gjógv lækkað munandi.
Í 1985 vantaði bert eitt fólk í, fyri at koma uppá 90, men síðani hevur tað bara gingið øvugta vegin. Í dag er fólkatalið soleiðis komið niður á 40.
Við nýggja býlinginum við Gjógv væntar kommunan at skapa lív og menning aftur í bygdini. Tað er kortini eitt, ið hvørki kommuna ella nakar annar nýtist at gera nakað við: Tað vakra umhvørvið.
Jóan Petur og hansara fólk hava verið kring oyggjarnar og ferðast mangastaðni. Nú er so líkt til, at tey fara at brúka nógva tíð um summarið her norðuri.
- Eg veit væl, at Gjógv liggur eitt sindur avsíðis. Men fyri okkum ger tað einki, slær Jóan Petur fast.
60 fermetrar
Tað munnu vera eini tvey ár síðani, at Jóan Petur á fyrsta sinni hoyrdi um hesa ætlanina við frítíðarhúsum við Gjógv.
Tá varð sagt, at ein arbeiddi við tveimum støddum av húsum. Tað vísti seg, at tey størru húsini vórðu seld so at siga beinanvegin.
- Vit vóru ikki millum teirra sum fingu eitt av hesum størru húsunum. Vit hildu eisini tá, at tey minnu húsini ikki vóru eins áhugaverd og tey størru, greiðir hann frá.
Seinni varð ætlanini kortini broytt soleiðis, at nú skuldu øll húsini hava somu stødd, nevniliga 60 fermetrar.
Hann var heppin, og fekk eitt av teimum 16 grundøkjunum, sum ein nú er farin undir at grava út fyri.
- Ja, tað verður spennandi, sigur Jóan Petur brosandi.
16 fyrst
At fremja eina slíka ætlan tekur sjálvandi sína tíð hjá eini lítlari, men kortini víttfevndari kommunu.
Hinvegin var áhugin fyri ætlanini stórur. Óhugsandi er ikki, at enn fleiri fara at verða bygd her einaferð í framtíðini.
Tey, sum í øllum førum fara at byggja hesi fyrstu 16 húsini, koma nógvastaðni frá. Summi hava tilknýti til bygdina; onnur ikki. Tey eru úr Norðoyggjum, Sundalagnum og úr Havn.
Ætlanin var upprunaliga, at eigararnir skuldu sleppa inn á økið at stoypa sokkulin í ár.
- Eg vænti, at til várs og summar fara fleiri av húsunum at koma upp. Sjálvur vóni eg at kunna halda frí í mínum húsum komandi summar ella heyst, sigur Jóan Petur, sum ætlar at bjóða seg fram at smíða frítíðarhús fyri onnur.
135.000 krónur
Í longri tíð hevur verið arbeitt við ætlanini at byggja hesi frítíðarhúsini við Gjógv.
Tað kemur ikki av ongum, tí sambært borgarstjóranum, Kim Durhuus hevur langur bíðilisti verið eftir teimum.
- Vit hava havt eini 50 fólk standandi á bíðilista, hevur hann áður upplýst fyri heimasíðuni hjá kommununi.
Nú verður so møguleiki hjá 16 teirra at fáa dreym sín at gerast veruleiki. Í juli mánaði var fundur millum umboð fyri kommununa og tey sum ætlaðu sær eitt slíkt frítíðarhús.
Seinni skuldi eitt eigarafelag stovnast, og nú verður sæð fram ímóti tí degi, tá byggingin av álvara kann setast í verk.
Prísurin fyri grundøkini lá, sambært heimasíðuni, millum 135 og 195.000 krónur. Hetta var eisini ein orsøk til, at so mong helst tóku av tilboðnum.
- Við hesum prísi er fíggjarligt grundarlag hjá kommununi at fáa byggiætlanina útførda.
- Vit vænta eisini, at nýggi býlingurin fer at skapa lív og menning við Gjógv, har fólkatalið tíverri er minkað rættiliga nógv seinnu árini, verður sagt úr kommununi.